hósdagur 22. november 2018síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 23. NOVEMBER 2018
SOSIALURIN 136
24
NØVN
Tórbjørn Jacobsen
Fáur hevur verið neyvari í lýsingini
av lívsins mest umvarðandi fyri
brigd um enn Paulus, serliga táið
hann skrivar fyrra brævið til menn
í Kor int. Metodan er klassisk. Tað
ræð ur um at skera inn á bein.
Greið ari síggjast mótini. Ymsu
sjón ar hornini standa upp ímóti
hvør øðrum, og hann staðfestir, at
utt an kærleika eru allar náðigávur
og øll offur til onkis. Um eg talaði
við tungum manna og eingla, men
hevði ikki kærleika, tá var eg ljóm
andi málmur ella klingandi bjølla.
Og um eg hevði profetagávu og
kendi øll loyndarmál og átti allan
kunn leika, og um eg hevði alla
trúgv, so at eg kundi flyta fjøll,
men hevði ikki kærleika, tá var eg
onki. Kærleikin er langmóðigur,
hann er góðviljaður; kærleikin øv
und ar ikki; kærleikin er ikki stór
orð aður, blæsur seg ikki upp.
Kær leikin tolir alt, trýr øllum,
vón ar alt og ber alt. Vit skyna í
pørt um, og vit profetera í pørtum;
men táið hitt fullkomna kemur, tá
skal tað fáa enda, sum er í pørtum.
Táið eg var barn, talaði eg eins
og barn, hugsaði eg eins og barn,
dømdi eg eins og barn; men síðan
eg eri vorðin maður, havi eg lagt
barna skapin av. Tí at nú síggja vit
í speg ili, í gátu; men tá skulu vit
síggja andlit til andlits; nú kenni
eg í pørtum, men tá skal eg kenna
til fulnar, eins og eg eri sjálvur til
fulnar kendur.
Men nú verða tey verandi,
trúgv, vón og kærleiki, hesi trý,
men størstur av teimum er kær
leik in. Hetta er leiðin úr vøgguni
um gravarmúlan fram í tær himm
alsku tjaldbúðir.
Tey mongu, sum gerandis og
heilagt hava akað framvið hús u num,
dygst uttan fyri Garðar á Glyvr um,
hava ivaleyst sæð ein grá s prongd
an krúll daga undan á svala num,
leitandi eftir allari megi og hvørjum
geisla, sum sólin ber okk um.
Maðurin, sum so víða hevði farið, var
oftari at síggja, eftir at hann fór av
arbeiðsmarknaðinum – 83 ára gamal.
Vit brúktu kílamegi fyri at fáa
hann at skilja, at hann kanska átti
at brúkt tey seinastu árini í meiri
friðsemi, kann ætla at hann ongantíð
skilti hetta, so uppslúktur sum hann
var av tí serliga calvinistiska ar
beiðs mor al i num, hevði nær sagt ar
beiðs øðini, har tað ikki er stikað av
ímillum arbeiði og frítíð.
Kortini fekk hann fimm góð ár
sum pensiónistur, og sum Viderø
prestur skrivar í bókini „Frá landi
á fyrsta sinni“: „Nú er hann farin –
men tað er lívsins gongd – maður
er ætl aður at ganga burtur – vær
skul um læra at ganga burtur – stórt
er lívsins hav og djúpt – tað er hin
lívs ins torvelda siglingarfrøði at læra
– gloymi hetta ikki –„
Joen Jacob Frantz Jacobsen –
Jó an Jákup á Langanesi – ella Jó an
Jákup hjá Napoléon – sum hann
ofta varð róptur her í bygdini, var
bor in í heim á Glyvrum hin 18. juli
1930. Foreldrini vóru Sofía og Nap
o lé on. Hon uttan úr Heiðunum,
dótt ir Kristinu av Oyrareingjum og
Pól Nikláa Danielsen, ið var slekt
að ur úr Nólsoy, og hann son ur
Jákup og Biritu, sum bæði vóru av
bóndagørðunum í bygdini. Sof ía og
Napoléon settu seg niður í Lang a nes
gerð i num. Tey fingu 11 børn – átta
gent ur og tríggjar dreingir Jóan
Ják up var ein teirra, miðlingurin av
syn unum.
Systir hansara Fía, sum er
nak að eldri enn hann og býr í
Keypmannahavn, plagar at taka
til hvussu væl hann var fyri longu
sum smá drongur. Bæði hvat ið viti
og krops evnum viðvíkti, men so
legg ur hon altíð læandi afturat, at
ein skuldi leita ómetaliga leingi fyri
at finna ein mann, ið var treiskari og
meira tógvin enn miðlingabeiggin.
Tey bæði komu nú so sera væl útav
tí, og vit hava altíð verið sum húsfólk
hjá henni og sálaða manni hennara á
ó taldu ferðunum millum lond.
Hann man hava tikist við alt
fyri fall andi frá ungum árum av.
Ver ið í torvi, hoyna og á seiðabergi.
Velt, bøtt gørn og gingið á fjall. Og
so hev ur hann sjálvandi spælt sum
all ir aðrir dreingir, men tað sum
hann oftast tosaði um frá hesum
áru num var driftingin eftir sild –
á fjørð i num og onkuntíð stimaðu
teir inn á Lambavík, táið nógv var
at fáa. Hugurin til sjógvin kom nú
ikki frá fremmandum. Abbi hans
ara á Langanesi var tiltikin út róðr
armaður, hin abbin var skip ari og
átti Delphinuna, og pápi hansara
var millum kendastu skiparar í
landinum í sínari samtíð.
Hó ast pápin misti tvey skip
av krígs ávum seinru stríðsárini,
sum eisini hevði sínar syrgiligu av
leiðingar í grannalagnum, fór hann
sín fyrsta túr sum dekkari við snurr
i váðs bátinum „Sanna“, sum pápi
hans ara keypti beint eftir stríðsárini.
Teir fiskaðu fyri tað nógva í Norð
s jónum og hin bul mikli Sigurd
Reinert úr Kaldbak førdi hana.
Tá var hann 15 ára gamal. Eftir
tað var hann nakrar túrar við gomlu
„Colum bus“, á Suðurlandinum, til
tikni rokskiparin Jákup Andrias í
Kálv húsinum á Glyvrum førdi hana.
Morbróður hansara, Debes Dan i
elsen, Debes hjá Pól Nikláa, átti út
róðr ar bátin „Símun á Torkilsheyggi“,
hon um var hann við nakrar túrar,
men 17 ára gamal fær hann kjans
sum dekkari við trolaranum
„Jóannes Patursson“, sum Hans
Pauli hjá Mortani í Hvannasundi
førdi. Honum var hann við í 48, 49,
50 og 1951. Veturin 1949/50 gekk hann
kortini á Føroya Sjómansskúla, har
hann fekk setuskiparaprógv á vári
í 1950.
Tá Andreas hjá Mortani í
Hvann a sundi fór at føra trolaran
„Kallsevni“, ið var ein umbygd kor
vett, smíðað undir krígnum, sum
Pf. Kimbil í Tórshavn átti, ráðførdi
hann seg við Hans Paula, bróðurin,
um at seta fólk. Túrin fyri hetta
hevði Andreas kortini verið skipari
ein ís fiskatúr við Bóndanum, sum
trolarin eisini varð róptur. Har hevur
hann eyg leitt og gjørt sær metingar
um, hvørj ir bestumenn hansara
skuldu vera, táið hann fór at føra
„Kalls evni.“ Hans Pauli og Andreas
samd ust um, at Dávur hjá Christiani
í Bø á Strondum og Jóan Jákup hjá
Nap oléon á Glyvrum skuldu gerast
a vik a víst fyrri og annar bestimaður.
Teir mynstraðu á Havnini hin
27. apríl 1951. Tá var pápi mín 20
ára gamal og Dávur 21 ára gamal.
Teir báðir gjørdust vinmenn fyri
lívið. Harðir og brutalir á skræðuni,
ringa navigatørsjúkan, men ofta
eru teir bleytir sum smør innvortis
og í sálini. Dávur gjørdist seinri
ein av kendastu trolaraskiparum
í Føroyum. Jóan Jákup var við
skyld manninum Andreasi í 51, 52
og 1953. Mamma hansara og Andr
eas vóru systkinabørn, slektað
undan tveimum børnum hjá gitna
bátasmiðinum Jóhan í Garði í
Nólsoy.
Ongin í Norðurhøvum stóð bestu
før oysku trolarunum kurl hesi árini,
og ein eldri íslendingur segði mær
eina ferð, at skipararnir vóru ein
or søkin, ein onnur var, at hvørki
norðmenn ella íslendingar høvdu so
markleysa góða manning, sum m.a.
Hans Pauli og Andreas høvdu. Teir
bardust sum úlvar á skóg fyri at vera
best ir. Sum Jóannes á Mølini tekur
til í einari yrking: „Spælið dunkar
og dynjar – hurðarnar (lemmarnir)
koma dundrandi at borði – bellurin
flotnar – aldar dovisliga – upp
og niður – sum ein yvirvaksin
sjógvormur. Og sum gamli tók til:
„Onk untíð sovnaðu teir yngru niður
í pavnarnar, eftir at hava brotið vakt
í fleiri samdøgur.“
Í 1953 tekur hann eina rættiliga
eksitentiella avgerð, sum kann
tykjast marg háttlig, serliga í mun
til øll árini hann hevði brúkt á
trolaradekki sum dekkari og
bestimaður. Hann segði mær
einaferð, at búskaparligu við ur skift
ini í Føroyum vóru blivin so ør keml
andi, serliga í kjalarvørrinum av at
Sjó v innubankin fór út av ørva r end
anum, at tað ráddi um hjá einum
ungum manni at víðka sær um
møguleikarnar, soleiðis, at ar beiðs
megin kundi brúkast aðrar staðir,
enn bara í føroyska fiskiflotanum.
Kann ætla at avgerðin hjá abba
hans ara, Pól Nikláa Danielsen, at fara
nið ur á Bogø Navigatiónsskúla fyri
at fáa hægstu navigatiónsútbúgving,
longu í 1882, hevur verið ein á renn
ing, sum hevur gjørt mun. Havi
hoyrt fleiri eldri menn siga,
sum kendu skiparan, reiðaran,
sjómansskúlalæraran og bátasmiðin
Pól Nikláa, at abbasonurin á
Langanesi líktist honum ómetaliga
nógv í flestu lyndisbrøgdum, og ætl
ast kann, at hin gamli hevur eggjað
abba soninum til. Fyrr var illa.
Eftir átta ár á skipsdekki um borð
á føroyskum fiskiskipum, vel ur hann
Dómur yvir de
– Okkara dómur er, at vit áttu ein frá gera góðan mann, pápa, verpápa, abba og langabba. Sárt saknaður livir hann enn í okkum, og minnini slókna
ong antíð – ikki fyrrenn okkara tími er komin, skrivar Tórbjørn Jacobsen um pápa sín