hósdagur 22. november 2018síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 23. NOVEMBER 2018
SOSIALURIN 136
23
Komandi partur
Í seinna partinum greiðir
Lilly m.a. frá minnum undir
krígnum.
L CANADA
eg skoldað á vinstru lið og bein.
Ein sjúkrasystir kom hvønn dag
at skifta forbinding. Omma var
har sum altíð. Ein stór bløðra
kom á armin frá økslini oman til
albogan. Hendan eina dagin tók
sjúkrasystirin saks fram og vildi
klippa bløðruna av. “Ikki talan
um”, segði omma. “Bíðið til eg
komi aftur”. So fór hon oman í
sítt kamar og kom upp aftur við
einum trái, hon sjálv hevði
spunnið. Tráðurin skuldi koyrast
gjøgnum bløðruna og ruggast
eitt sindur hvønn dag. Bløðran
bleiv minni og minni hvønn dag
og eg fekk stórt sæð einki arr á
armin.
Ullin bjargaði lív
Nógv kann sigast um, hvussu
góð føroysk ull er.
Tá týskarar tóku Danmark í
1940 fingu øll donsk skip utt
anfyri Danmark boð um at fara
til nærmastu havn. Soleiðis var,
at systkinabarn mítt, Jens Peter
Østergaard,
kom
til
Havnar.
Hann var sonur fastur mína,
Onnu, sum var gift í Danmark.
Omma hevði sitið og bundið
eina stúku við longum ermum til
babba. Nú skuldi Jens Peter hava
hana. Hon sat uppi og bant alla
náttina. So segði omma við Jens
Peter, at hann skuldi vera í stúk
uni undir uniforminum hvønn
dag. Hansara skip varð skotið
niður, og teir vóru fimm menn
sum bjargaðu sær á einum flaka í
nógvar dagar. Hann var tann ein
asti, sum yvirlivdi, tí hann fekk
ikki lungabetendilsi, takkað veri
stúkuni hjá ommu.
EFTIRKOMARAR HJÁ ÓLA
PETERSEN LAVA OG ONNU
MARIE THOMASDATTER
J
óhan Restorff Jacobsen
hevur skrivað niður ein
hóp av søgu, eisini ætt
arsøgu, sum ofta er
komin væl við ikki minst í samb.
við frásagnirnar úr gamla
kirkjugarði undir Svínaryggi.
Mamma Johan var av Lava,
tí hevur hann eisini skrivað
nógv um Lavafólkið, eisini um
ættargreinina hjá Lilly.
Langabbi Lilly, sum hon
umrøður í síni frásøgn, var
langabbabeiggi Johan, og hann
greiðir soleiðis frá hesi greinini
av Lavafólkinum:
Peter Lave Olsen, nevndur
Per Lava, varð føddur 28/6-1825
og doyptur í Havnar kirkju
tann 3/7-1825. Hann var elstur
av børnunum hjá Óla Petersen
Lava, oldurabba, eisini oldur
abba Lilly, og Annu Mariu
Thomasdatter, oldurommu.
Peter Lava Olsen, doyði 91
ára gamal, tann 6/2-1917. Hann
starvaðist sum kvartermeistari
á skansanum og í hesum sam
bandi kann nevnast, at aftaná
at ”Norska Løva” tann 1/1-1707
strandaði á Lambavík, blivu
nakrar kanónir og byrsur førd
ar til skansarnar í Havn, með
an skipsklokkan fór til Havnar
kirkju sum var vígd í 1788.
Klokkan hongur enn har, men
verður ikki nýtt í dag.
Annars var Per Lava út
róðrar- og traðarmaður í
Havn.
Omma Lilly
Tey áttu dótrina Susanne
Katrine Olsen, fødd 20/11-1853,
og sum giftist tann 28/11-1878
við Óla Fredrik Hansen ella
Óla á Velbastað, føddur tann
8/7-1853. Tey búðu inni í Koytu
stovu hjá Per Lava og fingu
hesi børnini:
Cecilie Pauline Sophie Han
sen, fødd tann 8/2-1880,
Annu Jensine Hansen, fødd
tann 29/4-1882,
Petra Fredrikka Hansen,
fødd tann 3/10-1884 og ein son,
Hans Olaf Hansen, føddur
9/2-1891. Hann var nevndur
Hans hjá Per Lava, helst tí, at
hann vaks upp hjá abbanum.
Hann var pápi Lilly.
Hans Olaf giftist við Magn
inu Sofie Fredrikke Weihe,
fødd 17/12-1896 í Porkeri.
Úr
Porkeris
søgu
kann
greiðast eitt sindur frá ættini
hjá mammu Lilly. Hon var
ættað úr Nýagarði, kallað í
Nøgrum.
Foreldrini
hjá
Magninu
vóru Sofie Maria Vang úr
Froðba og Magnus Weihe, sum
gekk burtur við Heygabátinum
í 1904, tá seks menn sjólótust.
Johan heldur áfram:
Hans hjá Per Lava var út
búgvin skipstimbrari og starv
aðist sum handverkari hjá
Tórshavnar Skipasmiðju alt
tað, eg kann minnast.
Tey búðu úti á Landavegn
um, har sum samkoman ”Fila
delfia” í dag heldur til. Har
høvdu tey eina trøð, fjós og
kúgv á bási.
Vit komu har í mínum upp
vøkstri til konfirmatión hjá
børnunum og annars størri
føðingargardagar, eins og eg
ofta var heima hjá teimum við
vørum v.m., tá tey hvørja viku
keyptu frá faðir, Andreas í
Vágsbotni ella frá Heinesen
niðri í Vágsbotni. Hans og
Magnina vóru trúgvir kirkju
gangarar í Havnar kirkju. Tey
áttu børnini:
1. Margit Sofie Lava Hilde
brandt, fødd 29/9-1923 og kon
fimerað í 1938 í Havn. Hon gift
ist við Erik Hildebrandt úr
Haarby í Danmark, sum doyði í
1994. Hon tók prógv sum
sjúkrasystur í Haarby í 1946 og
starvaðist á Bispebjerg Hospit
ali frá 1950 til 1951 og síðan sum
heilsufrøðingur í Haarby, til
hon gavst vegna aldur í 1994.
2, Petra Lava Hansen, fødd
umleið 1924. Giftist eisini við
einum av beiggjunum hjá
systrunum.
3, Lilly Lava Hildebrandt,
fødd 9/11-1928 í Havn. Hon
giftist við Paul Hildebrandt úr
Haarby í Danmark, sum doyði í
2003. Lilly tók prógv sum
sjúkrasystir á Bispebjerg Hos
pital í Keypmannahavn í 1948
og í Kanada í 1959, har hon tók
Canadian R. N. Exam written
to U. S. standards í 1967. Lilly
starvaðist á Bispebjerg Hos
pital frá 1953 til 1956 og eftir
tað í 17 ár á einum lítlum sjúka
húsi í býnum 100 Mile House í
Kanada.
Frídagar
var
hon
knýtt at sjúkrabilatænastuni.
4. Peter Lava Hansen, sum
næstyngstur av børnunum hjá
Hans hjá Per Lava og Magninu
Weihe. Sum ungur møtti eg
honum fyrstu ferð í K.F.U.M.
og hann fór til Danmarkar at
lesa á ungum aldri. Annars
kann eg minnast hann frá ár
unum í 1950, tá ið hann um
sumrarnar vanliga hevði starv
sum frítíðaravloysari úti í
Tinganesi, har eg eisini starv
aðist. Seinni havi eg hoyrt, at
hann var giftur danskari konu
og átti børn.
Hetta merkir tískil, at henda
greinin av Lava er ikki til í Før
oyum.
Peter Lava Olsen nevndur Per Lava
Systrarnar Margit og Lilly Lava Hansen
Landavegur, øll verðin hjá Lilly