Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-22, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. november 2018síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. NOVEMBER 2018 SOSIALURIN 136 13 Vilja ikki órógva vinnuna - Tá tað kemur til altjóða handil, so er tað nakað, ið vinnan sjálv tekur sær av. Og í seinastu hevur tað verið russiski marknaðurin, ið hevur verið áhugaverdur fyri vinnuna, sigur Annita á Fríðriksmørk, forkvinna í Løgtingsins Uttanlandsnevnd. HALLUR AV RANA HALLUR@SOSIALURIN.FO A v tí at føroyingar onga ávirkan hava á utt­an­ ríkispolitikk, so er tað vinnan sjálv, ið tekur avgerð um hvar hon ynskir at selja sínar vørur. Tað er boð­skap­ ur­in hjá Annitu á Fríðriksmørk, forkvinnu í Uttanlandsnevndini hjá løgtinginum, tá hon verður spurd um føroyska samhandilin við Russland. - Tá tað kemur til altjóða handil, so er tað nakað, ið vinnan sjálv tekur sær av. Og í seinastu hevur tað verið russiski markn­ aðurin, ið hevur verið áhuga­ verd­ur fyri vinnuna, sigur for­ kvinna. Forkvinnan vísir á, at man frá føroyskari síðu sjálvandi heldur eyga við tí, ið gongur fyri seg í Russlandi, men er hon eitt sindur varin við, at ein stórur partur av útflutninginum fer til Russlands. - Vit útflyta til Russland, tí ES boykottaði okkum á sinni. Tá vóru russar klárir at keypa frá okkum. Men spurnartekin kann kortini setast við hvussu trygt tað er, at ein so stórur partur av okkara útflutningi fer til Russ­ lands. Vanliga sigur man, at man ikki skal leggja øll eggini í eina kurv, men tað má vinnan sjálv finna út av, sigur Annita á Fríð­ riks­mørk. Leggja merki til føroysku støðuna Hon vísir á, at tað kemur javnan fyri, at limirnir í Uttan­lands­ nevnd­ini verða spurd av útlend­ sk­um gestum um samhandilin við Russland. - Tað er nakað fólk leggja merki til, men tey flestu eru samd í, at hetta er ikki nakað, ið pol­it­ikarar skulu blanda seg í. Tað er jú eisini ein sannroynd, at hóast ES og Russland hava sett revsitiltøk í verk móti hvørjum øðrum, so verður enn nógv handla millum londini, sigur ting­kvinnan fyri Tjóðveldi. Sum forkvinna í Uttan­lands­ nevnd­ini hjá løgtinginum metir hon, at tað er ein breið politisk semja á tingi um, at politikarar ikki skulu órógva handilin mill­ um Russland og Føroyar, men lata vinnuna fáa frið at virka. Støð­an hevði tó verið ein onnur, um man hevði ein sjálvstøðugan utt­an­ríkis­pol­it­ikk. - So hevði man kanska fingið nakr­ar upplýsingar, ið man ikki hev­ur í dag. Tað hevði kunna ávirkað okkara samhandil við onn­ur lond, tí tað hevði givið okk­um ein heilt annan leiklut á al­tjóða pallinum, vísir hon á. Men havandi verandi ríkis­ rætt­arligu støðuna í huga, metir ting­kvinnan, at uppgávan hjá før­oyskum politikarum er fyrst og fremst at tryggja, at vinnulívið hev­ur so góða atgongd sum gjør­ ligt til ymiskar marknaðir úti í heimi. - Vit hava ein opnan búskap, ið byggir á, at vit útflyta næstan alt, ið vit framleiða og fiska, meðan vit innflyta næstan alt okkara for­brúk. Vit eru ikki serliga sjálv­ for­sýnandi á tann hátt og hava tí brúk fyri góðum samstarvi við all­an heim, sigur Annita á Fríð­ riks­mørk. - Tað hevði kunna ávirkað okkara samhandil við onnur lond, tí tað hevði givið okkum ein heilt annan leiklut á altjóða pallinum