mánadagur 26. november 2018síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 26. november 2018 · Nr. 137
Avtala er undir
skrivað við Osbjørn
Jacobsen Arkitektar um
heildarráðgeving í
samband við nýggja
útstykking hjá
Eysturkommunu í
Norðragøtu. Talan er í
fyrstu atløgu um 26
nýggj grundstykkir
361 metrar
í tvær vikur
Arbeiðið í Eysturoyartunlinum
gongur við rúkandi ferð
Vilmund Jacobsen
NCC veit í morgun at
siga, at samlaða metra
talið, sum sprongt varð í
Eysturoyartunlinum
í
síðstu viku, var heili 184.
Í vikuni frammanund
an sprongdu teir 177
metrar, og tað merkir, at
samlaða metratalið sein
astu tvær vikurnar er
361, sum man tátta í met í
tvær vikur.
Nú eru sprongdir til
samans 8.435 av teimum
11.250 metrunum, sum
Eysturoyartunnilin
verður langur.
Tað merkir, at samlaða
metratalið, sum nú er
eftir, einans er 2.815.
Í seinastu viku vórðu
92
metrar
sprongdir
Hvítanes-megin.
Frá rundkoyringini und
ir Tangafirði og móti
Hvítanesi vórðu 44 metr
ar sprongdir – og frá
rundkoyringini og móti
Saltnesi vórðu sprongdir
48 metrar.
Soleiðis
gongur við
fiskiskapi
Vilmund Jacobsen
Fríggjadagin vóru bara
trý ísfiskalínuskip til
fiskiskap, men væntandi
fóru onnur avstað
aftur um vikuskiftið.
Skipini fiska næstan
bara tosk og hýsu, og
fiskiskapurin er góður.
Á Fiskamarknaði
Føroya vita tey at siga,
at øll frystilínuskipini
fiska í føroyskum
sjógvi í løtuni.
- Streymurin er harður,
men hann batnar, sum
henda vikan gongur.
Veðrið verður gott
fyrst í vikuni, men
øtlar seinni í vikuni.
- Útróðrarbátarnir hava
góðan fiskiskap, og teir
fiska bara tosk og hýsu.
Fríggjadagin vóru
flestu partrolarapør
til fiskiskap, men
fiskiskapurin eftir upsa
er ikki góður í løtuni.
Skipini fáa eisini nakað
av hvítum fiski.
Á Fiskamarknaði
Føroya vistu tey at
siga, at partrolararnir
koma inn at landa, sum
henda vikan gongur.
Fríggjadagin vóru allir
djúpvatnstrolararnir
til fiskiskap, og teir
koma væntandi inn
at landa, sum henda
vikan gongur.
- Djúpvatnstrolararnir
fiska á Rygginum og
á djúpum vatni. Teir
fáa tosk, svartkalva,
kongafisk og blálongu.
Fríggjadagin vóru allir
teir smáu trolbátarnir
til fiskiskap.
- Teir eru allir á
Skeivabanka og
fiska havtasku. Teir
fáa eisini eitt sindur
av upsa og toski.
Trolbátarnir koma
helst allir inn at
landa hesa vikuna.
- Eitt garnaskip kemur
inn at landa í dag, og
eini tvey ella trý onnur
skip koma helst seinni
í vikuni. Fiskiskapurin
hjá garnaskipunum
er misjavnur, verður
lagt aftrat.
SKÚLASTJÓRI: Skúlin
í Eysturkommunu skal
hava nýggjan skúlastjóra,
og tí er starvið nú leyst at
søkja við umsóknarfreist
3. desember 2018.
Undirvísingin fer fram
í tveimum skúlum – í
Leirvík, har innskúlingin
er og við iGøtugjógv, har
eldru næmingarnir ganga.
Kanna trivna í
harðbalnum øki
- Fyribils halda vit, at laksur svimur djúpri
og kanska trunkar seg saman longur niðri í
sjónum í stórari aldu, og hetta kann ávirka
trivnaðin, sigur granskari hjá Fiskaaling
Vilmund Jacobsen
Í samstarv við norskt
granskingarsamtak hev
ur Fiskaaling sett í verk
eina verkætlan, sum hev
ur til endamáls at kanna
trivnaðin hjá laksi, sum
verður settur út á harð
balin aliøki.
Talan er um eina post-
doc-verkætlan, sum Ása
Johannesen, granskari á
Fiskaaling,
stendur
á
odda fyri, og arbeiðið fer
fram í samstarvi við Øy
stein Patursson, sum eis
ini er granskari á Fiskaal
ing.
Verkætlanin
nevnist
"Salmon and the Surf” og
snýr seg um, hvussu
laksur trívist og ber seg
at í alibrúkum við nógv
ari aldu.
- Í stóran mun er verk
ætlanin fíggjað av Ex
posed, sum er eitt norskt
granskingarsamstarv,
har granskingarstovnar
og
alifyritøkur
sam
starva um at útvega
nýggja vitan um aling á
harðbalnum økjum.
Á Fiskaaling siga tey,
at talan er um at eygleiða
laksin við eitt nú video
tólum og ekkoloddi og
harvið fáa staðfest, hvussu
laksurin háttar sær á
harðbalnum
økjum
í
mun til øki, har høg alda
og streymur ikki hava so
stóra
ávirkan
á
um
hvørvið hjá laksinum.
- Tað, sum vit vita er,
at laksur hevur tað við at
svimja ímóti rákinum, tá
tað rekur hart. Spurning
urin er so, hvussu hann
ber seg at í stórari aldu.
Fyribils
halda
vit,
at
hann svimur djúpri og
kanska trunkar seg sam
an longur niðri í sjónum,
og hetta kann ávirka
trivnaðin.
Lagt verður aftrat, at
endamálið er at skráseta
atferðina hjá laksinum
og eisini fáa staðfest,
hvussu trivnaðin er.
Ása Johannesen, gransk
ari, sigur, at umframt
video- og ekkólodskann
ingar, verður talan eisini
um gera eina røð av
øðrum eygleiðingum.
- Eitt nú í mun til
fjaðraslit, roðslutap, hvussu
skjótt laksurin svimur,
um hann er í eini støð
ugari torvu ella hevur
lyndi til at spjaða seg,
hvussu skjótt hann veks
ur, og so framvegis, sigur
granskarin.
- Um so er, at laksurin trunkar seg saman í botninum av aliringinum, tá stór
alda er, kann ein loysn møguliga vera at gera nótirnar í aliringunum djúpri,
so laksurin hevur rúm til at kava, sigur granskarin, Ása Johannesen