Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-22, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. november 2018síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. NOVEMBER 2018 SOSIALURIN 136 31 hóttan og átti lut í fleiri av góð støðunum hjá okkum. Er ov góður at spæla í íslendskum fót­bólti! Sølvi Vatnhamar 5 Ein av teimum slaku dystunum hjá leirvíkinginum, sum ikki ordi­liga slapp at útnytta, at Malta spæla við vongbakkum og trim­um í miðverjuni. Tykist tó at hava eitt fínt samanspæl við Gilla, sum í løtuni blomstrar á høgra bakki. Orkan er ikki tann saman, men hann hevur heldur ikki vant við fullari ferð hetta kapp­ingarárið. Jákup L. Thomsen 5 Sleppur eitt sindur lættari, tí talan er um bara hansara ann­ an dystin. Hartil er hann við fyri fyrstu ferð og er bara 20 ára gamal. Hann hevur loypt kvøkk á verjurnar á U21-landsliðnum, men her restaði eitt sindur í. Hann royndi seg við renningum og vendingum, sum vit hava brúk fyri á landsliðnum, men teir tríggir í miðverjuni hjá Malta fingið steðga honum í tí mesta. Kaj Leo í Bartalsstovu 5 Tykist sum landsliðsvenjararnir halda, at hann spælir best, tá hann kemur inn frá bonkinum. Onkrar løtur prógvaði hann tað, men megnaði ikki at geva dysti­ num nýtt lív tá hann kom inn. Hevur altíð nakrar góð­ar dribbl­ ing­ar, men saknur er í ein­um av­ kasti, sum gevur mál­møgu­leikar og mál. Klæmin A. Olsen 5 Tað eru tey, sum halda at Klæ­mint skuldi havt byrjað hendan dystin í staðin fyri ímóti Aserbadjan. Kom inn í seinna hálv­leiki, har vit partvís trektu okkum eitt sindur aftur, fyri at verja javnleikin. Fekk ikki so nógv at arbeiða við, so tað er tor­ført at døma rituvíkingin fyri hetta avrikið – eins og í Aser­ba­ djan. Odmar Færø 7 Kom inn seinastu minuttirnar, men hevði fleiri avgerandi tak­ lingar hesa løtuna. Bleiv frá­ valdur, tí hann spældi á óvand­ um plássi í Aserbadjan og brúkti nógva orku. Tað skal verða ósagt, um hann hevði broytt útfallið, um hann spældi allan dystin, men hann er altíð til reiðar. Lars Olsen 5 Landsliðsvenjarin loysti høvðus­ upp­gávuna, sum var at fáa í minsta lagi ein javnleik. Tað kláraði hann. Hann gav eisini einum ungum spælara møgu­ leik­an, meðan hann roteraði á miðju­ni, fyri at fáa sum mest burtur­úr Halli og Brandi. Tað gong­ur tó illa, at fáa tað besta burtur­úr liðnum í løtuni. Nations League: Dysturin í tølum: D-deildin, bólkur 3 1. Kosovo 14 2. Aserbadjan 9 3. Føroyar 5 4. Malta 2 Malta – Føroyar Mál: 1-1 Skot: 12-8 Skot á mál: 5-1 Spælfordeiling: 41% - 59% Avleveringar: 360-565 Rættaravleveringar: 266-478 Gjørd fríspørk: 13-16 Horna: 1-1 Rangstøða: 1-2