mánadagur 26. november 2018síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 26. november 2018 · Nr. 137
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur Arge
Páll
Andrasson
Klettskarð
spældi
fyrsta
tíman,
tá
US Breno í gjár vann 2-1 á
Grumellese í Seriu 5. Klaksvík
ingurin er samstundis fyrsti
føroyingurin í italskum fót
bólti. Hóast langt er upp til
Seriu A og stóru stjørnurnar, so
er fótbólturin á rímiliga høgum
stigi.
-Eg vil siga at toppliðini eru
sum í føroysku deildini, og tey
lægru liðini eru eitt sindur
verri, sigur Páll A. Klettskarð,
ið kláraði ein tíma av fótbólti
sunnudagin.
- Eg má lika koma aftur í
dystarform, tí eg merki at tad
eru nakrar vikur síðani eg
spældi dyst seinast, sigur fyrr
verandi liðskiparin hjá KÍ.
Ævintýrið í Italia er júst
byrjað, so føroyski áleyparin
hevur ikki gjørt sær nógvar
tankar um, at hann nú eigur eitt
pláss í føroyskari fótbóltssøgu.
- Enn havi eg ikki ordiliga
gjørt mær nakrar tankar um
tann søguliga partin, men tað
var stuttligt at sleppa at spæla
her, sigur Páll A. Klettskarð úr
Italia.
- Støðið á okkara liði er gott,
og tað sær mann eisini á úrs
litunum. Vit liggja á einum 2.
plássi, og kappast um at flyta
upp í Seriu D, segði hann undan
dystinum.
Trívist væl í Italia
Fyrrverandi liðskiparin hjá KÍ
boðaði eftir hetta kappingar
árið frá, at hann ikki helt fram
í barndómsfelagnum. Eftir sjey
ár sum ein av berandi kreftun
um á KÍ-liðnum, so kendi hann
á sær, at nú vildi hann royna
okkurt nýtt.
-Eg trívist væl og liðfelag
irnir eru blíðir, og hava
tikið væl ímóti mær.
Felagið
er
rættiliga
professionelt stýrt, og
her er gott skil á øllum
viðurskiftum,
sigur
Páll A. Klettskarð og
leggur afturat:
-Tað
er
eitt
lutfalsliga lítið felag. Í
sjálvum Breno búgva
eini fimm túsund fólk,
so tað er á stødd við
Klaksvík. Eg og fleiri
spælarar búgva í Brescia.
Talan er eisini um eitt
felag, sum er á veg upp. Tað
er komin nýggja leiðsla til og
tað merkir broytingar.
-Felagið
hevur
fingið
nýggjan president og vil hava
felagið at flyta upp í rekkjurnar.
Felagið er vaksandi og hevur
eisini ungdómsarbeiði, sigur
klaksvíkurin og leggur at enda
afturat:
-Allir spælararnir eru nýggir
frá í summar.
Eisini er talan
um
nýggja
nevnd og nýggj
an
ítróttarstjóra.
So tað er rættiliga pro
fessionelt í mun til støddina
á felagnum, sigur Páll A. Klett
skarð.
trondur@sosialurin.fo
Italia:
Pálli Andrasson Klettskarð er fyrsti føroyingurin í italskum fótbólti.
Hóast talan er um Seriu 5, so er ikki ókeypis at spæla við US Breno.
– Eg merki, at eg má líka koma í form, sigur klaksvíkingurin
FÓTBÓLTUR
NÚ ER PÁLL
SØGULIGUR
Brann endaði á
triðja plássi í Tippu
liguni, har Gilli nú
fær vitjan av Mein
hardi E. Olsen. Vilj
ormur Davidsen
stóð seg væl fyri
Vejle, meðan Heini
Vatnsdal og Frem
ad vunnu í sein
asta dystinum
Tróndur Arge
Gilli Rólantsson og Brann
Bergen hava vunnið bronsu í
Tippuliguni í ár. Tað er betri
enn í fjør og merkir, at felagið
skal spæla í Evropa í komandi
kappingarárið. Tó er hetta eitt
afturstig, um hugt verður eftir
landskappingini í ár.
Í fyrru hálvu vóru Gilli
Rólantsson og liðfelagarnir á
meistarakós, men teir steðg
aðu upp miðskeiðis í kapp
ingarárinum. Tað gav Rosen
borg høvið at leggja seg á
odda, og liðið úr Tróndheimi
helt fast við oddasessin og
tryggjaði sær meistaraheitið í
næstseinasta umfarið.
Um vikuskiftið tók Brann
Bergen ímóti Odd á Brann
leikvøllinum í Bergen. Gilli
Rólantsson var við frá byrjan
og spældi allan dystin. Brann
Bergen vann 1-0 við einum
máli sum Daouda Bamba skor
aði longu, tá tríggir minuttir
vóru farnir av dystinum.
Meinhard til Kristiansund
Føroyski
landsliðsspælarin,
Meinhard
Egilsson
Olsen,
hevur í farnu viku undir
skrivað sáttmála við Kristian
sund Ballklub, sum spælir í
bestu norsku deildini, Tippe
liguni.
Sáttmálin er galdandi
fyri kappingarárið 2019, við
møguleika at leingja hann,
um partarnir vilja tað. 21 ára
gamli runavíkingurin var til
royndarvenjing í Kristiansund
í septembur og sigur, at hon
um dámdi sera væl.
- Fyrsta fatanin var sera
góð, og eg føldi sjálvur, at eg
fekk givið eina góða mynd
av mær sum fótbóltsspælara.
Eg eri sjálvandi sera nøgdur
við at skrivað sáttmála við
Kristiansund Ballklubb, og
haldi, at hetta er júst tað rætta
fyri meg nú. KBK er eitt felag
í menning við einum ungum
og framfýsnum venjara við
góðum úrslitum at vísa á. Eg
gleði meg sera nógv til at geva
mítt íkast, sigur hann við
heimasíðuna hjá felagnum.
Viljormur stinnur
í javnleiki
Viljormur Davidsen spældi
allan dystin sum vinstri mið
verjin av trimum, tá Vejle BK
spældi 1-1 móti AaB á heima
vølli. Bolt.fo veit at siga, at
føroyski
landsliðsspælarin
statistiskt spældi ein góðan
dyst.
Eftirfylgjandi
hevur
venjarin hjá AaB fingið sekkin.
Í kvøld spæla Hallur Hans
son og AC Horsens móti AGF.
Sonni Ragnar Nattestad hevur
leikbann og hevur ein skaða at
dragast við.
Heini vann í seinastu
royndini
Fremad Amager vann 1-0 á HB
Køge í ársins seinasta umfari í
næstbestu deildini í Danmark.
Heini Vatnsdal spældi allan
dystin í miðverjuni hjá Frem
ad Amager, sum ikki hevur
tapt í níggju teimum seinastu
dystunum. Tað ger, at felagið
nú liggur á sætta plássi, eftir
eina torføra byrjan.
trondur@sosialurin.fo
Bronsa til Gilla