mánadagur 26. november 2018síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 26. november 2018 · Nr. 137
TÍÐINDI
og hetta síggja Føroya Tele og
teirra samstarvsfelagar sum
ein møguleika, ið eigur at
verða gangnýttur.
- Vit hyggja eftir at veita
internetsamband til hesi økini,
sum ikki hava gott samband
ella dekning yvirhøvur. Tað er
galdandi norðast í Grønlandi,
Kanada, Russlandi og Noregi,
sigur Jan Ziskasen, samtak
stjóri í Føroya Tele og leggur
afturat, at fylgisveinarnir eis
ini kunnu hava aðrar uppgávur
sum t.d. at hjálpa til við eftirliti
av ávísum sjóøki.
Ætlanin
hevur
verið
at
senda fylgisveinarnar upp við
European Space Agency, sum
sendir
fylgisveinar
upp
í
rúmdina frá ymsum skotpall
um í Evropa. Men nýtt sam
starvið við Shetland Space
Centre hevur gjørt tað møgu
ligt at umhugsa hesa verkætl
an á nýggjum og møguliga
senda fylgisveinarnar upp frá
Hetlandi í staðin.
Hetland upplagt til
fylgisveinavirksemi
Arbeitt verður við nýggjum
fylgisveinavirksemi við Shet
land Space Centre í Hetlandi,
og hetta er orsakað av, at bret
ar ynskja at gerast ein størri
spælari í fylgisveinavirksem
inum í rúmdini. Her er ynskið
bæði at senda fylgisveinar upp
í rúmdina og at byggja jarð
støðir, sum kunnu móttaka og
hýsa data frá fylgisveinum,
sum flúgva framvið.
Niðurstøðan
í
sonevndu
Sceptre kanningini er, at Saxa
Vord á oynni Unst norðast í
Hetlandi liggur allar best fyri í
bretskum øki til slíkt virksemi.
Saxa Vord er ein gomul her
støð frá seinna verðaldarbar
daga.
Her er ætlanin so at senda
smáar rakettir við smáum
fylgisveinum upp í rúmdina.
Talan er um ”Polar-orbit” eins
væl
og
“Sun-synchronous-
orbit”, sum inniber, at fylgi
sveinarnir ferðast kring pólar
nar (polar-orbit) ella ferðast í
dagsljósi
(sun-synchronous-
orbit) og fáa orku á hendan
hátt. Eftir ætlan verður hetta
arbeiðið liðugt síðst í 2020.
Vilja brúka føroyskt
internet
Tað krevur gott internetsam
band fyri at fáa dátu frá fylgis
veinunum víðari úr jarðstøðini
í Hetlandi. Tað er her, Føroya
Tele kemur inn í myndina.
Føroya Tele er longu ein virkin
viðleikari á hetlendska sam
skiftismarknaðinum
við
at
veita
skjótt
fipursamband
gjøgnum SHEFA-kaðalin, sum
fer úr Føroyum til Hetlands og
koyrir víðari til Orknoyggjar
nar og Skotlands.
Samstarvið inniber, at Før
oya Tele skal veita fipursam
band til Shetland Space Centre
bæði í sambandi við rakett
uppsending og móttøkustøð.
Fyri tveimum vikum síðani
vóru umboð frá Føroya Tele í
Hetlandi og Orknoyggjunum
fyri at greiða samstarvspartn
arum har frá, hvat Føroya Tele
hevur gjørt seinasta árið og
hvørjar framtíðarætlanir fyri
tøkan hevur. Fundir vóru við
stjórnirnar í báðum oyggjar
samfeløgunum eins væl og við
samstarvspartar og kundar.
Eisini varð vitjað á Shetland
Space Centre á oynni Unst.
Umhugsa at byggja
jarðstøð í Føroyum
Samstarvið
letur
upp
fyri
møguleikanum eisini at byggja
eina jarðstøð í Føroyum um
framt aðrastaðni í arktiska øk
inum m.a. í sambandi við arkt
isku fylgisveinaverkætlanina,
sum longu er farin av bakka
stokki.
- Tað er partur av verkætl
anini,
at
eftirlitsmiðstøðin,
sum skal stýra fylgisveinunum
í rúmdini, kann vera í Føroy
um, sum jú er rættiliga áhuga
vert, sigur Jan Ziskasen.
Hann fortelur, at tað í nú
verandi løtu eru ov fáar jarð
støðir á jørðini. Hetta hevur
við sær, at ein rúgva av dátuni,
sum verður innlisin í fylgis
veinarnar ikki verður gagn
nýtt, tí fylgisveinarnir ikki
kunnu goyma hesi dáta serliga
leingi, áðrenn tað verður yvir
skrivað av nýggjum dáta. Tí
fer nógv týdningarmikil in
formatión í summum førum
til spillis.
Við einari jarðstøð í Før
oyum, kann mann gera avtalur
um at taka dátu frá fylgisvein
unum yvir Føroyum niður, so
dátan kemur í føroyskar hend
ur. Men hvat ætlar Føroya Tele
at brúka hetta tilfarið til?
- Tað kunnu vit selja rátt
víðari sum eina handilsvøru.
Mann kann eitt nú hugsa sær,
at fyritøkur, felagsskapir ella
lond við áhuga fyri veðrinum
kundu keypt ta dátuna, vit tá
kunnu veita um veðrið. Tað
kann eisini hugsast, at mann
kundi góðskað informatiónina
og møguliga seta ymisk dáta
saman, áðrenn hon verður
víðariseld. Dáta, sum fylgis
veinar regluliga fáa hendur á,
er sera virðismikil og jú tættari
uppá ”real-time”, informatión
in kann verða, jú meira virði
hevur hon, sigur Føroya Tele
stjórin.
Umhugsa Sornfelli
og Húsareyn
Føroya Tele hevur hugt eftir
fleiri støðum í Føroyum, har
mann kundi havt eina møgu
liga nýggja jarðstøð. Tað eru
fleiri ting, ið hugsast skal um,
tá mann skal seta eina so
vorðna jarðstøð upp.
Støðin má liggja á einum
staði við rímiliga fríum útsýni
til sjónarringin, og har má ikki
vera ov vindhart. Haraftrat er
neyðugt at hava gott fipur
samband til støðina, tí har
kemur so nógv dáta inn døgnið
runt.
- Ein líknandi radarstøð
hevur verið á Sornfelli fyrr.
Sornfelli er ein møguleiki, men
har er øgiliga vindhart. Vit
hyggja eisini eftir øðrum økj
um sum eitt nú á Húsareyni,
har vit í dag longu hava fylgi
sveinamóttakarastøðir
til
sjónvarp. Tað kundi eisini
verið onkra aðrastaðni í Føroy
um, har tað er meira slætt, og
har betri møguleiki at síggja
sjónarringin 360 gradur, sigur
Jan Ziskasen.
Stór amerikansk flog- og
rúmdarfyritøka við
Shetland Space Center sam
starvar við stóru amerikansku
fyritøkuna, Lockheed Martin,
sum hevur drúgvar royndir í
flog-
og
rúmdarídnaðinum.
Lockheed Martin skal verða
partur av arbeiðnum við at
byggja støðina í Hetlandi, og
amerikanska
fyritøkan
hevur víst stóran áhuga í at
møtast við Føroya Tele í
sambandi
við
møguligt
framtíðar samstarv.
- Um vit nú fara í gongd við
at byggja jarðstøðirnar í Før
oyum og arktiska økinum,
kundi mann sæð fyri sær, at
Lockheed Martin kom at vera
partur av teimum verkætlan
unum eisini, sigur Jan Ziska
sen.
Prestiga fyri Føroyar
Fylgisveinavirksemið
er
í
stórari menning, og Føroya
Tele sær nógvar nýggjar
møguleikar
við
hesum
í
framtíðini.
- Marknaðurin fyri smáum
fylgisveinum er frá 2016 til
2017 vaksin við 157 prosentum.
Mann
væntar,
at
hesin
marknaðurin frá 2020 til 2030
kemur at vaksa seg til at vera
fimm
til
seks
milliardir
dollarar, sigur Jan Ziskasen
og vísir eisini á ”Bryce Space
and
Technology
Start-Up
Space” kanningina, sum sigur,
at bara í 2017 eru íløgur fyri
heilar 2,5 milliardir dollarar
gjørdar í nýggjar fyritøkur
innan rúmdarídnaðin.
Ein stórur partur av ambiti
øsu verkætlanunum hjá Før
oya Tele og samstarvsfeløgun
um er enn á tekniborðinum.
- Hetta er tíðliga í prosessini,
men hetta er akkurát so tíðliga,
sum mann eigur at fara inn í
nýggj ting, sigur Jan Ziskasen.
Jan Ziskasen heldur, at tað
er forkunnugt fyri Føroyar at
kunna vera við í hesari vinn
uni.
- Føroyar er ein sera lítil tjóð
í mun til tey stóru londini og
fyritøkurnar, sum vanliga gera
hesi tingini. Men av tí at vit
liggja so strategiskt væl fyri
her í Norðuratlantshavinum,
so er hetta jú framúr forkunn
ugt fyri Føroya land at kunna
vera við í verkætlanum í
rúmdini, sigur hann.
Ein jarðstøð kann móttaka og hýsa data frá fylgisveinum, sum flúgva framvi
Shetland Space Centre skal hava fylgisveinavirksemi á oynni Unst norðast í Hetlandi