Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-22, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. november 2018síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. NOVEMBER 2018 SOSIALURIN 136 20 Bygging ODA WILHELMSDÓTTIR ANDREASEN H júnini Tróndur og Anita Niclasen fóru á vári 2017 undir at byggja fýra frítíðar­ hús í sunn­ara partinum av Bø. Hús­ini eru bygd í vøkrum før­ oysk­um byggisniði og hava øll flag­tak, so tey hóska væl inn í lands­lagið. Fýra gistingarpláss eru í hvørjum húsi, og øll húsini liggja við vøkrum útsýni yvir Sør­vágsfjørð, Tind­hólm og Myki­ nes. Húsini eru 36 fermetrar inn­ an umframt loft við einum kam­ ari og einum bitapalli. Anita er útbúgvin heilsurøkt­ ari, og Tróndur er útbúgvin snikk­ ­ari og hevur eisini útbúgv­ing innan landbúnað. Seinastu 10 ár­ ini hevur Tróndur starvast í sjúkra­flutningstænastuni, og Anita hevur starvast innan heilsu­røkt og catering. Tróndur og Anita búgva í Bø saman við teirra trim­ um døtrum. Í dag starvast Anita ein dag um vikuna innan heilsurøkt og rest­ina av tíðini tekur hon sær av út­leig­an, reingerð, sølu og tæn­ astu í samband við Útsýnið. Eis­ ini hjálpa allar døturnar um summ­arið, so hetta er ein familju­ fyritøka, har øll hjálpast við rakstr­inum. Hugskotið til Útsýnið Hugskotið kom í 2000, og í 2007 lá ein fulfíggjað ætlan, men tá kom onki burturúr. Tróndi hevur altíð dámt væl at fáast við fólk, fortelja søgur og merkja, at tey eru áhugað og jalig. Um aldarskiftið var útskift­ing í Bø, har innangarsbøurin bleiv lagdur saman í størri eindir. Tá valdi Tróndur hetta økið við frí­ tíð­arhúsætlanini fyri eyga. Økið, har frítíðarhúsini standa, hevur bygningar frá krígnum og tí var nógv samskifti við forn­ minnissavnið, áðrenn bygt varð. Tróndur sær hetta sum eitt stórt aktiv fyri økið. Í desember 2016 komu endalig loyvi til verkætlanina, og var tað elsta dóttirin, Julia, sum 23 janu­ ar 2017, ið setti seg í grav­kúnna og setti fyrstu skuffuna í. Reisi­ gildi var 19. juli 2017, og sunnu­ dagin 13. mai 2018 kom so fyrsti gest­urin, sum var ein 86 ára gam­ al maður úr Ísrael. Teir síðstu 14 dagarnir áðrenn gest­ir­nir komu, vóru nógvar hend­ ­ur í sving, og fingu tey sera góða hjálp frá familju, vinum og starvs­fe­løg­um. Virðing fyri náttúru og í føroyskum byggisniði Við náttúruni sum okkara vøru­ merki er tað sera týdningarmikið, at vit verja og fara væl um, for­ tel­ur Tróndur. Í hesi stórbæru náttúru hava vit valt at vera trúgv móti før­ oysku byggimentanini og før­ oyska byggisniðinum, og vit hava lagt dent á at virða náttúru og ment­an, fortelur Tróndur. Vit brúktu hagagrót, gjørdu flagtak á hús­ini og annað, so vit løgdu okk­um eftir tí gomlu byggingini, sjálvt um hetta uttan iva, bleiv tann dýrasta loysnin. Hagagrótið kemur úr høg­u­ num í Bø, og Tróndur hevur sjálv­ur lagað grótið. Hetta var nokk tann strævnasti parturin av bygg­ingini. Vit løgdu dent á at brúka lok­ ala arbeiðsmegi. Eitt systkina­ barn úr Bø hevur gjørt útgrevst­ ur­in, og betongarbeiðið hevur eis­ini ein maður úr Bø gjørt. Flagið á tekjunum kemur úr lend­inum, har sum húsini standa. Anita hevur málað og samlað køk­ar, og Tróndur hevur verið við í allari byggingini, frá tekn­ ing­um til endaúrslit, og Búsetur hev­ur gjørt timburarbeiðið. Man valdi Búsetur, m.a. tí beiggi eig­ aran býr í Bø og hevur orð á sær at framleiða dygdarvørur. Húsini hava jarðhita og orku­ nýtslan er ikki stór, tí húsini eru væl bjálvað. Virða føroyingar og ikki kroysta vinnuna yvir teir Vit mugu ikki trýsta okkara ment­an og fólk við ferðavinnuni, sigur Tróndur. T. d. Bøur, her býr øll familjan, og vit vilja eisini vísa atlit til tey, sum búgva í Bø. Tað er sera umráðandi fyri okkum, at verkætlanin ikki hevur neilig ár­ in á bygdina og fólkið, sum her býr. Tann sosiala burðardygdin er sera týdningarmikil. Marknaðarføring og samstarv Vit samstarva við næstan allar teir føroysku túroperat­ør­ar­nar og leiga út gjøgnum Air­Bnb og Booking.com. Fleri booka eis­ini beinleiðis og skriva til okk­um um­vegis okkara facebookvanga. Vit hava eisini fyriskipað virk­is­ ferð­ir fyri føroyskar fyri­tøk­ur, har tey hava fingið okkurt til matna her í húsinum. Í vetur fara vit at arbeiða við spenn­andi pakkatilboðum, m.a. haru­veiðu og jólaborðhaldum. Vit fara framyvir at leggja okk­ um eft­ir at koma við nýggjum og øðr­vísi møguleikum. Hvussu hevur fyrsta árið hilnast? Man hevði onki at fyrihalda seg til. Vit løgdu húsini út á book­ing­ port­alar í desember 2017, og tá vóru bara myndir av økinum og hús­unum uttanífrá. Hóast hetta, komu beinan vegin nógvar bí­ legg­ingar, so vit mugu staðfesta, at pláss og útsýni eru týdn­ing­ar­ mikil. Í mai 2018 kom fyrsti gesturin, og síðan tá eru bíleggingarnar bara streymaðar inn. Flestu gest­ ir­nir eru útlendskir, og flestir teirra eru týskarar, danir og am­ eriku­menn. Gestirnir i 2018 eru úr 26 ym­ isk­um londum. Vit kunnu ikki enn annað vera væl­nøgd. Tað hevur verið strævn­ ­ari og nógv meira enn væntað, men vit hava eisini lært nøkur ting til komandi summar, sigur Anita. ÚTSÝNIÐ Í BØ – burðardygg bygging Tróndur og Anita Útsýnið