Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-26, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. november 2018síða 21

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 26. november 2018 · Nr. 137 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 SÚKKLING verður at síggja í Tour de France, Vuelta a España ella Giro d'Italia longu í 2019. Tað, sum serliga talar ímóti, er, at fyriskipararnir av hesum kapp­ingum flest altíð velja at luta wildcards til heimligu liðini. Tað vil siga, at teir taka fronsk, sponsk og italsk lið við. Tað, sum tó talar fyri, er, at tað er við at verða sett ein nýggj skipan í verk, har ein ávís mongd av liðum skal fáa til­lutað eitt wildcard umvegis styrkislistan. Tað merkir, at fyriskipararnir ikki einans k u n n u lirka egnar landsmenn við í sínar kappingar, men at teir verða noyddir at tilluta wild­ cards til lið, ið veruliga hava uppiborið tað við at hava kvalifiserað seg umvegis styrkis­listan. Fær Riwal-Readynez ikki eitt wildcard til nakra Grand Tour í 2019, so eru dreymarnir ikki farnir heilt í vaskið. Stóri mál­setningurin er nevniliga at sleppa við í Tour de France í 2021. - Tað er tað, sum liðið satsar bein­hart uppá, sigur Torkil Veyhe. - Tað letur til at vera góður møgu­leiki fyri, at Tour de France byrjar í Danmark í 2021, so tað verður kanska ein møgu­ leiki hjá Riwal-Readynez at fáa eitt wildcard tað árið, greiðir hann frá. Bjarne Riis Torkil Veyhe hevur í ár súkklað við Team Virtu Cycling. At liðið mitt í kappingarárinum skifti navn til Team Waoo er helst ein góð mynd av, at árið hevur verið heldur rokaligt. Miðskeiðis í kapp­ingar­ árinum varð eisini tann væl­ dámdi ítróttarstjórin á lið­ num, Michael Skelde, loyst­ur úr starvi, og hetta setti síni merki á liðið, har Bjarne Riis er høvuðseigari og eftir upp­ søgnina av Michael Skelde sjálvur trein fram og stundum var ítróttarstjóri. - Michael Skelde var jú tann, sum hevði lagt ætlanir og skráir fyri venjingar og kapp­ingar tilrættis, so tað var ikki lætt brádliga at finna ein av­loysara. Ein royndi sum frægast, men tað heila bleiv nakað ótrygt, og í súkkling er eing­in betri enn síðsta úrslitið, sigur Torkil Veyhe. Rokmikla árið hevur tó givið føroyska súkklaranum væl av lærdómi, og so var tað heldur ikki bara harra hvør-sum- helst, ið stóð á odda fyri Torkili og lið­feløgunum til PostNord Dan­mark Rundt í summar. Tað var nevniliga Bjarne Riis, ið gongur undir fyri at vera ein av heimsins bestu til yrkið sum ítróttarstjóri og taktikari í súkkl­ing. - Hann hevur eitt gott for­ stáil­si fyri súkkling. Tað má man geva honum. Hann hevur verið í game'inum so leingi, at hann ofta veit hvat hinir hugsa. Tað, sum hann spáddi, hendi ofta, og av tí sama vóru vit upp á forkant, sigur Torkil. - Men samanumtikið var hann ikki so nógv til staðar, so tað var ringt at fáa ta fullu fatan­ina av honum, leggur Torkil afturat. Vánalig útgerð Eitt, sum eisini legði meinbogar á vegin fyri at Torkil Veyhe og hinir á Team Virtu Cycling skuldu avrika nøktandi í 2018, var, at útgerðin hjá liðnum snøgt sagt ikki var nóg góð. Hetta kom serliga til sjóndar tá ið stórar súkklukappingar so sum PostNord Danmark Rundt og DM vórðu súkklaðar. - Eg síggi á mátingunum, at eg eri blivin sterkari og traðki meira orku í pedalirnar, men at ferðin tó ikki er vorðin til­svar­ andi skjótari. Heldur tvørtur­ ímóti, sigur Torkil. - Hetta kann tilskrivast øktu aerodynamisku mótstøðuna á útgerðini vit hava fingið, leggur hann afturat. - Eg var í topp 10 í DM í 2016 og 2017, men í 2018 kundi eg brád­liga ikki vera við longur og bleiv nummar 31 hóast eg, sambært mátingunum, súkkl­ aði skjótari. Tað var frustr­ er­andi at verða hildin aftur so­leiðis, greiðir Torkil frá um súkkluna, sum hann metir hava verið eina avtalu ímillum veitaran, Storck, og Bjarna Riis, sum helst hava ætlanir um at í felag menna eina góða súkklu, men at síggja til ikki eru komnir langt við tí málinum enn. - Hatta er ein langsiktað ætlan hjá teimum, meðan súkklar­ar eru meira stutt­sikt­ aðir og sjálvandi vilja súkkla skjótt her og nú, sigur Torkil. Í Danmark eru tey farin at ótolnast og sáa iva um hvørs verk­ætlanin hjá Bjarna Riis at skapa eitt danskt stórlið nakrantíð fer at eydnast. Støðan í løtuni er tann, at stuðl­ arnir á Team Virtu Cycling halda fram, men at liðið verður ver­andi á kontinental-støði. Torkil er ikki eins svart­ skygdur um skjótt fyrrverandi stjóran hjá sær. - Soleiðis er tað í business- verðini. Tað eru upp- og niðurtúrar. Tað skal nokk koma at ganga væl, tí Bjarne hevur lagt nógvar av teimum røttu ætlan­unum. Tað verður betri næsta ár, metir Torkil. - Hann er í holt við at byggja ein pall við nógvum smærri stuðlum, soleiðis at alt ikki skramblar saman um ein dettur burturfrá. Síðani kann hann so royna at finna ein stóran stuðul, sum av álvara kann ger tað stuttligt hjá liðnum, sigur Torkil. Málini Hjá Riwal-Readynez er fyrr­ verandi ítróttarstjórin hjá Tor­kili á Team Virtu Cycling, Michael Skelde, settur í starv sum oddamaður, og tað passar Torkili væl. - Hann hevur drúgvar roynd­ ir og góðar kontaktir. Hann er væl dámdur, og man veit hvar man hevur hann. Hann hevur sjálvur prøvað at verið á prokontinental, og tað hevur eing­in annar á Riwal-Readynez, vísir Torkil á. Eisini kapteynurin hjá Team Virtu Cycling, Alexander Kamp, hevur skift til Riwal-Readynez. - Hann er tað størsta talen­ tið, ið eg havi sæð á einari súkklu, sigur Torkil um hann. Í fyrstu atløgu er talan ein­ ans um ein eitt ára sáttála ímill­ um Torkil og Riwal-Readynez, men tað er eitt tilætlað val hjá 28 ára gamla Torkili, ið er ú­t­ búgving sivilverkfrøðingur. - Av tí at eg havi hendan aldurin og hesa útbúgvingina, so er tað kanska keðiligt at vera bundin meira enn eitt ár í senn. Sum gongdin er í løtuni, so stúri eg heldur ikki fyri at eg ikki fái nakran sáttmála næsta ár, sigur hann. - Og um eg menni meg, sum eg geri í løtuni, so kann tað eisini avspeglast í einum møgu­ ligum nýggjum sáttmála, sigur hann víðari. Av tí at hópurin hjá Riwal- Ready­nez somikið nýliga er saman­settur, so er ilt at spáa júst hvar og nær Torkil Veyhe fer at súkkla fyri sínum møgu­ leikum, men tað er einki duls­ mál, at hann ætlar sær at gera um seg á einkulstartinum – eitt nú í DM, har hann tó skal kappast við súkklarar úr heims­elituni. Torkil sigur, at møguleikar fyri at súkkla eftir sigrum nokk skulu íkoma, tí at býtið hjá Riwal-Readynez er rættiliga flatt, og ikki soleiðis sum vit ken­na tað hjá stórum liðum so sum Team Sky, har tað er ein greið­ur kapteynur, og hinir sjey gera alt fyri at hjálpa honum. Hóast Torkil er vorðin full­ tíðar­súkklari og skal til fleiri stór­ar kappingar næsta ár, so hevur hann greiðar ætlanir um fram­vegis at umboða Føroyar. - Eg ætli mær 100% at súkkla á oyggjaleikum næsta ár. Tað geri eg so vítt eg kann tað. Eg má avtala tað við liðið hjá mær, men teir plaga ikki at gera tað til nakran trupulleika. Teir eru glað­ur fyri at sínir súkklarar vin­na okkurt og at liðið fær um­talu, sigur Torkil. Nýggi hópurin hjá Riwal- Ready­nez hittist 6. desembur, og fyrsta kappingin verður vænt­andi um hálvan februar. albinus@sosialurin.fo