Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-26, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. november 2018síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 26. november 2018 · Nr. 137 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Føroya Tele arbeiðir við nýggjum fylgisveinavirksemi Nýhugsandi verkætlanirnar hjá Føroya Tele og tess samstarvsfelagum snúgva seg m.a. um at senda fylgisveinar upp í rúmdina og at byggja eina nýggja jarðstøð í Føroyum til móttøku av dáta frá fylgisveinum Pætur Hjalmar Evensson pature@sosialurin.fo Hóast vit ikki leggja merki til fylgisveinar í okkara gerandis­ degi, eru teir uppi yvir okkum allatíð og eru í stóran mun við til at mynda okkara ger­andis­ dag. Teir geva okkum samband til sjón- og útvarp, GPS og int­ ernet langt úti á havi ella um­ borð á flúgvaranum. Haraftrat uppsamla teir eina ørgrynnu av ymiskum dáta og kunnu koma við nógvari kunning við m.a. at taka hágóðskumyndir, avlesa veðrið, sjóøki o.s.fr. Eitt er vist – tú hevði uttan iva lagt merki til fylgis­vein­ar­ nar, um teir knappliga sløkn­ aðu. Føroya Tele sær nógvar møgu­leikar í hesari skjótt vaks­andi vinnuni, og ynskir tí at slóða fyri spennandi fylgi­ sveina­virksemi bæði í arktiska økinum og í Føroyum. Í løtuni arbeiðir Føroya Tele við tveim­ um framsøknum fylgisveina­ verk­ætlanum. Veita internet til Arktis við fylgisveinum Í hálvtannað ár hevur Føroya Tele saman við samstarvs­fel­ agum í Grønlandi, Íslandi og Dan­mark arbeitt við einari verk­ætlan um at senda tveir fylgisveinar upp í rúmdina. Hesir fylgisveinarnir skulu m.a. veita internetsamband í ein­um alsamt meira týdningar­ miklum øki, har lítið og einki internetsamband er í løtuni - nevniliga tað arktiska økið. Tað er ein sannroynd, at ísurin í Arktis bráðnar meir og meir, sum fer at gera arktiska økið til eina nógv vanligari sjóvegis flutningstrutu í nærm­astu framtíð. Vaksandi ferðsl­an har verður er áhuga­ verd uppá fleiri ymsar mátar, Møguleikar í rúmdini skulu gagnnýtast: Jan Ziskasen hevur verið stjóri í Føroya Tele síðan november 2015 Fylgisveinur