mánadagur 26. november 2018síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 26. november 2018 · Nr. 137
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
SÚKKLING
Pætur Albinus
Tað eru tríggjar deildir í
súkkling á heimsstøði. Fremsta
deildin er World Tour, har
18 lið sleppa við hvørt ár, og
so er tað næstbesta deildin,
prokontinental, og triðbesta
deildin, kontinental. Í World
Tour og prokontinental eru
einans fulltíðar súkklarar, og
har verður ein føroyingur við
næsta ár. Tað er Torkil Veyhe,
sum skal súkkla á prokontinen
tal.
Hann fyrireikar seg nevni
liga í løtuni til størstu avbjóð
ingina á súkkluleiðini, nevniliga
kappingarárið 2019, har hann
skal súkkla við danska liðnum,
Riwal-Readynez. Hetta er sum
nevnt næsthægsta støðið, ið
ein kann súkkla á, og sum eisini
kann geva atgongd til heimsins
størstu súkklukappingar, eitt
nú Grand Tours so sum Tour
de France og Giro d'Italia.
Riwal-Readynez er einasta
danska liðið, sum súkklar á
so høgum støði, og leiðslan á
liðnum vildi hava krútsterka
føroyska súkklaran við sær á
prokontinental-ævintýrið, har
liðið nú skal royna seg á fyrsta
sinni.
Hóast Torkil ikki sjálvur
hevur súkklað á prokontinen
tal-støði áður, so var hann í fjør
við á Team Virtu Cycling, sum
var besta liðið á støðinum beint
undir, nevniliga kontinental-
støði, og í grundini súkklaðu
teir á liðnum meira sum eitt
prokontinental-lið heldur enn
nakað annað.
Tískil er Torkil ikki heilt
óroyndur á hesum støðinum,
og hann tekur uppgávuna
og fyrireikingarnar í størsta
álvara.
- Kappingarárið í ár endaði
1. oktober, og eftir eina stutta
feriu upp á tvær vikur, so fór
eg um hálvan oktober í holt við
vetrarvenjingina fram til næsta
kappingarár, sigur Torkil.
- Eg fái jólini við í Føroyum,
men eg fari niður aftur til Dan
markar at halda nýggjár. Eg
kundi hugsað mær at verið
heima í Føroyum um nýggjárið,
men tað er fyri mína egnu
skyld, at eg fari niður aftur, tí í
Føroyum er veðrið sjáldan nóg
gott til at fáa ta optimalu venj
ingina burturúr, greiðir hann
frá.
Hetta er tað, sum tað krevur
at vera súkklari á hægsta støði,
og soleiðis hevur Torkil eftir
hondini livað í fleiri ár.
- Hetta hevur kravt seriøst
og dedikerað arbeiði eftir ein
um greiðum máli, og tað hevur
kravt 100% hóast tað er eitt lítið
nálareyga, ið ein skal raka fyri
at fáa ein fulltíðar sáttmála,
greiddi Torkil frá í Sosialinum,
tá ið skiftið til Riwal-Readynez
gjørdist alment í september.
- Hetta hevði ikki verið
møguligt uttan góðan stuðul.
Alt frá liðnum, ið eg havi súkkl
að við, til stuðul frá føroyskum
fyritøkum
og
frá
heima
frontinum. Tað hevur gjørt,
at eg havi kunnað arbeitt við
súkklingini fulla tíð. Tá tað er
somikið tíðarkrevjandi, so er
tað eitt samanspæl at fáa alt at
eydnast, segði hann eisini.
Betri trygd
Nýggja lið hansara, Riwal-
Readynez, hevur í eina tíð miðað
eftir prokontinental-støði, og
fram til næsta kappingarár
eydnaðist tað so. Liðið fær
eina
árliga
fíggjarætlan
á
umleið 20 milliónir krónur,
har lyftufyritøkan Riwal og
KT-fyritøkan Readynez eru
høvuðsstuðlar.
16 súkklarar eru við á lið
num. Umframt Torkil og 11
danskarar, so eru eisini tveir
norðmenn og tveir sviiar – har
av svenski meistarin á landa
vegi, Lucas Ericsson – við á lið
num.
Í løtuni eru 18 danskir
súkklarar við á hægsta støði,
World Tour, og allir danskar
arnir á prokontinental-støði
– undantikið tveir – súkkla
við Riwal-Readynez. Liðið er
tískil greitt tað besta av sínum
slag í Danmark og hevur eisini
ætlanir um at savna stinnar
súkklarar úr øllum norður
londum.
Riwal og Readynez hava
bæði gjørt trý ára stuðulsav
talur, so á tann hátt er fram
tíðin
lutfalsliga
trygg
hjá
liðnum í einum ítrótti, har til
veran hjá liðunum annars ikki
altíð er so trygg vegna mangl
andi stuðlar.
Torkil Veyhe dylur ikki fyri,
at tað serliga er tann ítróttarligi
parturin, ið dregur við Riwal-
Readynez, men tað eru tó eisini
aðrir fyrimunir við at hava tik
ið eitt fet longri upp í støði.
- Tú ert tryggjaður minstu
løn, og sum heild ert tú betur
stillaður í einari skipan, sum
minnir meira um arbeiðsgevara
og arbeiðstakara. Liðið hevur
tryggingar og góðkendar verk
ætlanir, og tað er ikki vandi
fyri, at liðið dettur niðurfyri
mitt í einum kappingarári, sig
ur Torkil.
- Hetta speglast eisini aftur í
hvussu liðið verður rikið, alt frá
útgerð, teknikarum og til onnur
starvsfólk
og
hjálparfólk,
leggur Torkil afturat.
Grand Tour?
Riwal-Readynez
var
besta
liðið á kontinental-støðinum
í fjør, men avbjóðingin á pro
kontinental er spildurnýggj og
avbjóðandi. Tað verður roknað
við, at vegurin til at fáa eitt
wildcard til eina Grand Tour er
langur, og tískil kann neyvan
væntast, at Riwal-Readynez
Torkil Veyhe:
Føroyski súkklarin, Torkil Veyhe, fyrireikar seg í løtuni
til størstu avbjóðingina á súkkluleiðini, nú hann næsta
ár skal súkkla við donskum liði, sum er við í heimselituni
og kann fáa wildcard til Tour de France. Torkil gleðir
seg til risa avbjóðingina, men vildi tó einans gera eitt
ára sáttmála. - Sum gongdin er í løtuni, so stúri eg ikki
fyri at eg ikki fái nakran sáttmála næsta ár, sigur hann
SKAL ROYNA
SEG Í HEIMS
ELITUNI