Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-26, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. november 2018síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 26. november 2018 · Nr.137 31 ÁR SÍÐANI OVE JOENSEN DOYÐI Í dag eru 31 ár síðani, at Ove Joensen úr Nólsoy doyði. Ove varð føddur 3. desember 1948. Hann doyði, tá hann drukn­ aði á Skálafirði hendan dagin í 1987. Hann gjørdist kendur um alt Føroyar, tá hann legði fram ætlanir u at rógva til Dan­mark­ar. Hann gjørdi eina roynd í 1984 og aftur eina í 1985, men báðar ferðir eydnaðist tað honum bert at rógva til Het­lands. Triðju ferð eydnaðist tað honum tó at rógva allan vegin til Danmarkar, í 41 samdøgur, púra einsamallur. Hin 11. august 1986 steig Ove fótin á land á Langelinje í Keypmannahavn, har hann kysti kendu Lítlu Havfrúnna. Fleiri tús­und fólk vóru komin á Langelinje fyri at taka ímóti Ova, og eitt bátafylgi fylgdi honum úr Helsingør. Árni Johannesen, ætt­að­ur úr Fugla­firði, búsitandi í Tórs­havn andaðist á Lands­sjúkra­ hús­i­num hósdagin 22. nov­embur, 83 ára gamal. Lilly Holmsund Boesen, úr Froba andaðist á Suð­ur­oyarsjúkrahúsi fríggja­dagin 23. nov­ em­ber, 81 ára gomul. Thrøstur Vilbergsson, Hafnafirði andaðist mikudagin 21. novembur 53 ára gamal. Kristin Joensen, ætt­aður úr Kvívík, bú­sitandi í Kollafirði, and­að­ist týsdagin 20. november, 62 ára gamal. Jensa Kitty Petersen, vanliga nevnd Jensa, ættað úr Kollafirði, búsitandi í Hafnafirði í Ísland, andaðist 18. november 83 ára gomul. John Mikkelsen, Klaksvík, andaðist í heiminum sunnu­ dag­in, 57 ára gamal. Jarðarferðin verður lýst seinni. Hannelisa Stórá í Havn, ættað úr Hvalba, andaðist leygardagin á Tjarnagarði, 78 ára gomul. Søren Joensen, ættaður av Økrum, búsitandi í Havn, andaðist í heiminum 66 ára gamal. ANDLÁT Minningarorð um Julius (09.08.1937, Tvøroyri - 09.10.2018, Havn) Klokkan tíggju minuttir í trý í nátt (19.10.18) tók eg mær tíð til at minnast teg skrift­liga – tendraði teld­una og eitt ste­ ar­in­ljós. Sang­blað­ið til jarð­ar­ ferð­ina við tær á ligg­ur eisini her á borð­i­num og hyggur upp á meg við tín­um bros­ andi og vakra andlitið, ílatin før­oysk klæði. Ein mynd sig­ur meira enn túsund orð, men eitt foto­grafi megnar kort­ini ikki at avmynda ta lív­s­kraft, sum tú umboðaði. Og, tó­at tú kanska ikki altíð legði so nógv í føgur orð til jarðarferðir, so vil eg tó siga okk­urt um teg – og okkum. ”NapoLEUM!”, kallaði tú meg við tíni eyðkendu fað­ ir­ligu rødd, sum eisini rópti ”kaffi!!” og ”døgurði!!!”, eitt taktfult tekin til at leggja bjálv­ing­ar­ar­beiði frá okkum, at leypa upp í títt hvíta rug­ breyð og koyra heim til Her­ vør. Minnist angan at koma inn og vænta sær ein væl­ upp­i­born­an døgurða frá tíni trú­føstu konu. Hvør min­uttir taldi, tí tú elskaði at ar­beiða og at grípa dagin við fullum huga. Og ímeðan kaffi rann niður, setti tú teg við guit­ar­ anum og eg við ukulele’ini, og eg beundraði tín altíð so ekt­aða sang og tær stóru hend­ur­nar, sum fortaldu søg­ur um arbeiðssemi. Og so hetta vakra bandið tykk­ara millum, har tín ung­dóms­ kerl­ig­heit bað okkum setast til borðs aftur, og tú líka kitl­ aði hana, áðrenn farið var til arbeiðis aftur. Hetta var serliga í­mill­um stud­ents­prógvið og uni­vers­ i­tets­árini uttan­lands, at eg var so hepp­in at koma í ar­ beiði hjá tær og kom har­við tætt innum í hesi omm­u­syst­ ur­fami­lj­uni, har ið bæði tað hand­aliga og andaliga var í h­á­sæti. Tú lærdi meg at ar­ beiða, og tað eri eg tær takk­ sam­ur fyri; tað, at kýta seg, ikki at geva upp, og at merkja nøgd­semi eftir dagligt strev, júst sum í tíni nógv lisnu Bíbl­iu, ”søtur er svøvnur ar­ beiðs­mans­ins…” (Præd. 5,11). Tú lærdi meg at svinga ein­ um ham­ara, og ikki at tosa ov nógv, tá ið vit arbeiddu ella ótu (…hetta seinna var tó ikki altíð líka lætt fyri eina snakk­saliga sál sum meg). Og so tín­ar livandi frásagnir, tín lívs­vís­dómur og tínar sterku mein­ing­ar, sum tú lutaði við mær á leiðini – jú, ein fragd var tað at njóta tína fullu nær­veru og síggja ”glimtið” í eyg­um tínum, tá ið tú for­ taldi eitthvørt, bæði tað stutt­liga og tað álvarsama. Tú tókst lívið alvorligt, og hevði tú hoyrt meg her nú, hevði tú óivað mint meg á ikki at dylja við at fortelja øðr­um um frelsuboðskapin um Jesus, sum tú nýtti hvørt høvi at vitna um. Beint fram og til sakina, og júst so­leið­is løgdu menninir í Frels­un­ar­ herinum seg eftir at tala til tína jarðarferð, upp­muntr­ að­ir av tí fyrimynd, sum tú hevði verið fyri teir. Ofta tos­aði tú um fosturpápa tín Herl­uf Arnason, og eg skilti tá betur, hví ið tú vart so djarvur og djúptøkin í øll­um, sum tú tókst við. Sum Hallur nevndi til jarð­ar­ferð­ina, so hevði tú eitt stórt føl­ils­is­ lát­að hjartað, sum altíð var til reið­ar at vísa øðrum kær­ leika og at fyrigeva. Títt góða hu­mør smittaði, ja ein føddur sjón­leik­ari, við sjarmerandi skeggi, og væl dámdi tær at vera umgyrdur av børnum. Lítla­systir mín kallaði teg ”LULUS” sum eitt av hennara fyrstu orðum. Tú livdi í frælsi og tætt at náttúruni, og eitt tað besta, tú visti, var at vera á floti, sum Hallur eis­ini nevndi í taluni til jarð­ar­ferð­ ina leygardagin 13. oktober. Í summar mundi tú siglt av á sjúkra­húsinum, og vit skund­aðu okkum at vitja teg, men tá raknaði tú brádliga við aft­ur, klappaði at okkara sangi og fór at tosa um at um­væla bátin, sum eitur eftir lítla abba­ soninum Tístram. Og tó at sjúkan fleirfaldaðist í kroppi tínum, so gavst tú ikki upp og klagaði ikki – nei, tvørt­ur­ ímóti bleyv eg rørdur av at hoyra, at við hjálp frá fam­ ilju og tøttum vinum, vart tú niðri á Kongabrúnni og sjó­ setti henda bát, áðrenn tú so við og við legði árarnar inn á sjúkrahúsinum við mán­að­ ar­skift­ið. Tú prógvaði fyri okkum, hvussu ið tað broyt­ ir alt at fara hugagóður til verka og at liva til fulnar tað dag­a­tal, sum Gud ásetir. Og tá ið jarðarferðin fór fram eft­ir eina stormnátt, var veðr­ið gylt og friðsælt, og eg hugdi upp til skýggini við takk­semi og hugsaði við mær sjálv­um, at sjálvandi skuldi eitt so­vorð­ið undur henda til jarð­ar­ferð­ina hjá Juliusi! (myndir eftir Christophe Pons, 2008) Inn til vit aftur síggjast, Napoleon Smith Leygardagin 1. desember skip­ar Lions Liljan fyri jóla­tombola og barnalist í Post­hús­kjall­aranum klokkan 14.30-17.00. Barnalist er ein lista­ fram­sýning evnað av børnum undir skúla­ aldri á ymiskum stovn­ um í Tórshavnar komm­ unu. Børnini velja sær eitt evni, sum tey lýsa við málningum og krea­ tiv­um smáverkum. Hvørt ár savnar Li­ ons Club Liljan inn til væl­ger­andi endamál fyri børn og ung í Føroyum. Í ár varð ein pen­ ing­a­gáva latin Bú- og við­gerð­ar­stovn­i­num í Stoffa­lág til eitt in­fra­ reytt hita­rúm í samband við við­gerð­ina av ung­ um við sál­ar­lig­um av­ bjóð­ing­um. Vígdis Fjallstein Christ­ian­sen framførir sam­an við Astu Høj­ gaard og Mads á Heyggi. Víg­dis hevur givið nýggja lagið “Jól við tær” út í nov­ember. Vaflur og kaffi verður til sølu, ókeypis saft er til børnini. Og sum nakað nýtt verð­ur eitt skiftirúm til pinku­børn, og møguleiki verð­ur at hita fløskur og mat til smábarnakrókin. Jólatombola og barnalist í Havn