Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-22, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. november 2018síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. NOVEMBER 2018 SOSIALURIN 136 30 Spælarametingar: ÍTRÓTTUR: Nations League Javnleikurin á Malta er eitt sindur ringur at bólka, tí fleiri ting eru góð og hetta var úrslitið vit skuldu brúka, men samstundis stendur tú eftir við eini kenslu av, at vit kunnu meir enn hetta TRÓNDUR ARGE - TA’ QALI, MALTA V it fáa tað burturúr dystinum, sum vit skulu. Ein javnleikur trygg jar okkum triðja plássið í Nations League bólki­num, og at vit enda í fimta styrkis­bólkinum til lutakastið til EM 2020. Vit fáa roynt bæði unga Jákup Ludvig Thomsen og Heina Vatnsdal. Fyrri fekk debut, meðan hin ikki hevur byrjað inni síðani 2013, tá Føroyar taptu 3-0 fyri Írlandi í Dublin. Tó standa vit eftir við eini tóm­ari kenslu, tí vit kunnu meir enn at spæla javnleik móti Malta. Tað eru partar av dysti­ num, har vit hava fult tamar­ hald á spælinum, men tøl­ini siga, at vit raka ikki mál­ið hjá mótstøðuliðnum. Vit koma faktist til avbera fáar mál­møgu­ leikar og tað var um reppið, at vit taptu í evstu løtu. Tað tykist greitt, at tað er okk­urt, sum ikki spælir í hakk á føroyska landsliðnum í løtuni. Ein­støku avrikini vóru á góðari leið, men vit fáa bara ov lítið aftur­fyri kollektivt. Hesa ferð verða spælara­met­ ing­arnar ávirkaðar av, at vit faktiskt fáa tað úrslitið, sum vit skulu brúka. Til tíðir er eisini talan um eitt føroyskt liðið, sum hevur tamarhald á dysti­ num. Vit eru somuleiðis nær við at skjóta eitt av teimum heilt vælspældu málunum í før­ oysk­um landsliðshøpi. Men sum við einum parti av hesari kapp­ ingini, so raka við ikki røttu­ megin stongina. Gunnar Nielsen 4 Málverjin hjá okkum hevur tað trupult í løtuni. Eina løtu bjargar hann frá einum púra leysum Michael Mifsud, sekundið eftir ligg­ur bólturin í málinum. Helst er Gunnar ikki rætt plaseraður, tá retururin verður sendur í málið. Hevði eina støðu í seinna hálv­leiki, har hann ikki megnaði at halda fast í bóltinum. Annað enn tað, so hevði hann nakrar bjargingar móti endanum av dystinum. Einu ferðina verður tó bríkslað fyri rangstøðu. Gilli Rólantsson 6 Hevur nú gjørt høgra bakk pláss­ið til sítt. Spældi enn eina ferð væl og legði upp til málið hjá René Shaki Joensen. Verður sjáldan fangaður í verjustøðu og tá hann kemur framvið, so blívur tað mangan vandamikið. Tó er hann eitt sindur afturhaldin við at taka framrættaðu renningarnar. Kanska eru tað boðini frá venjaranum, men serliga tá Kaj Leo í Bartalsstovu kom inn, so var pláss at gera yvirlappið. Atli Gregersen 5 Var óvanliga argur um sítt egna avrik eftir dystin, men helst var avrikið á eini leið. Mið­verjan hevði tó eitt sindur trupult við at fanga knøppu og kviku maltesisku renningarnar aftur­ um verjuna, men tað var ikki fyrr enn í seinastu minuttunum, at tað bleiv vandamikið. Onkrar av longu sendingunum vóru ikki neyvar. Sonni Ragnar Nattestad 5 Málið kemur í økinum aftanfyri Sonna Ragnar, eins og tað gjør­ di í heimadystinum móti Malta. Hann er annars altíð stinnur í luft­spælinum, men er nakrar ferðir ov djarvur í sínum nær­ dyst­um. Tað kostar millum annað okkurt fríspark. Bleiv skadd­ur í leypi av dystinum og tað ávirkaði avrikið móti endanum. Viljormur Davidsen 5 Sá út til at missa plássið, men endurvann álitið hjá Lars Olsen undan dystinum. Vinstri bakkurin kom væl frá upp­ gávuni, uttan tey heilt stóru út­svingini. Besta aktiónin var fram­úr álopið í fyrra hálvleiki, tá hann eftir gott uppspæl legði bólt­in innfyri til Sølva, sum stútaði við síðuna av. Heini Vatnsdal 7 Bleiv brádliga innkallaður til byrjunaruppstillingina, tá Rógvi Bald­vinsson bleiv skaddur. Stóð stinnur í verjuspælinum á verju­ kenda miðvøllinum, har hann í stóran mun vann sínar tvídystir. Slapp sær eisini skila­gott av við bóltin, men tók heldur ongar kjansir. Prógvaði fyri landsliðsvenjaranum, at hann er til reiðar at spæla í hvítu troyggju­ni. Brandur Henriksson 6 Toppaði í løtum við nógvum góðum avleveringum, bæði long­ um og stuttum, men fellur enn eina ferð upp á niður­túr­ar­nar. Millum annað tvær av­lever­ingar í fyrra hálvleiki, og frí­sparks­ inn­leggið í seinna hávleiki, sum endaði við mótálopi. Varð fluttur longur aftura miðvøllin, har hann var nógv á bóltinum og tóktist trívast væl. Hallur Hansson 6 Bleiv fluttur fram á framrættaða m i ð v ø l l i n , har hann var við til at leggja trýst á maltesisku verjuna. Kom í fleiri framrættaðar støð­ ur, sum vit síggja til tíðir í AC Hor­sens. Er deiliga avbjóðani í sín­um spæli og dribblingum, men dekan ov oftani manglaði tað seinasta. René Shaki Joensen 8 Hevði frísk bein, eftir at hava sitið uttanfyri við leikbanni móti Asrbadjan. Tað sást, tí havnar­ maðurin í Grindavík sprutlaði av orku og spæligleði. Hann skoraði longu aftaná tríggj­ar minuttir. Hansara triðja mál í fimm dystum. Spældi á vinstra vongi, har hann var ein støðug MILLUM GOTT OG RINGT