hósdagur 22. november 2018síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 23. NOVEMBER 2018
SOSIALURIN 136
16
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
S
einastu vikurnar eru
fleiri ung enn van
ligt komin illa fyri av
rúsevnum í Føroyum.
Tað upplivir Martin Kúrberg,
sum er leiðari á viðgerðarheimi
num, Frælsi, á Eiði.
Hann hevur tosað við fleiri
ung, sum hava fortalt honum
um rúsevnisstøðuna í Føroyum
fyri tíðina, og tey siga m.a., at
nógv hassj er at síggja í øllum
landinum. Aftrat hansara
beinleiðis keldum, leggur
Martin Kúrberg eisini merki
til vaksandi tendensin
gjøgnum telefonina, tí í
síðstuni hava óvanliga
nógv foreldur ringt til
hansara og kært sína
neyð um síni børn, sum
hava fingið trupulleikar.
- Telefonin blívur
við at ringja. Ørkymlað
foreldur fortelja, at tey
hava funnið útav, at
teirra børn eru byrjað at
eksperimentera við ymsum
rúsevnum. sigur Martin Kúr
berg, sum meinar, at nógvu
uppringingarnar samsvara væl
við søgurnar, hann hevur hoyrt,
um at óvanliga nógv hassj er
runt landið fyri tíðina.
Løgreglan váttar mistankan
hjá Martini Kúrberg og sigur við
Sosialin, at talan beint nú er um
eina tíð, har nógv rúsevni eru í
landinum.
Martin
Kúrberg
hevur
gjøgnum nógvu seinastu árini
gjørt eitt megnararbeiði fyri at
hjálpa føroyingum burtur úr rús
evnistrupulleikum.
Hann heldur,
at tíðin
er komin til at gera okkurt
meira ítøkiligt fyri at koma
trupulleikunum og avbjóð
ingunum við rúsevnum í Føroy
um til lívs. Tí kennir hann seg
noyddan at tala at nú og ávirka
myndugleikar til at taka ábyrgd.
- Eg ætli mær ikki bara
at hyggja at, tá
foreldur og
u n g
dómar
blíva við
at koma í
klemmu
av
hesum. Eg vil
altíð standa upp og
gera nakað fyri hetta.
Eg havi sæð, hvørjar fylgj
urnar eru og síggi, hvussu
nógvar menniskjalagnur verða
oyðilagdar av rúsevnum, sigur
Martin Kúrberg.
So nógv at prísurin fellur
Martin Kúrberg vísir á, at fyri
einari tíð síðani hoyrdi mann
nógv oftari í fjølmiðlunum
um fólk, sum vórðu tikin
í tollinum fyri at hava
smuglað rúsevni til Før
oya.
- Men nú er einki at
hoyra um nakað. Men
sjálvt um mann einki
hoyrir um hetta, so
ringja foreldur til mín
allíkavæl. Marknaðurin
koyrir bara í tí stilla fyri
tíðina, sigur hann.
Løgreglan upplivir, at
alsamt fleiri rúsevnir eru í
Føroyum nú, enn tað annars
hevur verið – og serliga hava
løgreglufólkini sæð nógv til
hassj.
- Tað er nógv hassj í Føroyum
í løtuni, og tað er meira, enn tað
hevur
v e r i ð
fyrr í ár,
váttar Kurt
Rasmussen frá
narkodeildini hjá
løgregluni.
Martin Kúrberg hevur
fingið at vita frá álítandi
keldum, at tað er so nógv hassj
til í Føroyum í løtuni, at prísurin
á hassji av tí sama er follin. Tað
er sambært honum ikki vanligt.
- Tá ein so stór sending kemur
inn, so verður so nógv til, at prís
urin fellur. Eg haldi, tað er ótrú
ligt, at tað ber til. Tá er heilt
galið, og tí er tað so ørkymlandi,
sigur Martin Kúrberg.
Eisini harðari rúsevni
Men tað er ikki bara hassj, sum
Martin Kúrberg og løgreglan
leggja merki til fyri tíðina.
- Tað er nógv á marknaðinum
Rúsevni í Føroyum:
SAMRØDA: Martin Kúrberg
- Eg ætli mær ikki bara at hyggja at, tá foreldur og ungdóm
ar blíva við at koma í klemmu av rúsevnum, sigur leiðarin
á viðgerðarstovni, Martin Kúrberg, sum hevur lagt merki
til, at óvanliga nógv rúsevni eru í Føroyum fyri tíðina
- VIT EIGA
AT STYRKJA
EFTIRLITIÐ