hósdagur 22. november 2018síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 23. NOVEMBER 2018
SOSIALURIN 136
25
at fara undir lestur á Sjó mans skúl a
num í Svendborg. Har trív ist hann
ikki serliga væl, og eftir ein mán að
flytur hann um sundið og byrj ar á
Marstal Navigatiónsskúla. Enda
málið er at fáa hægstu nautisku
útbúgving, sum var til, at gerast
skips før ari. Og nú fer av álvara at
bragda hjá glyvradronginum. Eitt
kvøld ið um hetta mundið, heima
stadd ur, fær hann eyga á eina gøtu
gentu. Slektað úr Grógv í Syðru gøtu,
dóttir tey bæði Jóan Elias og Suffíu
Gregersen. Arnbjørg. Eyg uni bresta
saman í dansinum í Sjón leik a r húsi
num í Fuglafirði, fast var skekl að, og
forelskilsið vaks til burð ar dyggan
kærleika fram til hendan dag.
Tey fluttu bæði til Marstal, og
har vórðu lunnarnir lagdir und
ir fjølskylduna av børnum, abba
børn um og langabbabørnum, sum
øll sita í kirkjuni í dag. Í 1956 kom
hann heimaftur við Tjaldrinum við
skips før ar a prógvi, einum barometri
fyri væl av rikað verk á skúlanum og
konu og fyrsta barninum. Hann helt
lítið um barnaskúlan á Glyvrum, har
kom onki burturúr, men eitt skeið á
Føroya Fólkaháskúla gjørdi honum
stóran mun.
Hann tók mangan til hendan vet
ur in, har hann av álvara varð tjóð
skap ar liga kveiktur. Pápi hansara var
iva leysur á tjóðskaparkósini, og ein
av teimum sum stukku inn á gólvið
á Langanesi, táið hann ferðaðist í
Eysturoynni, var Jóannes bóndi.
Hetta snúði seg kanska meiri um at
trúgva á egnan mátt og egna megi,
sjálv bjargni á øllum mótum, heldur
enn um smáligt partapolitiskt kegl.
Málið var størri og hægri. Tað snúði
seg í stóran mun um, at føroyingar
sum fólk áttu at standa á egnum
beinum. Í hvussu er skiltu teir ikki
tað øvuta sjónarmiðið, hóast tað
ikki varð rópt út um allar geilar.
Í apríl í 1956 mynstrar hann um
borð á einum skipi hjá J. Lauritzen
í Es bjerg, sum liggur fyri at fara til
Phila delph ia í USA. Skaldið Jóanes
Niel sen sigur í kendu yrkingarrøðini
– Trý brøv til ein fiskimann – at børn
ini hjá fiskimonnum kenna ikki sín
ar pápar. Støðan var uppaftur verri
hjá okkum, sum áttu pápar, ið sigldu
úti, mynstringarnar vardu í 23 ár.
Reiðarin Knud Lauritzen var ein
modernaður maður og reiðari, hann
ynskti at konur og børn sluppu um
borð á skipini, fyri at gera tað meiri
høg ligt hjá familjumonnum at liva
og virka umborð á skipum hans ara.
Soleiðis fingu mamma og vit
systkini møguleikan fyri at ferð ast
kring um ein stóran part av heim
inum. Hann var í átta ár hjá Lauritzen,
og hetta var ein týdningarmikil tíð
fyri hann. Umframt at tosa enskt fór
hann nú undir at læra seg at tosa á
sponskum, og tað lá væl fyri, tá ið
stórur partur av manningini vóru
latínmerikanarar, úr Chile, Arg en
tina og Ecuador.
Um hetta mundið rendi hann
seg eisini inn í ein sannan brenn
i depil, Cubakreppan tók seg upp,
eftir at Sovjetsamveldið var far ið
undir at flyta hernaðarligt ís inkram
og kjarnorkumissilir til oynna í
caribiska grannalagnum hjá USA,
tað stóð og vigaði á um heim ur in
skuldi enda í einum triðja ver ald
ar bardaga. Teir sigldu ímillum USA
og Cuba fyri kollveltingina hjá Fidel
Castro og partisanum hansara. Eft ir
kollveltingina og serliga eftir hand
ils stongsulin – embargo´ina sigldu
teir ímillum Canada og Cuba.
Ann að hvørt var tú hesumegin
ella hin u megin. Svart ella hvítt, reytt
ella blátt, men siglingin hevði sum so
onki við politisku og hernaðarligu
spenn ing arnar í økinum at gera.
Hin vegin høvdu viðhaldsmenn hjá
Castro fingið trupulleikar, eisini í
Can ada. Ein teirra, sum var limur í
can adiska kommunistaflokkinum,
ovarlaga staddur í flokshierarkinum,
endaði sum blindur passasjerur
umborð á Indian Reefeer, har Jóan
Jákup var yvirstýrimaður.
Hann fekk ikki verið í heim
landi n um longur. Nýggja stjórnin
í Hav anna vitsti av hesum, og táið
teir høvdu fingið landgangin niður
á bryggj una í Havanna, komnir úr
Montre al, stendur ein ungur síð ull
að ur maður, undir alpuhúgvu baret,
í part i s andressi, við skammbyrsum
hang andi niður við mjadnunum og
bíð ar eftir at sleppa umborð. J. Greg
ers HolmNielsen skipari gevur yv
ir stýri manninum ordrar um at taka
sær av blinda passasjerinum og at
taka sær av byltingarmanninum á
bryggjuni. Hesin síðullaði og Jóan
Jákup møtast síðani hálvvegis í
landganginum, taka í hondina á
hvør øðrum, spjalla saman og fara
um borð fyri at avgreiða málið við
canad i ar anum.
Kann ætla at teir ikki hava tosað
um pol i tikk, ein heldur borgarligur
tjóð skap armaður úr Føroyum og
ein latí n ame rikanskur marxistur
úr Arg en tina, sum eisini var lækni
og comm and antur í cubansku
kollveltingarhirðini, skiltu helst ikki
hvønn annan á politiska mótinum,
vóru ikki á idépolitiskari bylgjulongd,
hóast teir tosaðu sama mál. Kortini
spældi alt væl av.
Maðurin var Ernesto Ché Guev
ara. Hann bjóðaði seinri deyðanum
av í frum skógini í Bolivia, meðan
glyvr a maðurin so smátt var farin
at hugsa um, hvør næsti leikurin
skuldi vera á lívsslóðini. Cubanski
sendi mað urin í Keypmannahavn,
sum vitj aði í Føroyum fyri tveimum
ár um síðani, sendi mammu eitt
kond o lan s u fjarrit í gjár, hon vitjaði
tey bæði ta ferðina, táið hon var í
býn um kortini, og hon var ikki sørt
im po ne rað av fundinum og søguni
úr Havanna í 1962.
Tað tykist vera rættiliga tilætlað,
at Jó an Jákup fer nakrar túrar við
donsk um coastarum miðskeiðis í
sekst i árunum, tá var sáttmáli longu
gjørd ur um at fáa smíðað eitt skip
av hesum slagnum á Tórshavnar
Skipasmiðju.
Hann og fleiri í fjølskylduni høvdu
tik ið seg saman um átakið. Í august í
1968 var „Norðvíkingur“ liðugt smíð
aður, og hann førdi skipið í 12 ár.
Kanska var hesin dagurin í 1968 tann
størsti av øllum í hansara vinnuliga
virk semi. Eftir tað komu fleiri ný
bygn ingar og partseigaraskapur í
øðr um útgerðarfeløgum. Trongdin
eftir at fáa vinnu upp at standa var
ó tøm andi, og helst hevur ongin átt
í so nógvum skipum, smíðað á før
oysk um skipasmiðjum, sum júst
hesin maðurin, ið fer um gravar
múl an um eina løtu. Kendist sum
var tað tilætlað, eitt slag av verkligari
tjóðarbygging.
Fjórða vinnuskiftið kemur í 1986,
táið hann keypir Runavíkar Frost
goymslu frá kommununi. Har var
hann stjóri til nú, hann dróg andan
fyri seinastu ferð 88 ára gamal. Har
við hevur hann onga hýru og løn for
vun nið, aðra enn úr egnum fel øg um
og frá sær sjálvum, í eina hálva øld.
Rímiliga imponerandi og rættiliga
umboðandi fyri hansara hugs an ar
hátt. Nógvu áv árunum loysti hann
meg av sum skipari, og hetta gjørdi
hann heilt fram til 1997, táið hann fór
um vanligan pensiónsaldur.
Og nú spyr onkur helst, hvussu
var hasin maðurin sum maður,
pápi, verpápi, abbi og langabbi? Hesi
kvøld ini á Ellisheiminum í Runavík
munnu vera besta endurspeglingin
av tí. Øll, sum eru komin undan teim
um báðum hjúnunum, hava staðið
við børu hansara og sungið og bið ið
fyri hansara jarðiska hylki og sál
ini, sum nú búleikast í aðrari sferu,
heima hjá Honum, ið hevur ræðið
á øllum, Skapanarverkinum, sum
Hann sjálvur smíðaði.
Hann var í grundini ein merk
i lig ur originalur, sagt í positivari
merk ing, sum legði líka í, hvat ið
onn ur hildu og søgdu. Ein óslípaður
dia mant ur. Hann livdi í pakt við tað
sum hann vildi, tímdi og ætlaði. Í
full komnari javnvág. Ikki til at sláa
út av pin n inum. Ikki til at vika.
Hann livdi og virkaði ikki eftir
hvussu onn ur ynsktu at hann skuldi
liva og virka. Hann var eitt slag av
kapitalisti, eg plagdi siga við hann,
at hann var ein dupultskinnaður
ketils drakts kapitalistur. Umframt
før oysku undirklæðini var hann
van liga í tveimum ketilsdraktum,
táið hann furaði aftur og fram á
gaff il trukkinum í 30 kuldastigum
á Frost goymsluni. Hann foraktaði
tað at koma í alment ljós, var nakað
smæðin av lyndi, og hóast vinnu rek
a ndi í hálva øld hevur hann ongantíð
tos að við ein fjølmiðil, hann hevur
held ur ongantíð flutt fram eina
røðu, og helst illneitast hann nú
um, í sínari himmalsku tjaldbúð,
at eg standi frammi í kór í hansara
kæru kirkju, og geri so nógv burturúr
hon um. Hann var ikki lýtaleysur,
held ur enn nakar annar, tað vóru
tíðir, táið tað gekk betri og verri við
vinn u virkseminum, men hann helt
fast um sítt, og hann hevði ein sera
sterkan samfelagsmoral.
Tað snúði seg um samfelagið fyrst
og fremst, at fáa tað at fungera, so
mátti alt annað koma hareftir. Hvørja
ferð eitt skip kom undan Saltnesi,
fegn að ist hann, og hóast megin var
far in at ganga undan, skuldi hann
ak ast út á bryggjuna fyri at síggja,
hvussu leikur fór. Einaferð í vár kom
mót brekk an av álvara, tað knípti við
at ganga om an í og niðan frá kirkjuni
sunnu dagar. Pøstur hvíldi hann seg
alt oftari, og so var fjørðurin rógvin.
Tað er ikki av ongum, at so nógv
er sung ið fyri honum hesar seinastu
dag a r nar. Tónleikur og sangur fyltu
ó van liga nógv í hansara universi.
Hann var sjálvur góður sangari.
Kvøð ari við. Livdi seg bókstaviliga
inn í søg u gongdina í kvæðunum
og citeraði ofta úr teimum. Kvæða
bøk ur nar lógu altíð opnar kring um
í húsinum. Ormurin Langi, Bróka
táttur, Ebbe Skammelsøn, Leivur
Øssursson, Brestis kvæði, Sjúrð ar
kvæðini, hann las uppí saman aftur
og hann var yvirhøvur ein væl lisin
maður. Útvarpið var opið frá morgni
til myrkurs og hann mintist alt, hu
kom ilsið var sum á einum gomlum
fíli.
Eitt var tað, at hann støðugt fleyg
und ir radaranum, eitt annað, at hann
hevði eini serdeilis góð evni at skoða
ígjøgnum, um tað var hum bukk
ella skilagóðar loysnir, sum menn
vartaðu upp við. Ein dag in høvdu
tveir finansjonglørar úr fíggj ar geir
a num spurt, um teir kundu sýna
okkum ein skilagóðan ílegg ing ar
møguleika.
Tað hildu vit báðir, at teir kundu.
Nú troppa teir upp ein fyrrapart við
slips um sum breiðfokkum, flippum
sum vind skei ðum, longum hvítum
frakk um, dokumentmappum og við
hóp in av sjelé í hárinum. Eg var vin
sæl ur og trakteraði teir við kaffi og
smá køkum, men stjórin møtti ikki
upp, og vit hoyrdu bara hurrið frá
trukki hansara. Triðju ferðina eg
royndi at fáa hann at leggja eygu og
oyru til framløgu teirra, gjørdi hann
greitt, at hann hevði ikki stundir at
tosa við fólk í slipsi, síðum frakkum
og við gelé í hárinum ein týsmorgum
kl. 10 – ein vanligan arbeiðsdag. Har
var annað at taka sær fyri.
Undir øllum umstøðum høvdu
hes ir metr o se x uellu gandakallarnir
ikki fing ið eitt bein til jørðina, tí hann
hevði eina turkatrúgv á, at virðini
bara koma úr arbeiðandi hondum
og tanka góðs inum hjá fólki, hann
var sera skeptiskur, táið tað kom til
smart ar loysnir, tí hevur fáur arbeitt
meiri í Føroyum enn júst hann, sum
verð ur borin út higani í dag. So slitin
var hann nú, av einum óvanliga hørð
um arbeiðslívi, at eg kom at hugsa
um yrkingina sum Jóanes Nielsen
skriv a ði til Hugo, táið hann var farin.
„Hann er deyður og skal eg vera er
lig ur vænti eg ikki at hann hevði
klár að seg millum einglarnar til tað
vóru armar og ryggur ov slitin.“
Mangar ringar túrar hevur tú
gjørt, ótaldar ferðir ligið á Hvarv i
num í himmalsins ódnarveðri, har
tað kundi ganga báðar vegir, men
nú stilti hann av. Av álvara. Nú er
logn. Og eg fái ikki sagt tað betur
enn trub a doururin Eyðun Nolsøe í
sanginum um deyða faðir sín: „Mín
faðir mítt upphav. Tú livir enn í mær.
Gævi tín ferð handan hav, friðsæl og
full borin var.“
Men nú verða tey verandi, trúgv,
vón og kærleiki, hesi trý, men størstur
av teim um er kærleikin. Tú átti øll
hesi brigd ini í tær. Í ríkiligt mát. Í
Hebrear a bræv i num lesa vit: „Men
trúgv er treyst í tí, sum vóna verður,
sannføring um teir lutir, sum ikki eru
at síggja.“ Tú vart sannførdur um
lutir nar, sum ikki síggjast, tí akslar
tú nú tíni skinn við hin Alvalda, sum
vón andi og væntandi fer at taka sær
væl av tær.
Í Hávamáli verður sagt: „Doyr fæ,
doyggja frændur, doyr hann sjálvur
somu leiðis; eg veit ein, ið aldri doyr:
dóm u r yvir deyðan mann.
Okkara dómur er, at vit áttu ein
frá gera góðan mann, pápa, verpápa,
abba og langabba. Sárt saknaður livir
hann enn í okkum og minnini slókna
ong antíð – ikki fyrrenn okkara tími
er komin.
Til endans skal eg vegna mammu
og okkum takka føroyska heilsu
verk i num og ikki minst Roðanum
fyri eina framúr tænastu, nú tørvur
var á henni. Tit eru gullstreingirnir í
sam felagi okkara.
Við hesum orðum fari eg at lýsa
Har r ans frið yvir elskaða pápa mín
og vin mannin Jóan Jákup á Langa
nesi.
Takk fyri at tit sýndu honum
henda stóra heiðurin.
yðan mann
NØVN