Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-26, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. november 2018síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 26. november 2018 · Nr. 137 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fríggjadagin skipaði Klaksvíkar kommuna fyri hátíðarløtu í samband við, at Magnus Magnussen eftir 23 ár í starvi sum kommunulækni í Norðoya læknadømi takkar fyri seg. Skúlanæmingar forrita í ein tíma Í sambandi við Rita1tíma tiltakið, skipar KT-felagið fyri kapping millum allar skúlaflokkar sum luttaka Vilmund Jacobsen - Tað er alneyðugt at skilja, hvussu forrit virka fyri at megna at stýra teldum, robott­ um og øðrum maskinum. Tað heldur KT-felagið, sum í næstum skipar fyri tiltak­in­ um Rita1tíma. Tað er altjóða átakið Hour of Code, sum KT-felagið hevur tikið til sín, umsett til føroyskt mál og bjóðað út til fólka­skúl­ an. Tiltakið snýr seg í stuttum um, at allir næmingar skulu sleppa at royna at forrita. Hetta verður gjørt á stuttligan og læruríkan hátt í ein tíma. Nær, hvar og hvat? Í Vinnuhúsinum vita tey frá KT-felagnum í dag at siga, at ritað verður millum 3. og 9. desember 2018. - Tit nýta tykkara egnu skúla­stovu ella skúlans teldu­ stovu. Tiltakið Rita1tíma eitur Hour of code á enskum, og spennir um allan heim. Hvussu skal tað gerast - Far inn á  www.rita.fo  – Vel eitt uppgávusett og forrita. KT-felagið umsetir alt tilfarið til føroyskt. Lagt verður aftrat, at til ber eisini til at forrita heima sam­ an við sínum børnum. Vegleiðing til lærarar og for­ eld­ur er at finna um heima­ síðuna hjá Vinnuhúsinum – www.industry.fo Tað ber eisini til at skipa fyri Rita1tíma uttan teldu ella teldil! Kapping Í sambandi við Rita1tíma til­ takið, skipar KT-felagið fyri kapping millum allar skúla­ flokkar sum luttaka. - Tað einasta, tit skulu gera fyri at luttaka, er at skráseta tykkum og senda eina ella fleiri myndir frá tí tímanum, sum tit forrita, til KT-felagið á marius@industry.fo. - Vinningurin er ein túrur í biograf fyri allan flokkin, og seinasta freist at senda myndir inn er fríggjadagin 14. des­emb­ er. Lagt verður aftrat, at tað verð­ur KT-felagið, sum trekkir lut millum øll, sum senda mynd­ir inn mánadagin 17. des­ ember. SØRVÁGUR: Mikukvøldið 28. november klokkan 19 verður sálmasangur í Sørvágs kirkju. Í steðginum verður drekkamunnur. Tiltakið er liður í sálmasangskvøldum í Vága Prestagjaldi, og øll eru hjartaliga vælkomin. Rak upp á Leynasand Tað tók einum fløskuposti umleið fýra mánaðir at reka 3100 kilometrar Vilmund Jacobsen Hin 6. november klokkan 09.45 fann Hans Eli Sivertsen ein fløskupost á Leynasandi. Tað veit heimasíðan - jenskjeld@info - at siga. Curt Chambers  úr Brig Bay, sum er ein fiskivinnu­ bygd í Ný Foundlandi, hevur skrivað brævið í fløsku­post­ in­um. Plastfløskuna við bræv­in­ um kastaði hann í havið av fiskiskipi á Ný Foundlands- og Labradorleiðini um miðjan juli í ár. Tað tók fløskupostinum umleið fýra mánaðir at ferðast teir umleið 3100 kilo­ metr­arnar av hesum leiðum og heim til Leynar, har fløsku­posturin rak upp á sand­in. - Plastikfløskur sum hesar flóta lætt í sjónum, og tí er vænt­andi, at eisini vindurin hevur gjørt sítt til at flyta fløsku­postin á longu leiðini, skriv­ar Jens-Kjeld Jensen, sum eisini eig­ur viðheftu mynd. Deyður makrelur í Klaksvík Vilmund Jacobsen Sunnudagin varnaðust fólk, at deyður fiskur var rikin upp á sandin norðan fyri Sjónám í Klaksvík. Men, skjótt gjørdist greitt, at hetta ikki var fisk­ur, sum er deyður í sjón­um og síðan er rikin á land. Heldur er hetta gamal og tráðnaður makrelur, sum onkur útróðrarmaður hev­ur sloppið sær av við, tí makrelurin ikki dugir til agn longur. Norðlýsið veit at siga, at kommunan hevur fingið boð­ini um tilburðin og er farin at rudda makrelin burt­ur. Hesa løtuna, áðrenn fólk hjá kommununi komu eftir makrelinum, høvdu star­arnir góða lív – og fleiri fingu sær mettuna. Tað er Margreth Dals­ enni, sum eigur myndina.