Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-26, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. november 2018síða 19

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 26. november 2018 · Nr. 137 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 leiki tók Neistin tó leiðsluna, men strandingar svaraðu aft­ur, so at tað stóð á jøvnum í hálv­ leiki­num. 16-16. Dánjal gjørdist enn einaferð avgerandi Í seinna hálvleiki setti Neistin tíðliga trumfin á. Teir bláu fóru alt fyri eitt at draga frá. 18 ára gamli neistamaðurin, Dánjal Ragnars­son, hevði longu skotið fimm mál í fyrra hálvleiki, og hann ætlaði sær ikki at steðga í sein­na hálvleiki. Skjótt var munurin ov stór­ur til at StÍF kundi hava nakra vón um eitt úrslit, og tá ið Dánjal Ragnarsson helt fram at skjóta mál, so endaði dysturin við sannførandi 34- 26 sigri til Neistans. Dánjal Ragnarsson átti 12 av hesum mál­um, og sigast má at ungi bakk­urin hevur veruliga fingið eitt gjøgnumbrot sein­ astu vikurnar, har hann hevur verið avgerandi í trimum teim­ um seinastu dystunum hjá Neistanum, ið nú nærkast odda­sessinum, ið VÍF fram­ vegis eigur. HONDBÓLTUR Sjúrður Hildarson Hoydal Úrslitini tala fyri seg. Tveir dystir leiktir móti einum ís­ lendskum landsliðið, og úrs­ litini vóru ein greiður sigur og ein javnleikur. Gaman í gjørdu íslendingar nakað burtur úr at greiða frá, at hetta var ikki reiði­liga eitt A-landslið, og íslendsku miðlarnir kallaðu tað eisini B-landslið, men viku­ skiftið í Íslandi gevur orsøk til bjart­skygni um kvinnulandslið okkara. Vikuskiftið var liður í fyrireikingunum til undan­ kapp­ingina til HM, ið føroysku kvinnur­nar skulu undir komandi fríggjadag. Góðar fyrireikingar Fyrireikingarnar hava verið týdningarmiklar. Nýggjur lands­liðsvenjari varð settur í summar, og hann er ikki ein og hvør. Hann eitur Ágúst Jóhans­son, og hevur fyrr ført ís­lendska kvinnulandsliðið til bæði EM og HM, og vónin er at nýggi venjarin kann flyta før­ oyska kvinnulandsliðið á eitt hægri støði. Men tíðin hevur verið knøpp, og tað hevur kravt nógv av leikarunum at læra hvussu nýggi venjarin vil hava føroyingarnar at spæla hond­ bólt. Tí vóru tað tveir sera um­ ráð­andi venjingardystir móti Íslandi, ið vóru leiktir undan at føroysku kvinnurnar veru­ liga sleppa at royna seg í Sveis komandi vikuskiftið. Venjarin væl nøgdur Nú slapp Ágúst Jóhansson at síggja í dysti hvussu liðið er fyri, og tað er ein nøgdur lands­liðsvenjari, ið hyggur aftur á vikuna, har liðið hevur vant saman áðrenn teir báðar dyst­irnar í Íslandi. Lyklaorðið hjá nýggja landsliðsvenjaranum er agi. Hann krevur at leikararnir hava stórt tamarhald á sær sjálv­um, og hetta helt lands­ liðs­venjarin var lykilin til at tað gekk so mikið væl í fyrsta dysti­num. -Vit spældu við strangum aga, og gjørdu av tí sama fáar tekniskar villur í álopinum. Í verjuni vardu vit við einari sterkari 6-0 verju, ið hevði øgi­ liga gott tamarhald á íslendska álopinum, sigur ein fegin landsliðsvenjari eftir fyrra dystin, ið Føroyar vann 25-17. Hugsar um menningina Seinni dysturin endaði við javn­leiki, men venjarin tykist ikki vónsvikin eftir dystin. Heldur hinvegin. -Vit hugsa ikki um úrslitið í hesum dystunum. Hetta er alt partur av menningini, og vit hyggja heldur eftir hvussu vit standa okkum í eitt nú álopsspælinum, verju­spæli­ num og skjót­álops­spælinum, greið­ir venjarin frá og heldur fram -Vit eru á odda meginpartin av dystinum, verjan hjá okk­ um er støðug og stendur væl um­framt at málverjarnir standa sera væl. Hetta hevur verið sera jaligt og sæst aftur í at vit bert fáa 21 mál móti okkum eins og tað bert eru 17 mál í fyrra dystinum. Rúm fyri batum Onkrir batar kunnu tó gerast, og venjarin vísir á, at hann kundi hugsað sær fleiri mál í skjót­álopum og serliga í fyrstu skjót­álopsbylgjunum. Hetta skal arbeiðast við fram móti undan­kappingini í Sveis. Skipaða álopið er venjarin eisini nøgdur við, hóast tað bert vera til 21 mál í seinna dysti­num. -Vit spæla okkum til góðar møgu­leikar, men vit skulu gagn­nýta teir betri, tí vit bren­ na ov nógvar møguleikar frá seks metrum, greiðir venjarin frá. Jaligt vikuskifti Men vikuskiftið hevur verið sera jaligt heldur venjarin. Hann vísir á, at allir leikarar hava fingið leiktíð, og allar hava víst seg væl fram. Tað kann órógva spælið eitt sindur tá ið ein skiftir so nógv út, men venj­arin er sera nøgdur við av­ rikið hjá øllum hópinum. -Allar eru sera arbeiðssamar, hugsavnaðar, nærlagdar og hava rætta liðandan, sigur Ágúst Jóhansson. Hetta eru sera umráðandi egin­leikar, vísir venjarin á. Liðið er í menningarstøðu, og menn­ingin er tengd at hesum egin­leikunum. -Eg føli at vit eru í fram­ gongd, sigur venjarin av­ gjørd­ur. Hann vil ikki tosa um møgu­lig úrslit í komandi undan­kappingardystunum, men vísir á, at um leikararnir møta við rætta liðanda og stríðs­vilja, so ber til at fáa góð úrslit. -Gentirnar hava so víst at tær kunnu spæla væl, við aga og tær halda seg væl til leik­ ætlanina. Verjan sær góð út, men vit skulu arbeiða nakað við álopinum. Vit hava rætta hugburðin Venjarin vísir á, at tað eru trýr tor­før mótstøðulið, ið bíða í Sveis. Umframt heimaliðið, Sveis, skulu Føroyar eisini spæla móti Litava og Finn­ landi. Men dystirnir í Íslandi hava verið góð fyrireiking til hetta. Íslendingarnir spældu við tí høgu leikferð, ið vit kunnu vænta at síggja mótstøðuliðini í Sveis spæla við. -Eg veit ikki um vit longu nú eru til reiðar at spæla við tí leikferð sum eg vil, men viljin, verk­ið og avrikið eru til staðar, og hevur tú tað, so kanst tú gera ótrúlig ting, sigur Ágúst Jóhansson at enda. sjurdur@sosialurin.fo Góðar fyri­ reikingar í Íslandi Føroyska kvinnulandsliðið spældi um vikuskiftið tveir dystir móti einum íslendskum landsliðið, ið var líkt einum B-landsliðið. Úrslitið gjørdist til ein javnleik og ein stórsigur til Føroya, og hópurin fekk eina góða uppliving áðrenn HM-undankappingina komandi vikuskifti Fríggjadagin 30. november klokkan 15.30: Føroyar – Finnland Leygardagin 1. desember klokkan 15.30 Litava – Føroyar Sunnudagin 2. desember klokkan 14.00 Sveis - Føroyar Dystirnir hjá Føroyum