mánadagur 26. november 2018síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 26. november 2018 · Nr. 137
TÍÐINDI
Her eru Føroya dýrastu hús
Meklarafyritøkan Skyn setti herfyri sethúsini hjá Peturi Noll
í Havn til sølu fyri ein rámandi prís á 14 milliónir krónur.
Tað er tað mesta eini sethús eru sett til sølu fyri nakrantíð.
– Tað eru tvær eksternar metingarfyritøkur, sum hava mett
virðið á ognini, sigur Petur Mohr Niclassen, stjóri í Skyn.
Barbara Holm
Húsini liggja í náttúruvakra
grøna økinum millum Hoy
dalsá og Ternurygg.
- Ognin er nakað heilt ser
stakt bæði innan og uttan, og í
mannamunni
verður
ofta
sipað til “Djóragarðin hjá Petur
Noll”. Innan og rundan um
húsini eru alskyns rúm og økir,
m.a. er ein hugnalig terassa,
havastova og livandi garður
við smáttu. Eisini hoyrir ein
stór trøð til økið. Innan eru
húsini fjálgt innrættaði, og tey
mongu rúmini hava hugkveikj
andi og bergtakandi snið. Í ov
astu hæddini er trappa/gongd,
uppihaldsstova,
klædnarúm
og hjúnakamar við atgongd til
baðirúm. Harumframt er at
gongd til altan. Í miðhæddini
er durur/gongd, trappugongd,
fína stova, millumstova, stóra
stova, havastova við atgongd
til terassu, køkur, vesi, goymslu
rúm og hjallur. Í niðastu hædd
ini er durur/gongd, vaskirúm,
venjingarhøli,
gongd,
vesi,
goymslurúm og kjallararúm.
Harafturat er barr, savn, fjós
og fuglahús á ognini, skrivar
Skyn á heimasíðuni.
Og stjórin í Skyn kann bara
taka undir við lýsingini.
- Ognin skal næstan upp
livast, tí tað er trupult at seta
orð á. Har er ævintýrakent og
fantastiska vakurt, sigur Petur
Mohr Niclassen, sum vísir á, at
sjálv húsini hava stórt virðið,
stallurin eisini og fyri ikki at
tala um stóra fríøkið aftrat
húsunum sjálvum. Húsini eru
532 fermetrar, meðan stykkið
sjálvt er 8824 fermetrar. Húsini
eru upprunaliga bygd í 1938.
Spurningurin er so, um nak
ar marknaður er í Føroyum
fyri eitt hús á 14 milliónir krón
ur.
- Tað er sjálvandi ein av
markaður skari av fólki, sum
kunnu bjóða upp á eina ogn av
hesum slagi. Men tað eru priv
at fólk, sum hava umstøður til
at ognað sær slíkt hús, og so
eru sjálvandi eisini almennir
aktørar, sum kunnu gera íløgu
í eina slíka ogn, sigur Petur
Mohr Niclassen.