hósdagur 22. november 2018síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 23. NOVEMBER 2018
SOSIALURIN 136
11
Føroyar útflyta til. Og sum Hag
stovan vísir á, so er talan um ein
øgiligan vøkstur seinnu árini.
- Russland er tað landið, sum
vit útflyta nógv mest til. 28% av
samlaða vøruútflutninginum hjá
Føroyum fer til Russlands. Hetta
er nógv vaksið seinnu árini, tí
fyri fimm árum síðan fóru einans
8% til Russlands. Útvið helvtin
av útflutninginum til Russlands í
fjør var laksur, 25% vóru makrel
ur og 20% vóru sild, skrivaði Hag
stovan í februar í ár.
Ikki væl dámt
Tað kann kortini tykjast undrun
arvert, at Føroyar velur at økja
um handilin við eitt land, ið ligg
ur í stríð við tey lond, ið vit
mangan bólkað okkum saman
við. Í Føroyum er tó politiskur
friður um hetta, tí full semja tyk
ist at vera um, at moralur og
handil ikki skal blandast saman.
Men hetta verður javnan við
gjørt í Danmark, har fleiri hava
funnist at føroyska atburðinum.
Harímillum er danski journalist
urin Claus Kragh, sum í samrøðu
við Sosialin í summar skýrdi før
oysku støðuna fyri opportunist
iskan.
- Tann fiskivinnuavtalan, ið
man hevur við russar, er, um
man skal siga tað pent, sera, sera
opportunistisk. Í eini tíð, tá Russ
land verður boykottað og kann
ikki handla við restina av Evropa,
sær man sín kjans í Føroyum at
selja teimum eina rúgvu av fiski.
Tað er sera klókt út frá einum
handilsligum sjónarmiði, men
man skal bara eisini vita, at man
samstundis sendir eitt signal til
restina av Evropa, at vit í Føroy
um ganga okkara egnu leið, segði
Claus Kragh við Sosialin 15. juni.
Stúra fyri endurtøku
Tær ferðirnar spurningar hava
verið reistir um føroysku støð
una, hava føroyskir politikarar
verið skjótir at vísa á, at tað í
veruleikanum var eitt boykott
hjá ES av føroyskum fiski og
fiskavørum, ið er orsøkin til, at
føroyskar fyritøkur máttu finna
nýggjar marknaðir.
Sum Poul Michelsen, lands
stýrismaður
í
uttanríkis-
og
vinnumálum, eisini vísir á aðra
staðni í blaðnum í dag, so var før
oyska vinnan í stóran mun tengd
at ES-marknaðinum um hetta
mundi og var talan sostatt um
ein veruligan smeit fyri vinnuna,
tá ES setti boykottið í verk í sam
band við markelósemjuna.
Síðan hevur man frá almenn
ari síðu virkað fyri, at finna
nýggjar marknaðir fyri føroyska
útflutning, so at støðan, har ein
stórur partur av útflutninginum
er tengd at einum marknað ikki
endurtekur seg.
Tí er eisini ein ávísur ótti at
hóma í politisku skipanini, ið
kemur til sjóndar í samrøðum
við bæði Annitu á Fríðriksmørk,
forkvinnu í Uttanlandsnevndini
hjá løgtinginum, og Poul Michel
sen, at søgan kann endurtaka
seg, nú russiski marknaðurin
verður ein størri og størri partur
av føroyska útflutninginum.
Ein vandi, ið danski tjóðbankin
eisini ávarar um, tá føroyski sam
handilin við Russland verður við
gjørdur. Greiningin vísir á, at nú
verandi støða er eitt beinleiðis
úrslit av tí, ið fyrigongur á altjóða
pallinum og kann tí skjótt broyt
ast.
- Føroyskur útflutningurin er
sostatt møguliga viðbrekin fyri
at handilssambandið millum Russ
land og ES kemur í rættlag aftur.
Samlað sæð er tó ein størri landa
frøðilig spjaðing av føroyskum
útflutningin í dag enn fyri 15-20
árum síðan, skrivar danski tjóð
bankin.
Sagt um
Føroyar og
Russland
- Hasin Putin er ikki ein
fittur persónur. Vit hava
sæð, hvussu hann hevur
brúkt gass sum vápn í
Evropa, har hann sløkkir
fyri gassinum, um onkur
ósemja er. Um hann gjørdi
tað sama við øllum handli
við fiski, hvat hevði so
hent? Tað hevði ikki verið
lætt hjá føroyingum. -
Claus Kragh, danskur journalistur
og gestarøðari á landsfundinum
hjá Framsókn í 2018, í samrøðu
við Sosialin 15. juni 2018.
- Tað kann gott vera, at
Føroyar við eini slíkari
avtalu kann selja fleiri
vørur, men tað gongur
út yvir tann felagsskap,
ið vit í Evropa hava tørv
á móti russum. Føroyar
muga hugsa um, hvør tað
í síðsta enda er, ið veitir
vissu fyri teirra trygd
og sjálvstýri. Hetta er
ósolidariskt og óhøviskt
móti teimum, ið teir eru í
felagsskapi við og hava
tørv á í øðrum støðum.
Nick Hækkerup, uttanríkispolitiski
talsmaðurin fyri danska
Javnaðarflokkin, í samrøðu
við TV2 4. juni í ár.
- Tað er sera týdning
armikið, at vit í løtuni
senda ein so greiðan
boðskap sum møguligt
til Putin. Og man nýtist
ikki gott hugflog fyri at
ímynda sær, at tey ymisku
propagandatólini hjá
Russland fara at brúka
hetta til fulnar í teirra
frágreiðing um, hvussu
vit í vesturheiminum ikki
veruliga standa saman.
Michael Aastrup Jensen,
uttanríkispolitiski talsmaðurin
hjá danska stjórnarflokkinum
Venstre, við TV2 4. juni í ár.
- Sum heild stuðlar
stjórnin Føroyar í teirra
ynskjum um tættari
handilssambond
við umheimin.
Danski uttanríkisráðharrin
Anders Samuelsen, í svari til
ein fyrispurning í Fólkatinginum
í juli, um danskan leiklutin í
samband við føroyska ynski
at fáa fríhandilsavtalu í lag
við Russland og EABS.