Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-26, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. november 2018síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 26. november 2018 · Nr. 137 TÍÐINDI Ójavnin blívur við at veksa Tøl frá Hagstovuni vísa, at gjáin millum tey ríku og fátøku í Føroyum blívur við at veksa. Danjal av Rana Samstundis sum talið á teim­ um, við inntøkum yvir eina millión krónur um árið veksur, blívir ginitalið eisini við at vaksa. Ginitalið er eitt vísital, sum vísir fíggjarligu javn­vágina í einum samfelag. Um gini­talið hevði verið 0, høvdu øll havt somu inntøku. Hin­veg­in, um tað hevði verið 100, hevði ein persónur fingið alla inn­tøkuna í einum landið og restin onga inntøku havt. Føroyar eru kanska tað land í heiminum, har inn­tøk­ an er javn­ast býtt. Kristina Há­foss, landsstýriskvinna í fíggjar­mál­um, upplýsti í vár fyri løg­ting­inum, at ginitalið fyri Før­oyar var 23,3, sum er tað minsta í Norðurlondum. Í Danmark, sum hevur hægsta ginital í Norð­urlondum, er ginitalið 27,4. Um vit hyggja eftir hag­tøl­ un­um hjá Hagstovuni síggja vit, at ginitalið er støðugt hækkað síðani 2009. Tá var tað 19,3. Næstu árini hækkaði tað við einum stigi um árið, 20,2 í 2010, 21,6 í 2011 og 22,6 í 2012. Í 2013 og 2014 stóð tað mest sum í stað á avikavist 22,7 og 22,6, men hækkaði so til 23,3 í 2015. Í 2016 lækkaði tað aftur til 22,8, men er altso, sam­bært Kristinu Háfoss, aftur hækkað til 23,3. Eitt annað vísital, sum verð­ur nýtt í slíkum førum er fimt­ings­lutfallið. Tað er mið­ al­inn­tøk­an hjá teimum 20 rík­ astu pro­sent­unum, býtt við mið­al­inn­tøkuna hjá teimum fá­tækstu 20 prosentunum. Her sæst eisini, at gjáin veks­ ur, tó at hon seinastu árini hev­ur verið støðug. Í 2009 var fimtingslutfallið 2,7, tað vil siga, at ríkasti fimti­ part­urin var 2,7 ferðir rík­ari enn fátæksti fimti­part­ur­in. Lut­fallið vaks til 2,8 í 2010, 3,0 í 2011 og hevur síðani svingað millum 3,1 og 3,2 annað hvørt ár. Kristina Há­foss segði í vár í løgtinginum, at fimt­ings­lut­ fallið nú er 3,2. 2013 2014 2015 2016 A SAMLAÐ INNTØKA SAMLAÐ INNTØKA SAMLAÐ INNTØKA SAMLAÐ INNTØKA ió. kr. 1-2 mió. kr. 2-4 mió. kr. 4+ mió. kr. 1-2 mió. kr. 2-4 mió. kr. 4+ mió. kr. 1-2 mió. kr. 2-4 mió. kr. 4+ mió. kr. 1-2 mió. kr. 2-4 mió. kr. 4+ mió. kr. 178 10 ... 193 12 3 219 19 4 238 31 ... 167 8 ... 179 11 3 203 16 4 216 30 ... 11 ... ... 14 ... ... 16 3 ... 22 ... ... ... ... ... ... ... ... ... ... ... ... ... ... ... ... ... ... ... ... ... ... ... ... ... ... ... ... ... ... ... ... ... ... ... ... ... ... 126 9 ... 134 9 ... 156 15 3 173 26 ... 121 8 ... 127 9 ... 147 14 3 159 25 ... 5 ... ... 7 ... ... 9 ... ... 14 ... ... 38 ... ... 45 ... ... 46 4 ... 42 3 ... 33 ... ... 40 ... ... 41 ... ... 36 3 ... 5 ... ... 5 ... ... 5 ... ... 6 ... ... 13 ... ... 14 ... ... 17 ... ... 21 ... ... 12 ... ... 12 ... ... 15 ... ... 19 ... ... ... ... ... ... ... ... ... ... ... ... ... ... Javnbýtistøl (gini-tal og hoover-tal) og inntøkulutføll skift á aldur, kyn, húskisslag og øki (2009-2016) 2009 2010 2011 2012 2013 2014 2015 2016 Fimtingslutfall 80/20 Fimtingslutfall 80/20 Fimtingslutfall 80/20 Fimtingslutfall 80/20 Fimtingslutfall 80/20 Fimtingslutfall 80/20 Fimtingslutfall 80/20 Fimtingslutfall 80/20 2.7 2.8 3 3.1 3.2 3.1 3.2 3.1 Fimtingslutfall 80/20: Miðalinntøkan hjá ríkastu 20% býtt við miðalinntøkuna hjá fátækastu 20% Kelda: Hagstova Føroya Tils. (aldur) Øll húski Alt landið Bæði kyn Javnbýtistøl (gini-tal og hoover-tal) og inntøkulutføll skift á aldur, kyn, húskisslag og øki (2009-2016) 2009 2010 2011 2012 2013 2014 2015 2016 GINI-TALIÐ GINI-TALIÐ GINI-TALIÐ GINI-TALIÐ GINI-TALIÐ GINI-TALIÐ GINI-TALIÐ GINI-TALIÐ 19.3 20.2 21.6 22.6 22.7 22.6 23.3 22.8 Gini-talið: Eitt tal, sum lýsir ójavnan í inntøkubýtinum. Um øll hava somu inntøku, er talið null, og hevur eitt húski alla inntøkuna, er talið 100%. Kelda: Hagstova Føroya Tils. (aldur) Øll húski Alt landið Bæði kyn Elsta havnarkvinnan, sum hevur forvunnið yvir eina milli­ón er 82 ára gomul, meðan tann yngsta er 36 ára gomul. Tær flestu, ellivu kvinnur, eru tó millum 48 og 63 ára gamlar. Elsti havnarmaðurin, sum hevur tjent yvir eina millión, er 76 ára gamal, meðan tann yngsti er 27 ára gamal. Elsti havn­ar­mað­urin, sum hevur forvunnið yvir tvær milliónir er 66 ára gam­al, meðan tann yngsti er 44 ára gamal. 51 av teimum 212 monn­unum eru millum 50 og 55 ár, 88 teirra eru millum 50 og 59 ár. 20 av teimum, sum hava eina skattskylduga inntøku upp á yvir eina millión krónur hava nátt pensjónsaldur. Skattalistarnir vísa skatt­ skyld­ugu inntøkuna í Før­oy­ um. A og B-inntøka eru end­ur­ speglað í skattalistanum, men tað eru aðrar inntøkur, so sum vinn­ingsbýti frá partafeløgum, ikki. Hjá teimum, sum arbeiða utt­an­lands, er einans tann part­ur av lønini, sum skattur verður goldin av her í Før­oy­ um, við í uppgerðini. Tískil eru tað uttan iva fleiri enn hesi 228, ið forvinnað sær yvir eina milli­ón krónur í inntøku um árið. Komandi vikurnar fer Miðla­húsið eisini at kaga í skatta­listarnar í hinum komm­ un­unum í landinum.