Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-26, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. november 2018síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 26. november 2018 · Nr. 137 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI 25 mans tjena yvir tvær milliónir krónur um árið. Fýra forvinnað sær yvir tríggjar milliónir krónur. Ovasta kvinnan er á 62. plássi yvir hægstu árslønina í Havn. Danjal av Rana 228 fólk búsitandi í Havn høvdu í fjør eina skattskylduga inn­tøku upp á yvir eina millión krónur. Tað sæst í almennu skatta­listunum, sum hava ligið frammi í Snarskivuni seinastu tvær vikurnar. Hægsta skattskylduga inn­ tøk­an í fjør var yvir átta milli­ ónir krónur. Her eru tó serligar umstøður galdandi, tí tað er frá­faringarlønin hjá Suna Schwartz, sum bleiv koyrdur sum stjóri í Betri-samtakinum. Næst hægsta upphæddin er 4,6 milliónir krónur. Triðji maður á listanum – all­ir teir 62 ovastu eru menn – hev­ur eina skattskylduga inn­ tøku í 2017 upp á 3,4 milliónir krón­ur. Nummar fýra og fimm hava forvunnið 3,3 og 2,9 milli­ ónir krónur. Í 2017 vóru 25 menn, sum eru skrásettir við yvir tveim­ um milliónum krónum í skatt­ skyldugari inntøku, meðan tað altso eru fýra, sum hava for­ vunnið meiri enn tríggjar milli­ónir krónur. Í fjør vóru tað tríggir mans, sum for­ vunnu meiri enn tríggjar milli­ ón­ir krónur, meðan tað vóru 27, sum høvdu yvir tvær milli­ ónir krónur í skattskyldugari inntøku. Ovastu menninir á listanum eru yvirhøvur stjórar í privatu vinnuni, skiparar og maskin­ meist­arar. Fyrsta kvinnan á listanum er á 62. plássi. Hon arbeiðir í bankavinnuni og hevur fingið 1,57 milliónir krónur í skatt­ skyldugari inntøku í fjør. Tann næsta, ein kommunulækni, hev­ur fingið 1,4 milliónir krón­ ur, og tann triðja, ein yvirlækni, 1,25 milliónir krónur. Hjá kvinn­unum eru tað yvirhøvur læknar og tær í leiðandi størv­ um í bankavinnuni, sum mynda inntøkutoppin. Fyrra árið lá ov­asta kvinnan á 33. plássi á list­anum og hevði eina skatt­skylduga inntøku upp á 1,95 milli­ónir krónur. Í 2016 vóru tað 248 borgarar í Havn, sum høvdu eina skatt­ skylduga inntøku upp á yvir eina millión krónur. Tá vóru tær 16 kvinnur, og tað eru tað eisini í 2017. Listin er tó nakað broytt­ur. 11 av teimum somu kvinn­unum mynda listan, með­an fimm nýggj nøvn eru á list­anum. Tí eru eisini fimm kvinnur dotnar av listanum. 55 nýggj nøvn eru á list­an­ um, meðan 75 ikki longur eru á listanum. Tjúgu av teimum 75 eru íslendingar, sum vóru skrá­settir sum føroyskir skatt­ gjaldarar í 2016. Antin eru teir ikki longur skrásettir sum skatt­gjaldarar í Føroyum, ella er inntøkan dottin niður um hasa einu milliónina. Menninir renna undan kvinnunum Talið á monnum, ið forvinna yvir eina millión er voksið við 132 monnum, upp í 246, síðani 2009. Talið á kvinnum er voksið úr 11 upp í 22. Danjal av Rana Tøl frá Hagstovu Føroya vátta, at inntøkurnar í Føroyum eru vaksnar nógv seinastu árini og eisini so í høvuðsstaðnum. Sambært Hagstovu Føroya vóru tað í 2009 125 fólk, sum høvdu yvir eina millión krónur samlaðari inntøku, harav 10 teirra forvunnu yvir tvær milli­ónir krónur. Í 2010 var talið 151 tilsamans, seks yvir tvær milliónir, síðani 165 í 2011, 190 í 2012, 188 í 2013, 208 í 2014, 242 í 2015 og 269 í 2016. Í 2014 síggja vit fyrstu ferð, at nakar er skrásettur fyri yvir fýra milli­ónir krónur í samlaðari inn­tøku, tá eru tað tríggir per­ sónar og í 2015 er talan um fýra per­sónar. Vøksturin frá 2009 til 2016 er sostatt úr 125 fólkum upp í 269 fólk, tað vil siga 144 fólk ella 115 prosent, altso væl meiri enn ein tvífalding. Tað er aldursbólkurin 25 til 54 ár, sum hevur tey flestu við høgum inntøkum. Í 2011 eru tríggir ungir mans, sum fáa meiri enn tað einu milliónina í inn­tøku, men sum heild eru eini 70 prosent av teimum, sum forvinna yvir eina millión mill­um 25 og 54 ár. Talið á teim­ um, sum eru farin um eftir­løn­ ar­aldur, er er voksið úr 10 í 2009 til 21 í 2016. Tað sæst eisini ein týðiligur munur millum kynini. Meðan tað síðani 2009 eru blivnir 132 mans fleiri, sum tjena yvir eina millión krónur, eru tað einans blivnar 11 kvinnur fleiri. Hjá kvinn­unum er talan um júst eina tvífalding, úr 11 upp í 22 kvinn­ur, meðan tað hjá monn­ un­um er ein vøkstur upp á 116 prosent, úr 114 upp í 246 menn. Tað eru altso næstan líka nógvir menn yvir 67 ár í Havn, sum tjena yvir eina millión krón­ur, sum havnarkvinnur í øll­um aldri, sum forvinna sær yv­ir eina millión krónur um árið. Meðan tað øll árini hava verið (minst tríggir) havnar­ menn, sum hava fingið yvir tvær milliónir krónur í saml­ að­ari inntøku, so er tað einans í 2015, at nøkur havnarkvinna hev­ur fingið so nógv í løn, sam­bært yvirlitinum frá Hag­ stov­uni. Tá var talan um tríggj­ar kvinnur. Eitt fyrivarni skal takast við tøl­unum. Tá talan verður um tvær persónar ella færri, upp­ lýs­ir Hagstovan ikki talið, fyri at tað ikki skal gerast ov lætt hjá fólki at gita, júst hvønn talan er um. Tí kann tað vera at onkustaðni, har úrslitið verð­ur tulkað sum eingin, er tal­an í veruleikan um ein ella tveir persónar. Inntøka skift á inntøkuslag, aldur, kyn og øki (2009-2016) 2009 2010 2011 2012 SAMLAÐ INNTØKA SAMLAÐ INNTØKA SAMLAÐ INNTØKA SAMLAÐ INNTØKA 1-2 mió. kr. 2-4 mió. kr. 4+ mió. kr. 1-2 mió. kr. 2-4 mió. kr. 4+ mió. kr. 1-2 mió. kr. 2-4 mió. kr. 4+ mió. kr. 1-2 mió. kr. 2-4 mió. kr. 4+ mi Tils. (aldur) Bæði kyn 115 10 ... 145 6 ... 148 17 ... 173 17 ... Mannfólk 104 10 ... 129 6 ... 134 15 ... 160 16 ... Konufólk 11 ... ... 16 ... ... 14 ... ... 13 ... ... 15-24 ár Bæði kyn ... ... ... ... ... ... 3 ... ... ... ... ... Mannfólk ... ... ... ... ... ... 3 ... ... ... ... ... Konufólk ... ... ... ... ... ... ... ... ... ... ... ... 25-54 ár Bæði kyn 79 8 ... 105 5 ... 99 13 ... 117 14 ... Mannfólk 74 8 ... 98 5 ... 94 13 ... 113 14 ... Konufólk 5 ... ... 7 ... ... 5 ... ... 4 ... ... 55-66 ár Bæði kyn 26 ... ... 30 ... ... 36 ... ... 41 ... ... Mannfólk 22 ... ... 24 ... ... 30 ... ... 35 ... ... Konufólk 4 ... ... 6 ... ... 6 ... ... 6 ... ... 67+ ár Bæði kyn 10 ... ... 9 ... ... 10 ... ... 15 ... ... Mannfólk 8 ... ... 6 ... ... 7 ... ... 12 ... ... Konufólk ... ... ... 3 ... ... 3 ... ... 3 ... ... Samlað inntøka er inntøkan, áðrenn skattur og gjøld eru drigin frá SUÐURSTREYMOYAR ØKI 228 HAVNABORGARAR TJENA YVIR EINA MILLIÓN UM ÁRIÐ