Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-26, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. november 2018síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 26. november 2018 · Nr. 137 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Ein ætlan um innkomuvegir um eina viku Eftir hvat landsstýrismaðurin segði eftir fundin við borgarstjórarnar fyriliggur ein ætlan um eina viku Árni Gregersen Tað liggur í kortunum, at skil nú fæst á innkomuvegunum til Runavíkar og til Tórshavn í samband við Eysturoyar­tunn­ il­in. Bæði borgarstjórin í Havn, Annika Olsen, og borgarstjórin í Runavík, Torbjørn Jacobsen, vóru sera væl nøgd, eftir at tey høvdu fyrsta fundin við nýggja landsstýrismannin við sam­ ferðslumálum, Heðin Mort­en­ sen. Ónøgdin hevur annars verið stór í báðum kommununum, tí lítið og onki samband hevur verið millum kommunurnar og landið, um hvussu ferðslan skal møtast, tá ið undir­sjóv­ar­tunnilin er liðugur. Tórshavnar kommuna hev­ ur eina avtalu við samferðslu­ málaráðið um hvussu kostn­ aðurin fyri innkomuvegin skal býtast millum kommununa, landið og tunnilsfelagið. Hetta er ein avtala frá 2016, men síðani er onki hent í veru­ leikanum. Millum Runavíkar komm­ unu og landið er ongin avtala gjørd. Kommunan í Runavík hevur gjørt eina ætlan fyri ferðsl­una saman við einum priv­atum ráðgevarafelag, men held­ur ikki har eru pengar sett­ir av til endamálið. Kommunurnar vilja gjalda Innkomuvegirnir hava sjálv­ andi stóran týdning fyri at besta nyttan fæst úr undir­ sjóv­artunlinum. Kommunurnar eru eisini sinn­aðar at gjalda ein part av tí, sum hetta kostar, men tær meta sjálvandi at landið eigur at gjalda sín part og møguliga eisini tunnilsfelagið. Ræðudømið er úr Leirvík, har Norðoyartunnilin kom í gjøgn­um og ferðslan byrjaði at koyra, uttan at ein skilagóð loysn var fingin á, hvussu inn­ komuvegurin skuldi liggja í bygdini. Í sambandi við Eysturoyar­ tunnilin er mett, at ferðslan fer at vaksa munandi. Tølini siga, at talið av bilum, sum koyra til Havnar fer at vaksa við meira enn 30 prosentum – ú 12.000 bilum um dagin til 16.000 bilar um dagin. Tí er tað greitt, at vøksturin í ferðsluni í Havn verður risa­ stórur og tað sama ger seg gald­andi í Runavík. Sum er nú, er bert ein farleið gjøgnum Runavík frá har sum tunnilin kemur upp á Rókalandinum og so inn eftir fjørðinum og víð­ari til eysturbygdirnar í Eyst­ur­oynni og til allar Norð­ oyggj­ar. Í ferðsluætlanini hjá Lands­ verk er ætlanin at gera ein tunnil úr Gøtudali til Millum Fjarða og á tann hátt beina ferðsluna til tunnilsmunnan á Strondum. Fyrimunurin við hesi loysn er, at ferðslan á tann hátt verð­ ur býtt sundur, umframt at vegurin úr Skálafirði og út á Stredndur longu er gjørdur og liggur omanfyri bygdina á Skála. Tað sum manglar er at gera vegin uttan um bygdina í Skála­firði. Tekur sína tíð Vansin er, at tað er ongin møgu­leiki politiskt at fáa gjørt Gøtudals-bergholið fyri um eini fimm-sjey ár. Bæði tunnil til Hvalbiar og Norður um Fjall skulu gerast fyrst umframt fleiri smærri tunlar, áðrenn nøkur vón er um, at politiskur vilji er at gera Gøtudals-tunnil­ in. Tí er og verður tað neyðugt at taka trupulleikan við inn­ komu­vegunum í Havn og Runa­vík í álvara. Og tað verður eisini gjørt. Tað vóru kláru boðini frá nýggja landsstýrismanninum við samferðslumálum. Eftir fundin við borgar­stjór­ ar­nar í Havn og í Runavík, segði hann, at hann roknaði við, at tá ið 14 dagar eru farnir, so er ein ætlan gjørd fyri, hvussu farast skal fram. Í løtuni verður mett, at hol kem­ur ígjøgnum í mai næsta ár, so ongin væntar at inn­ komu­vegirnir eru klárir, tá ið koyrandi verður gjøgnum tunn­ilin. Borgarstjórarnir hava strongt á at fáa eina ætlan sett út í kortið, so borgararnir í komm­ ununum hava eina trygd fyri, at spurningurin um inn­komu­ vegirnar eru í góðum hondum og at ein ætlan fyriliggur. Heðin Mortensen, landsstýrismaður við samferðslumálum, hevur mett, at ein ætlan er klár um eina viku. Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, var sera væl nøgd við fyrsta fundin við nýggja landsstýrismannin við samferðslumálum. Eisini Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík, var sera væl nøgdur við fundin við nýggja landsstýrismannin.