hósdagur 22. november 2018síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 23. NOVEMBER 2018
SOSIALURIN 136
14
Samhandilin við Russland
- Um vit ikki skulu selja til tey, ið ikki liva upp
til nøkur etisk virðir hjá okkum, so doyggja
vit í hungri. Tí øll eru so ella so etiskt úti av
javnvág. Kina hevði neyvan klárað tað og heldur
ikki Turkaland. Vit kunnu fara gjøgnum alla
mylluna, men tað eru so øgiliga fá lond, ið eru
demokratisk viðurkend. Um man skal taka
útgangsstøði í tí, eru ikki nógvir marknaðir
eftir, sigur Poul Michelsen, uttanríkis- og
vinnumálaráðharri, tá hann verður spurdur
um tað er etiskt rætt at útflyta til Russlands.
HALLUR AV RANA
HALLUR@SOSIALURIN.FO
T
að vakti ans innan ríkis
felagsskapin, tá Poul
Michelsen, føroyski utt
anríkis- og vinnumála
ráðharrin, og Tatiana Valovaya,
EABS nevndarlimur og ráðharri
fyri búskaparsamstarvi, skriv
aðu undir eitt formligt semju
skjal í summar.
Semjuskjalið er ein karmur
um neyvari búskaparligt sam
starv og øktan samhandil millum
Føroyar og limalondini í EABS, ið
eru
Russland,
Hvítarussland,
Kasakstan, Kirgisistan og Arm
enia.
Avtalan millum Føroyar og
tjóðirnar fyri eystan fekk fleiri
danskar politikarar at taka til
orðanna og ávara føroyingar um
at knýta ov tøtt bond við Russ
land, samstundis sum ein stórur
partur av Vesturheiminum ligg
ur í stríð við landið, sum ein av
leiðing av fleiri hendingum á
altjóða pallinum seinnu árini.
Tosa fyri deyvum oyrum
Kritikkurin tykist als ikki at hava
fingið fótafesti í Føroyum, her
tað tykist at vera breið semja í
politisku skipanini um at halda
fast í samhandlinum við Russ
land. Høvuðsorsøkin tykist vera,
at so leingi sum Føroyar ikki
hava ræðið yvir egnan uttan
ríkispolitikk, er tað óneyðugt at
blanda slík viðurskifti upp í al
tjóða handilspolitikk.
Ein av forsprákaranum fyri
hesum sjónarmiði er Poul Mich
elsen, landsstýrismaður í uttan
ríkis- og vinnumálum. Hann legg
ur dent á, at hann sum so ikki
hevur nakað til yvirs fyri nógv
um av tí, ið gongur fyri seg í russ
iska samfelagnum, men at sam
bandið millum londini einans
handlar um handil.
- Tað er handil tað snýr seg
um. Hetta hevur einki við uttan
ríkispolitikk at gera, tí har hava
vit einki at siga. Av tí sama hava
vit ikki ta vitan, ið skal til, fyri at
taka støðu til tað, ið fyrigongur á
uttanríkispolitiska økinum. Okk
ara øki er handil og alt annað er
felagsmál. Og har eru tað danir,
ið ráða fyri borgum, sigur Poul
Michelsen.
Avmarkað vitan
Um so var, at landsstýrið hevði
yvirtikið uttanríkismál, so hevði
støðan helst verður ein heilt
onnur, ásannar landsstýrismað
urin. Tá hevði man nevniliga
fingið atgongd til upplýsingar, ið
høvdu givið grundarlag at tikið
eina støðu í stríðnum millum
vesturlond og Russland.
- Tað er eingin ivi um, at tað
hevði verið ein onnur støða. Men
sum nú er, so er okkara vitan um
tað, ið gongur fyri seg á altjóða
økinum, avmarkað til tað vit lesa
í bløðunum. Vit fáa ikki aðrar
upplýsingar enn tað, ið onnur
fáa. Vit og Uttanlandsnevndin
fáa ein leysliga frágreiðing danska
uttanríkisráðharranum eina ferð
um árið, men tað er ikki nakað, ið
er av slíkum vavi, at vit fáa tikið
størri avgerðir, sigur landsstýris
maðurin.
Hann dylur ikki fyri, at hann
hevði ynskt at støðan var øðrvísi,
men hevur sjálvur uppliva í síni
tíð sum landsstýrismaður, at
danir eru avgjørdir um, at før
oyingar ikki skulu blanda seg
uppí altjóða viðurskifti.
- Danir eru øgiliga aggresivir
um, at vit ikki skulu blanda okk
um uppí. Eg havi onkuntíð út
talað meg alment um nøkur við
urskiftir, men havi fingið átalur
fyri tað. Tí tað eru nøkur viður
skiftir, ið eg ikki eigi at úttala
meg um, tí talan er um danskt
málsøki, sigur landsstýrismaður
in.
Høvdu doyð í hungri
Tá tað kemur til handil, so hevur
landsstýrismaðurin fleiri ferðir
gjørt vart við, at hann metir ikki,
at moralur og handil skulu bland
ast. Tað ger nevniliga lívið óneyð
uga trupult.
- Um vit ikki skulu selja til tey,
ið ikki liva upp til nøkur etisk
virðir hjá okkum, so doyggja vit í
hungri. Tí øll eru so ella so etiskt
úti av javnvág. Kina hevði neyv
an klárað tað og heldur ikki
Turkaland. Vit kunnu fara gjøgn
um alla mylluna, men tað eru so
øgiliga fá lond, ið eru demokratisk
- Vit taka ikki
hædd fyri
etikki í okkara
metingum.
Millum annað
tí, at um man
ynskir at gera
tað, so má man
vita meira um
hesi viðurskifti,
enn tað man
hoyrir úti á
gøtuni.
TAKA IKKI HÆD
TEMA