Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-22, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. november 2018síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. NOVEMBER 2018 SOSIALURIN 136 22 Óli Jacobsen Siðsøga Óli Jacobsen 1.partur F yri kortum fingu vit for­ vitnislig bræv úr Can­ ada frá 90 ára gomlu Lilly á Lava Hildebrandt. Hon hon hevur nú á ellisárum skrivað hugleiðingar um sín barn­dóm í Havn og serliga á Landa­vegnum, sum tá ikki varð rokn­aður fyri at vera ein rætti­ lig­ur partur av Havnini. Lilly hevur eina sera vakra hondskrift og skrivar ógvuliga rætt, tá ið hugsað verður um, hvussu leingi hon hevur verið úr Føroyum. Lilly sigur frá: Landavegur var øll verðin So langt aftur í tíðina eg ør­minn­ ist, var Landavegurin øll verðin fyri mær. Har var eg fødd, har vaks eg upp, og haðani fór eg út í heimin. Vit vóru fýra systkin, tríggj­ar systrar og ein beiggi. Vit systrar giftust við trimum beiggj­um í Hårby á Fyn. Maður mín, Paul, og eg fluttu til Canada í 1959, so míni dagligu mál hava verið franskt og enskt. Tað før­ oyska, sum eg skrivi, er sum eg minnist tað tosað, tá ið eg var ung. Pápi mátti vera deyður, møtti ikki upp uppá minuttin Tá babba var ungur, vildi hann gjarna lesa til landbrúks­kon­sul­ ent. Hann hevði keypt billett og kuffert at fara til Danmarkar. Tá var hann forlovaður við mammu, sum tænti inni í býn­um. Hann fór so at siga farvæl við hana. Tá ið hann kom heim aftur, sat mamma hansara og bíðaði eftir honum. Hon segði við hann: “Vilt tú okkara einasti sonur fara frá okkum? Hvør skal passa pápa og meg”. Lýðin sum hann var, pakk­ aði hann kuffertið út aftur og avlýsti billettina. Babba hevði ringt hjarta. Mamma visti einki um hetta, fyrr enn hann var deyður, og hon fann hansara tablettir. Tá hann skuldi til doktaran, segði hann við mammu, at hann skuldi arbeiða yvirtíð. Mamma hevði næstan onga skúlagongd, men hon var varin og hevði eitt gott minni. Mamma hevði kreft og var ofta á hospitalinum. Babba vitj­ aði hana javnan og var ongantíð ein minutt ov seinur. Ein dagin var klokkan tveir minuttir yvir fýra, og hann var ikki komin. Tá visti mamma beinanveg, at hann var deyður. Hon sendi boð til Óla Mikkelsen, kendur sum lækni. Hann hevði búð hjá teimum, tá hann gekk á studentaskeið. Mamma gav Óla lyklarnar og bað hann fara inn í húsini at vita. Babba var tá farin foldum frá. Hann má hava følt nakað, tí hann hevði vaskað stórvask og skift á songunum, keypt inn og fylt frystaran og køliskápið til mammu. Tá tey vóru nýgift legði mamma merki til, at var nakað, sum babba gekk uppí, bliknaði og næstan svímaði hann, tá aðr­ ir menn blivu reyðir í andlit­in­ um. Hetta hevur verið tekin um hansara hjartatrupulleikar. Langabbi og langomma búðu í Koytustovu, ein svørt hús á høgru síðu á vegnum út á Dokt­ ara­grund. Tey vóru beint yvirav Villa Simonsens krambúð. Húsini við Landavegin vóru liðug í 1919. Langomma var farin, men hini flutt inn í tey nýggju hús­ini. Langabbi (gamli Per Lava) doyði stutt aftaná. Eg var tvey ára gomul, tá abbi doyði. Omman sum visti, hvat hon vildi Omma var herskusjúk men klók. Hon hevði nøsina í øllum, vit gjørdu, bæði vaksin og børn. Tær eldru døturnar vildu ikki vera heima og mjólka, hoyggja og fara í torv. Tær vildu “niður” t.v.s. til Danmarkar. Omma gav teim­um 300 krónur hvør og segði við tær ikki at koma heim eftir meira, tá ið hon var farin. So sendi hon boð eftir sakførara og gjørdi testamenti. Traðirnar, húsið og alt, sum inni var, skuldi fara til babba og hansara familju. Tann yngsta dóttirin var gift til Klaksvíkar, og hon fekk Koytu­ stovu. Eg minnist eina ferð mamma vaskaði stórvask, at omma var har at síggja til, at væl varð vaskað. So vildi mamma læra meg at tøva einar vøttir, hon hevði bundið. Men omma var har beinanvegin at læra meg. Tá eg var pinkalítil, var eg hølt. Tá mamma hevði koyrt meg í song kom babba og vermdi míni bein og sang fyri mær, til eg sovnaði. Hann hevði so vakra rødd. Ofta tá ið jarðarferð skuldi vera úr einum heimi, varð hann biðin um at koma at syngja. Tá vóru fá, sum høvdu orgul ella klaver heima. Eg var altíð nærri babba enn mammu. Hoygging og torv Tá tíðin kom at hoyggja, skuldu líggjarnir hvessast. Hetta varð gjørt á hvørvisteininum. Eg vant, meðan babba helt líggj­an­um. So kom tíðin at fara í torv. Babba hevði heiðar uppi undir Varða, norðuri og suðuri í Havna­dali. Babba roykti ikki tað nógva, men tá vit fóru í torv, roykti hann eina Cubasigar. Og so hevði hann bomm í lumm­an­ um. Tað gleddu vit okkum at fáa. Vit børn fingu gamlar sokkar at hava á arminum, tí vit skuldu leggja teir vátu tonglarnar út at turka. Um eina viku seinni fóru vit aftur út í hagan at seta tongl­ ar­nar upp við eldin at torna. Tá teir vóru turrir, fóru vit aftur í hag­an at koyra torvið í posar. So var kjaftbandið á posanum bundið, og allir posarnir vóru bornir niðan til vegin, og ein last­bilur koyrdi teir heim. Summar tíðir vóru missións­ møt­ir í Havn. Tá komu ættarfólk av bygd og búðu hjá okkum. Eg minnist eina ferð, at eg sat uppi á kamari mínum og læs, at mamma og onkul mín vóru ógvu­liga harðmælt, tá tey diskut­eraðu religión. Mamma var indrimissión og onkulin var bapt­istur. Ein onnur tíð, tá húsini vóru full av fólki, var ólavsøkan. Sof­ ur og divan vóru nýtt. Eg mátti sova saman við eldri systir míni. Men hugnaligt var, tí gestablídni var í hásætinum. Av og á kom Anton Degn, sum var skjalavørður, og vildi tosa við ommu. Hann var við at skriva eina bók og omma skuldi siga honum frá, hvussu tað var í Havn í gomlum døgum. Heimaráð sum virkaðu Eina ferð, tá beiggi mín og ein vin­maður sníktu seg umborð á ein bát, sum pápi vinmannin átti, kom beiggi til at traðka á ein rust­aðan skipsseym, sum fór beint ígjøgnum fótin. Teir skund­aðu sær heim. Tá mamma sá fótin, fór hon niðan á bøin, mjólkaði eina kúgv eitt sindur, skundaði sær inn aftur og legði eitt mjólkaumslag um fótin. Seinni var rusturin og alt komið út, og hann fekk einki mein. Fólk vóru meira sjálvbjargin í goml­ um døgum, enn vit eru í dag. Tá eg var átta ára gomul, varð Lilly varð gift til Danmarkar. Síðan fluttu tey til Canada, har hon hugleiðir um lívið á Landavegnum AV LANDAVEGNUM TIL Lilly á Lava: Hans hjá Per Lava, pápi Lilly Magnina og Hans Olaf saman við teirra børnum, Margit, Solveig, Per og Lilly