hósdagur 22. november 2018síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 23. NOVEMBER 2018
SOSIALURIN 136
19
til merkis, at nógv fólk hava verið
framvið og hann hevur sæð fólk
staðið og práta, har sum fram
sýningin er.
- Tað koma nógvar søgur fram.
Eg havi í fleiri førum ringt til fólk
og har hava tey eisini fortalt
mær ymiskt, sum eg ikki visti,
sigur Signar á Brúnni.
Sonurin hjálpti til
Verkætlanin við málningunum
tók tríggjar mánaðir.
- Sjálvur arbeiddi eg fra morg
unstundini til seint út á kvøldið,
men eg fekk hjálp. Sonurin, Dáv
id á Brúnni, kom ofta eftir ar
beiðstíð og málaði eisini, fortelur
Signar á Brúnni.
Av tí at framsýningin skuldi
sýnast fram úti, var avgjørt at
mála á krossfiner heldur enn á
lørift.
- Pláturnar grundaðu vit fyrst
áðrenn vit málaðu á tær. Talan er
um rættuliga stórar málningar
og tí verða teir fyribils goymdur í
kjallaranum í gomlu Brúksuni,
har vit eisini hava málað teir,
sigur Signar á Brúnni.
Í løtuni verður kjakast eitt
sindur um, hvat skal gerast við
málningarnar í framtíðini, men
ongin endalig avgerð er tikin
enn.
Nýggj verkætlan
Fyrrverandi lærarin og skúla
stjórin hevur longu eina nýggja
verkætlan á tapetinum, nú hend
an við húsamálningunum er
liðug.
Seinni í vetur ætlar hann at
skipa fyri einum dialektkvøldi í
Mentunnarhúsinum í Fuglafirði.
Áhugi er fyri føroysku dialekt
unum, sum kanska eru viknaðar
nakað í málinum. Tí ætlar Signar
á Brúnni at tosa við fólk við ym
iskum dialektum fyri at vísa á,
hvussu alt er broytt.
-Sjálvur havi eg altíð hildið, at
tað er áhugavert at hoyra, hvussu
málið broytist frá einari bygd til
aðra. Alt líkist meira nú, men
kortini eru tað fólk, sum tosa
soleiðis í dag, at tað lættliga
hoyrist, hvaðani tey koma, sigur
hann.
Eftir ætlan, so verur dialekt
kvøldið í februar.
RIN HAVA
UGLAFIRÐI