Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-22, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. november 2018síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. NOVEMBER 2018 SOSIALURIN 136 15 viðurkend. Um man skal taka út­ gangsstøði í tí, eru ikki nógvir marknaðir eftir, sigur Poul Mich­ el­sen. Men aftur her er tað avger­ andi, at við verandi ríkis­rætt­ar­ liga støðu hava føroyski myndug­ leik­ar ikki atgongd til teir upp­lýsingar, ið kunnu varpa neyð­uga ljósið yvir møguligar mor­alskir tvístøður. - Vit taka ikki hædd fyri etikki í okkara metingum. Millum annað tí, at um man ynskir at gera tað, so má man vita meira um hesi viðurskifti, enn tað man hoyr­ir úti á gøtuni. Tað krevur, at vit vita munandi meira um tað, ið gong­ur fyri seg á uttan­ríkis­pol­it­ iska økinum, sigur hann. Misskilja støðuna Poul Michelsen metir sum heild, at støðan hjá Føroyum í stríðnum mill­um Russland og vest­ur­heim­ in er í stóran mun misskilt. Tað upp­livir hann eisini, tá polit­ik­ar­ ar aðrastaðni frá seta spurning við hví Føroyar ikki taka lut í til­ tøk­unum móti Russlandi. - Tey allarflestu misskilja støð­una. Tað er ikki so, at tað er ES, ið boykottar við ikki at selja Russ­land vørur. Tað er ES, ið hevur sett revsitiltøk í verk móti ávísum russiskum borgarum. Hevnisøkan hjá Russland er at boykotta matvørur frá teimum londum, ið taka lut í hesum. Vit hava aldrin tikið lut í hesi ósemj­ uni. Tí eru vit ikki partur av teim­ um londum, ið Russland boy­kott­ ar, sigur Poul Michelsen. Boykottið hjá Russland móti ES-londum er avmarkað og vísir lands­stýrismaðurin á, at hóast ósemjuna, so handla ES-lond meira enn nakrantíð áður við Russ­land. -Tað er ikki so, at tað er ES, ið boykottar við ikki at selja Russ­ land vørur. ES londini kappast um at selja vørur til russiska markn­aðin, men bara á øllum øðrum økjum enn matvørum. Tí er handilin hjá bæði ES og øðrum londum eisini vaksin rættiliga nógv síðan boykottið byrjaði. Ein­asti munurin er, at vit sleppa at selja matvørur til Russland. Fjøltátta marknaðin At man í Føroyum er glaður fyri tann russiska marknaðin er eing­ in loyna. Handilin millum londini tók veruliga dik á seg, tá ES setti revsitiltøk í verk móti Føroyum undir makrelósemjuni og hevur verið vaksandi síðan. Lands­ stýris­maðurin metir at markn­að­ ur­in hevur stóran týdning fyri Før­oyar, men vísir eisini á, at tað er ein liður í arbeiðinum at fjøl­ tátta talið av útlendskum markn­ að­um, ið vinnan kann útflyta til. - Tað hevur ómetaliga stóran týdning, at við hava ein marknað sum Russland aftrat tí, ið vit høvdu frammanundan. Man kann siga tað á tann hátt, at vit hava havt syrgiligar royndir við ES, ið vit høvdu ein øgiliga konsetr­er­ að­an handil við. Vit høvdu álit á, at tann handilin var í tryggari legu, men so kom handils­boy­ kottið sum ein skelkur fyri okk­ um føroyingar, vísir hann á. Revsitiltøkini móti Føroyum var beinleiðis orsøkin til, at eyg­ uni blivu vend eystureftir, har ym­isk onnur viðurskifti høvdu ført til, at russiski marknaðurin var klárur til eina føroyska inn­ rás. Men spurningurin er, um vinn­an ikki er vorðin ov tengd at russ­iska marknaðinum nú. - Russland er ein spennandi markn­aður hjá okkum, men kanska kann man siga, at Russ­ land vigar í so nógv í tað samlaða. Vit tosa um eini 25 prosent og tað kann vera í ovari kanti, um man skal fjøltátta marknaðin. Tað kann væl vera, men marknaðurin er góð­ur og tað sær út til, at vit hava tak á marknaðinum, sigur lands­stýrismaðurin. Men royndirnar við ES gera, at man er vorðin eitt sindur meira varin, og arbeiðir man tí aktivt fyri fyri at økja um talið av út­ lendsk­um marknaðum fyri før­ oysk­ar vørur. - Strategiin er at fjøltátta markn­aðin hjá okkum, so at vit hava fleiri streingir at spæla upp á. Í løtuni eru tað serliga Russ­ land, Kina, Turkaland, ES, USA og Suð­ur­amerika, meðan Japan og Suðurkorea eru á veg. Vit brúka nógva orku upp á fáa góðkent okkara fyritøkur, so at vit kunna út­flyta til ymiskar marknaðir, sig­ur Poul Michelsen. - Tað er eingin ivi um, at tað hevði verið ein onnur støða. Men sum nú er, so er okkara vitan um tað, ið gongur fyri seg á altjóða økinum, avmarkað til tað vit lesa í bløðunum. Vit fáa ikki aðrar upplýsingar enn tað, ið onnur fáa. DD FYRI ETIKKI