hósdagur 22. november 2018síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 23. NOVEMBER 2018
SOSIALURIN 136
12
Samhandilin við Russland
TEMA
Føroyar eru í einari serstøðu
- Eg haldi at føroyskar fyritøkur eru nokk so
tilvitaðar um, at fyrr ella seinni verður støðan
á russiska marknaðinum vanlig aftur, sigur
Niels Winther, ráðgevi hjá Vinnuhúsinum um
serstøðuna hjá Føroyum á russiska marknaðinum.
HALLUR AV RANA
HALLUR@SOSIALURIN.FO
H
óast kritikkur javnan
hoyrist um føroyska
útflutningin av mat
vørum
til
russiska
marknaðin, so sæst tað ikki aftur
í virkseminum hjá føroyskum
fyritøkum. Tað er sambært Niels
Winther, ráðgeva hjá Vinnuhús
inum, ið vísir á, at Vinnuhúsið
ikki er vitandi um, at samhandilin
millum londini hevur havt nakra
neiliga
ávirkan
á
føroyskar
vinnufyritøkur.
- Vit í Vinnuhúsinum eru ikki
vitandi um, at samhandilin við
matvørum til Russlands hevur
kostað aðrastaðni. Tað er eisini
torført at síggja, hví samhandilin
skuldi kostað á øðrum økjum, tá
hugsað verður um, at samhandil
in millum ES-lond og Russland er
stórur og vaksandi innan flest øll
onnur øki enn júst matvørur,
sigur Niels Winther.
Sambært tølunum hjá Vinnu
húsinum, so endar umleið ein
fjórðingur av føroyska útflutn
ingin á russiska marknaðinum
og er talan tískil um ein týdning
armiklan marknað fyri føroyskar
fyritøkur. Men núverandi støða
er ein serstøða vísir ráðgevin á.
- Føroyskir fiskaseljarar eru í
løtuni í einari serstøðu á russiska
marknaðinum orsakað av russ
isku
handilstiltøkunum
móti
matvørum úr ES, men eisini áðr
enn tiltøkini var Russland eitt
týðandi samhandilsland. Russ
iski marknaðurin hevði eisini
stóran týdning, tá ES í 2013 setti
tiltøk í verk móti føroyskum
pelagiskum fiskavørum. Tá var
russiski marknaðurin álitið í út
flutninginum
av
pelagiskum
fiskavørum, sigur Niels Winther.
Ikki varandi
Av tí at Føroyar í løtuni hevur
eina serstøðu á russiska markn
aðinum, eru føroysku fyritøkur
nar eisini væl greiðar yvir, at tal
an er um eina støðu, ið ikki er
varandi.
- Eg haldi at føroyskar fyritøk
ur eru nokk so tilvitaðar um, at
fyrr ella seinni verður støðan á
russiska marknaðinum vanlig
aftur, sigur Niels Winther og
leggur afturat, at um so støðan
broytist, so er útflutningurin
kortini meira tengdur at ES-
marknaðinum
enn
russiska
marknaðinum.
- Føroyskar fyritøkur selja
kring allan heim, og framvegis
fer væl meira av okkara útflutn
ingi til ES enn til Russlands. So
vit eru framvegis meira tengd at
ES-marknaðinum enn at russiska
marknaðinum, tó at Russland
bæði søguliga og í dag er ein av
okkara týðandi samhandilspartn
arum.
Fleiri marknaðir
Í uttanríkis- og vinnumálaráðn
um hevur man lagt seg eftir, at
betra um møguleikarnar hjá før
oyskum fyritøkum útflyta vørur
til ymisk lond. Tað er eitt arbeiði,
ið man er fegin um innan vinn
una.
- Leikluturin hjá politiska
myndugleikanum er stórur, tá
umræður at skapa betri markn
aðaratgongd fyri føroyskan út
flutning, bæði tá tað snýr seg um
handilsavtalur og veterineravtal
ur. Tíbetur virkar tað, sum hetta
økið er vorðið raðfest hægri av
myndugleikunum seinnu árini,
og tað er týdningarmikið at varð
veita hetta fokus. Yvirhøvur hev
ur tað stóran týdning at hava
gott samstarv við tey lond, sum
vit útflyta til, eisini tá tað snýr
seg um samhandil við Russland,
sigur Niels Winther frá.
Arbeitt hevur verið seinnu
árini við at fáa í lag fríhandilsav
talu við Turkaland, Kina, Japan
og onnur lond. Sambært Vinnu
húsinum er hetta eitt arbeiði, ið
seinni kann fáa stóran týdning
fyri føroyskt vinnulív.
- Tað er eingin ivi um, at hesi
lond kunnu gerast serstakliga
týdningarmikil fyri føroyskan
útflutning. Vit hava fingið frí
handilsavtalu við Turkaland, og
hóast samhandilin við Turkaland
ikki hevur tikið dik á seg enn, er
tað
týdningarmikið
at
hava
henda møguleika, so tað kann
handlast, tá høvið býðst, sigur
Niels Winther.
Kina og Japan
Harumframt vísir hann á týdn
ingin av at fáa ein fríhandilsav
talu við Kina, so at føroyskar
fyritøkur megna at vera kapping
arførir við kappingarneytarnar í
Norra.
- Kina er longu ein týðandi
marknaður fyri føroyskan laks,
og kann gerast týðandi fyri onn
ur fiskasløg eisini. Fleiri lond
hava longu fríhandilsavtalu við
Kina, og um Noreg fær eina frí
handilsavtalu við Kina uttan at
Føroyar fáa nakra avtalu, kann
tað skapa stórar avbjóðingar fyri
føroyska útflutningin til Kina.
Tað er tí sera umráðandi, at før
oyskir myndugleikar raðfesta
arbeiðið høgt, at vinna Føroyum
betri handilssømdir á kinesiska
marknaðinum, tí potentialið á
marknaðinum er stórt, sigur Niels
Winther.
Eisini japanska marknaðin er
verdur at halda eyga við, metir
ráðgevin, tí tað er ein marknaður,
ið kann lata dyrnar upp fyri aðr
ar møguleikar.
- Japan er ein væl gjaldandi,
men eisini sera krevjandi markn
aður, sum kann gerast sera
spennandi fyri føroyskar fyri
tøkur. Tað verður sagt, at kanst
tú selja eina fiskavøru á japanska
marknaðinum, kanst tú selja
hana kring allan heim. So tað
verður spennandi at fylgja ar
beiðinum við at betra marknað
aratgongdina til japanska markn
aðin, og teimum møguleikum tað
kann geva føroyskum fyritøkum,
sigur Niels Winther.
- Føroyskir fiskaseljarar eru í løtuni
í einari serstøðu á russiska markn
aðinum orsakað av russisku handils
tiltøkunum móti matvørum úr ES
- Japan er ein væl gjaldandi, men eisini
sera krevjandi marknaður, sum kann
gerast sera spennandi fyri føroyskar
fyritøkur. Tað verður sagt, at kanst
tú selja eina fiskavøru á japanska
marknaðinum, kanst tú selja hana
kring allan heim.