hósdagur 22. november 2018síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 23. NOVEMBER 2018
SOSIALURIN 136
21
Øll familjan hevur hjálp til og
gjørt, at tað hevur borið til.
Vit stremba móti at hava
bestu gisting í Føroyum. Vit vilja
skilja okkum út og vera eitt petti
betri. Betri útsýni enn okkara,
fæst nokk ikki í Føroyum.
Burðardygd og dygd í
hásæti
Í frítíðarhúsunum eru hondsáp
ur úr seyðatálg og føroysk seyða
skinn frá Oikos á gólvinum, men
ætlanin er at fáa egin skinn aftur
frá Oikos, at leggja í húsini. So
kunnu gestirnir eisini keypa hesi.
Tað er týdningarmikið fyri okk
um, at alt er trúverdugt og ein
burðardygg søga er aftanfyri.
Heimabundnar troyggjur eru
til allar gestir, og knapparnir á
troyggjunum eru frá hornunum
á egnum seyði hjá Tróndi og An
itu. Tey ætla at selja føroyskar
bundnar troyggjur í framtíðini.
Vit senda heilsan til gestirnar,
tá teir bíleggja og aftur eina
heilsan, 14 dagar áðrenn teir
koma.
Vit bjóða øllum gestum persón
liga vælkomnum, tá teir koma.
Vit práta við teir og fáa onkurs
vegna eitt gott samband við allar
gestirnar og eitt gott netverk,
fortelja Tróndur og Anita.
Tá vit fyriskipa tiltøk og út
ferðir við mati, brúka vit mat frá
egnari framleiðslu.
Burðardygga fyrimyndin
Útsýnið er ein fyrimynd, tá tað
kemur til burðardygd.
Frítíðarhúsini eru bygd við
virðing fyri náttúru og lendi, so
tað hóskar til, har húsini liggja,
tað er náttúruburðardygd. Sam
stundis brúkar man jarðhita og
bjálvar húsini væl, so tey ikki
brúka ov nógva orku.
Tey hava brúkt føroyskar
veitarar, føroyska arbeiðsmegi,
og har tað hevur borið til, før
oyskt tilfar. Eigararnir búgva og
gjalda skatt í Bø, og eitt starv til
Anitu hevur spurst burtur úr frí
tíðarhúsunum, so her er búskap
arliga burðardygdin uppfylt.
Eigararnir hava havt íbúgvar
nar í Bø við, kunnað teir og hava
bygt við virðing fyri føroyskari
byggimentan, so at mentanarliga
og sosiala burðardygdin er upp
fylt.
Hjúnini í Bø hava av egnum
eintingum valt at byggja burðar
dygt. Tað er týdningarmikið at
kommunur kring allar Føroyar
hugsa stødd og snið av húsum, tá
tær gera byggiviðtøkur fyri við
kvom øki, smærri bygdir og
oyggjar, so man ikki oyðileggur
náttúruna við bygging, sum ger
inntriv í siðsøguligt byggisnið
ella náttúruna.
Hesin háttúrin at byggja hús,
ger eisini, at kostnaðurin verður
nakað hægri og avspeglar tað seg
í leiguprísinum av frítíðarhúsun
um í Bø, men staðsetingin, dygd
in av húsunum og útsýnið frá
húsunum, ber uttan iva tilsvar
andi hægra kostnaðin.
Hjúnini í Bø hava valt eina
dygdarloysn, har dygdin skal
koma lokalsamfelagnum, náttúr
ini og teimum vitjandi til góðar.
Húsini passa væl inn í lendið
Útsýnið úr køksvindeyganum
Kamarið á loftinum
Hugnaligi køkurin
Føroysk seyðaskinn í stovuni