hósdagur 22. november 2018síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 23. NOVEMBER 2018
SOSIALURIN 136
17
beint
nú av
alskyns
slag. Vit
síggja eisini
evni sum
t.d. frímerki,
sigur Kurt Rasmussen, løg
reglumaður.
Løgreglan vil tó halda
kortini tætt innat kroppinum
og vil ikki fara í smálutir um
málið í løtuni.
Martin Kúrberg er ørkymlað
ur av støðuni.
- Tað er ørkymlandi, at
syntetisk rúsevni eisini koma
inn til landið, og at mann ikki
megnar at fanga smuglararnar.
- Marknaðurin broytir seg
allatíð, og tey, sum framleiða og
smugla, menna allatíð nýggjar
teknikkir fyri at fáa rúsevnini
inn til landið, sigur Martin Kúr
berg.
Hann fortelur, at rúsevnini
verða sniðgivin eftir ungum
fólki, eins og rúsdrekka verður
tað.
- Mann sær t.d. við rúsdrekka,
at Gajol-skotini hava broytt seg
til at smakka av bommi fyri at
raka unga málbólkin. Soleiðis
er tað eisini við rúsevnum. Tey
flyta seg eftir ungum fólkum
uppá sama máta. Tað er tað, sum
er so óhugnaligt, sigur hann og
sipar til tey sokallaðu “party-
drugs”.
Føroyar liggja fjarskotnar
frá øðrum londum, og rúsevnis
prísirnir her eru væl hægri enn
uttanlands. Martin Kúrberg
ivast ikki í, at hetta er orsøkin til,
at fólk velja at smugla til Føroya.
- Fólk smugla, tí mann fær
so nógvar pengar aftur fyri tað,
sigur hann.
Oyðileggjandi fyri familjur
Martin Kúrberg vísir á tær
nógvu avleiðingarnar, rúsevnis
misnýtsla kann hava við sær.
Hann leggur serliga dent á, at
tað kann vera við til at ávirka
familjulívið hjá misnýtaranum,
tí akkurát hetta hevur hann
sæð so ofta fyrr. Hann heldur,
at fleiri føroyskar familjur
hava lyndi til at halda tað vera
ov óveruleikakent, at onkur í
familjuni kann fáa trupulleikar
av rúsevnum.
- Nógvar familjur hava
hendan holdningin at “hetta
rakar ikki okkum”. Men tað eru
hóast alt nýggj fólk, sum koma
til allatíð, so tað kann raka ein, tá
mann minst væntar tað. Nógvar
familjur fara í knús av hesum,
og tað kann vera mín ella tín
familja í morgin, sigur hann.
Hann leggur merki til, at fólk
í Føroyum ofta eru væl vitandi
um onnur fólk, ið brúka rúsevni.
- Vit eru ikki ein milliónbýur.
Her eru jú bara nøkur fá túsund
fólk í Føroyum. Í bygdum og
býum vita fólk, hvar og hvussu
tað gongur fyri seg við rúsevn
um. Mann er so øgiliga góður
til at tosa um tað, tí mann ikki
sjálvur kemur í klemmu. Men
ein dagin kann tað sum sagt
vera ein sjálvur og eins barn,
sigur Martin Kúrberg.
Leiðarin á Frælsinum vil ikki
hoyra talan um nakað kompro
mis við rúsevnir. Hann vísir á
týdningin av at fyribyrgja rús
evnismisnýtslu.
- Rúsevni kunnu oyðileggja
ungdómar, sum eru á veg inn í
lívið. Um mann ikki fyribyrgir,
so koma tað fleiri og fleiri tungir
misnýtarar. Fleiri ung fara av tí
sama at fáa trupulleikar, og tað
verður ein størri samfelagsligur
trupulleiki. Tað eru fyrst og
fremst ungdómarnir, ið fáa
trupulleikar, og seinni fáa
familjurnar trupulleikar av tí.
Tað verður eitt øgiligt tap fyri
samfelagið í síðsta enda, greiðir
Martin Kúrberg frá.
Eina felags ætlan
Martin Kúrberg heldur, at ítøki
lig stig eiga at verða tikin fyri at
steðga trupulleikanum. Hetta
kann sambært honum gerast
við, at myndugleikarnir sam
skipa arbeiðið øðrvísi við einum
størri samstarvi.
- Tollarar, løgreglan og onnur,
ið hava nakað við hetta at gera,
burdu verið meira saman
um hesa avbjóðingina. Mann
kundi sett seg niður og prátað
um støðuna við rúsevnum í
landinum og finna útav, hvussu
tað ber til, at tað er so, og um
hugsa, um mann mótarbeiðir tí
nóg gott, sigur hann.
Hóast løgreglan ikki kann
siga nakað ítøkiligt um arbeiðs
hættirnir hjá løgregluni, so
staðfestir Kurt Rasmussen frá
narkodeildini, at tað verður
miðvíst arbeitt við at basa
trupulleikanum.
- Smuglarar hava funnið
nakrar vegir at fáa rúsevnini
inn til landið, so har eru nøkur
hol, vit ikki hava fingið tipt. Vit
gera tað, vit kunnu, fyri at steðga
teimum, og vit hava eyguni við
tí, staðfestir hann.
- Vit eiga at styrkja
eftirlitið
Martin Kúrberg hevur eitt boð,
um hvat kann gerast fyri at
steðga smuglarunum og harvið
gera rúsevni minni atkomilig í
Føroyum.
- Mann eigur at kanna, um tað
eru nokk ressoursir til at steðga
hesum. Vit eiga at styrkja eftir
litið bæði í mun til politstar og
tollarar. Tað má setast nógv
meira av til at fyribyrgja, at rús
evnini koma inn til landið. Toll
ararnir fáa jú ikki fatur í øllum,
tí mann er ikki útgjørdur til tað,
sigur Martin Kúrberg.
Løgreglan er undir donsku
skipanini, og tí er tað ikki upp
til løgregluna sjálva at seta fleiri
pengar av til avbjóðingina. Men
fleiri kreftir til løgregluna eru
ynskiligar.
- Vit kundu sjálvandi ynskt
okkum nógv fleiri ressoursir.
Rúsevni ávirka jú samfelagið
rættiliga nógv, sigur Kurt Ras
mussen frá narkodeildini hjá
løgregluni.
Martin Kúrberg heldur, at
óansæð hvussu nógv tað kostar
at seta fleiri fólk í starv fyri at
fáa betri eftirlit, so er tað tað
vert í síðsta enda. Tí má okkurt
gerast nú.
- Tess betri vit blíva til at
taka hond um tingini tíðliga,
tess bíligari verður tað. Tað
er jú frustrerandi, um mann
manglar manning og eftirlit,
tí mann vil jú steðga hesum.
Sjálvandi kostar tað her og nú,
men í longdini sparir mann eina
rúgvu, sigur Martin Kúrberg.
PATURE@SOSIALURIN.FO