Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-26, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. november 2018síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 26. november 2018 · Nr. 137 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Sólvá Lindenskov Róadóttir Seinastu tíðina hevur skandi­nav­iska fyritøkan Pure Arctic roynt seg á før­oyska marknaðinum við at selja íslendskt grøn­meti. Hetta hevur inn­til víðari verið gjørt uttan at upplýsa ella mark­nað­arføra vøruna á før­oyska marknaðinum. Pure Arctic samstarvar í løtuni við fyritøkur í Norðanlondum, og hava seinastu tíðina sam­ starvað við føroysku fyri­tøkuna Poul Hansen. Sverr­ir Sverrirsson var við til at stovna fyri­ tøku­na Pure Arctic, og greiðir hann frá, at Pure Arctic er ein fyritøka, har roynt verður at fram­ leiða mat, ið er á ein­um serligum støðið tá tað kemur til burðardygd og umhvørvisvinarliga fram­leiðslu. - Okkara visjón er, at Pure Arctic kann vera fyrimynd av góðsku og burðardygd runt heim­ in, tá tað kemur til framleiðslu, greiðir Sverr­ ir Sverrirsson frá. - Vit sam­starva við íslendsku fyritøkuna Sölufélags garð­yrkju­manna (SFG) ið framleiðir grønmeti í Íslandi. Tað serliga við hesum grønmetinum er framleiðslan, ið bæði er burðardygg sam­stund­is sum hon er um­hvørvis­ vinarlig og er heilt uttan týningarevni, sum vanligt er at finna í inn­ fluttum grønmeti úr eitt nú Spania, sigur Sverrir Sverrirsson. Gunnlaugur Karlsson eigur og rekur fyritøkna SFG, ið er í samstarv við Pure Arctic, hann vil vera við, at tað er eftirspurningur á reinari vøru, og at um fólk verða meira upplýst um møgu­ leikan so verður eftir­ spurn­ingurin bara vaks­ andi. - Av tí at eftir­spurn­ing­ urin er vaksandi eru vit byrjað eitt samstarv við Pure Arctic soleiðis, at okkara vøra kann røkka út um íslendsku land­ oddar­nar. Pure Arctic er eitt skandinaviskt felag, og tískil halda vit tað verða upplagt at sam­ starva við teir soleiðis at okkara vøra enn er heilt norðurlendsk og ser­lig, sigur Gunnlaugur Karls­ son brosandi. Øll okk­ ara framleiðsla sum fer fram í Íslandi, er hundrað pro­sent burðardygg. Vit nýta vatn frá keldum úr náttúruni, grøna orku sum eisini er fram­leidd úr Íslendsku nátt­ú­r­u­ni soleiðis at vit fáa ræt­ta ljósið og røttu um­støður­ nar at veksa grønmeti, greiðir Gunn­laug­ur Karlsson frá. Trupul­leik­in tá tað kemur til týn­ingar­ evni er ógvuliga lítil og nærum ókendur tá talan er um framleiðslu av íslendskari rávøru, helst tá tað verður saman­borið við vøru, ið er inn­flutt. Av tí at vit hava so reint vatn er eisini lættari hjá okkum at stýra hesum trupulleikanum, sum onnur hava tá talan er um týningarevnir. Eftir­spurn­ingurin av slíkari vøru er veksandi í londum rundan um okkum, vit eru júst byrj­ aðir at innflyta til Dan­ markar nú og so hava vit prøva at selt eitt sindur í Føroyum, uttan at mark­ naðarføra vøruna, og tað hevur gingið væl, sigur Gunnlaugur Karlsson. - Møguleikin at flyta til Føroyar er serliga góður, helst tí vit hava eina avtalu millum lond­ ini tá tað kemur til út- og innflutning, men eisini tí at londini eru so tøtt saman at tað ber til at flyta frískt grønmeti til Føroyar uppá stutta tíð. Vit heinta grønmeti týs­ morgun, seinni sama dag verður vøran flutt við skipi til Føroyar og 72 tím­ar frá at grønmeti er heinta stendur tað til sølu í handlinum í Føroyum, tað haldi eg er fantastiskt, ser­liga tí at grønmeti enn er nýtt og frískt tá til ber at keypa tað, sigur Gunn­laugur Karlsson. Fólk muga smakka mun­ in á okkara grønmeti og útlendskum grønmeti, sigur hann, serliga tí okkara grønmeti heldur sær betur og longur enn vanligt grønmeti men er samstundis betur fyri hvønn einstakan tí tað er uttan týningarevnir. - Sverrir og eg eru samdir um, at Føroyar hava ymiskar vørur, ið kunna útflytast saman við okkum, soleiðis at Pure Arctic veruliga um­boðar mentanina í øllum norðanlondum, og soleiðis at allir partar kun­na standa við hvørt annað samstundis sum til­veran av hvørjari vøru hjálp­ur at byggja tað næstu vøruna upp. - Ætlanin er ikki at fram­leiðslan skal vaksa for nógv saman við eftir­ spurn­inginum, tí okkara vøra er serstøk og tað skal hon helst blíva við at vera. Av tí sama kostar til dømis ein íslendsk agurk meira enn ein sponsk agurk. Okkara vøra er í hásæti og har liggur okkara framleiðsla eisini. Sjálvandi er møgu­leik­ in fyri at vaksa um fram­ leiðsluna til staðar, men so leingi tað kann ávirka góðskuna av vøruni er tað ikki ein møguleiki beinleiðis, sigur Sverrir Sverrirsson. - Nú kunna vit við gleði siga føroyingum, at vit fara at innflyta og selja tær bestu agurkirnar í heimi­num, í fylgi okkara mein­ing, í Føroyum, sigur Sverrir Sverrisson. Før­oyar og Ísland eru hóast alt í familju, sigur Gunn­laugur Karlsson, vit kunna og muga arbeiða meira saman tí vit hava so nógv at bjóða hvørjum øðrum. POUL HANSEN Í SAMSTARV VIÐ PURE ARCTIC - FÁA SERSTAKT GRØN­METI ÚR ÍSLANDI Burðardyggar, umhvørvisvinarligar og púra uttan týningarevnið. Tað er styrkin í íslendskum grønmeti, sum hevur verið í royndartíð á føroyska marknaðinum. Og føroyingar hava víst hesum so mikið stóran áhuga, at hetta virksemið nú vindur upp á seg. – Okkara visión er, at Pure Arctic skal vera ein fyrimynd í góðsku og burðardygd bæði í Føroyum og um allan heim, sigur stjórin í fyritøkuni, Sverri Sverrirsson