mánadagur 26. november 2018síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 26. november 2018 · Nr. 137
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddaliðið í Okkarakappingini,
VÍF, tók ímóti Føroyameistar
unum úr H71 í Vestmanna
sunnudagin.
VÍF hevur víst seg sum
støðugasta liðið í kappingini
higartil, og hevur við nýhugs
andi verjuspælið lagt seg á
odda í mansdeildini.
H71 hevur hinvegin verið
heldur óstøðugt. Serliga hava
avrikini í álopinum sveiggjað
øgiligt frá dysti til dyst. Góð
verjuavrik hava tó skavað
stig saman, so at Føroya
meistararnir liggja væl fyri í
kappingini, har tað í fyrsta lagi
snýr seg um at enda millum
fýra tey ovastu, tá ið grund
spælið er av.
H71 styrkt – VÍF viknað
Orsøkin til sveiggjandi álops
avrikið hjá hoyvíkingum, skal
kanska eisini finnast í, at topp
skjúttarnir frá seinasta kapp
ingarárið, Hilmar Leon Jakob
sen og Peter Krogh, hava ikki
spælt stórar leiklutir. Hilmar
Leon Jakobsen situr úti við
drúgvum skaða, meðan Peter
Krogh hevur verið burturi í
lestrarørindum, hóast hann
hevur spælt einstakar dystir.
Nú er hann tó komin aftur til
Hoyvíkar, og hevur vant við
liðnum eina tíð.
Hjá VÍF hevur týdningar
mesti
verjuspælarin
verið
Jón Müller, ið vanliga verjir
frammanfyri hinar í einari so
nevndari 5-1 verju. Hann var
tó ikki at síggja á VÍF-liðnum
sunnudagin, og tá ið Andrias
Eriksen heldur ikki fekk spælt
fyri skaða, so var tað eitt heldur
viknað VÍF-lið, ið skuldi spæla
móti styrkta H71-liðnum.
Tað vóru eisini hoyvíkingar,
ið løgdu betri út. Nógv tóktist
at eydnast teimum í álopinum,
men brádliga byrjaðu teir at
gera nakað nógvar villur. Tí
kundi VÍF undir leiðslu av
Filipi Jojic leggja seg á odda
eftir einar tjúgu minuttir. Men
H71 fekk bøtt aftur um spælið
hjá sær, og lagt seg á odda 10-12
stutt fyri hálvleik.
Vestmenningar komu ikki
út til seinna hálveik
Eftir javna fyrra hálvleikin,
setti H71 seg alt fyri eitt á dyst
in í seinna hálvleiki. Peter
Krogh vísti at hann er komin
í røttu venjing, og eftir tíggju
minuttir var støðan 11-19 til H71.
Peter Krogh hevði tá skotið
seks av teimum sjey málunum
hjá H71 í seinna hálvleiki.
Dysturin var nú so at siga
avgjørdur. Mladen Mjerimacka
í VÍF-málinum byrti eina vón
viðhvørt, tá ið hann framdi
sínar vanligu stórbjargingar,
men í álopinum fingu vest
menningar á ongan hátt gagn
nýtt hetta. Tað var sera trupult
hjá VÍF at koma til møguleikar,
og tá ið teir so komu, so stóð
Ári Dam aloftast fyri.
Bæði liðini ásannaðu um
miðjan seinna hálvleik at dyst
urin var avgjørdur og fóru at
skifta út. Hetta gav høvi at síggja
nakrar av ungu leikarunum á
báðum liðum, ið vanliga ikki
fáa so nógva leiktíð. Hetta var
hitt mest áhugaverda at síggja
tað, ið restaði í av dystinum, tí
spurningurin var bert hvussu
stórur sigurin hjá hoyvíkingum
fór at verða. Tað endaði við 17-
29 til H71 móti VÍF, ið sanniliga
mundi sakna sínar skaddu
leikarar, hóast tað er ivasamt
um teir høvdu munað nóg mikið
móti einum sera sannførandi
avrikið frá Føroyameistarunum.
StÍF fekk ikki steðgað
ungum neistamanni
Á Skála snúði tað seg hjá StÍF
um at nærkast fjórða plássi
num. Strandingar kunnu tykj
ast sum besta boðið at hótta
tey fýra fremstu liðini, ið eru
nær við at leggja í so stóran
sjógv í millum fjórða og fimta
plássið í kappingini.
Neistin
skuldi
hinvegin nærkast odda
sessinum enn meira, so har
var nógv at spæla um á Skála
sunnudagin.
Dysturin var eisini javnur at
byrja við, tó við einari yvirvág
til StÍF, ið hevði hug at vera eitt
og tvey mál á odda.
Móti endanum av fyrra hálv
H71 OG
NEISTIN
SPÍLAÐU
SEG ÚT
HONDBÓLTUR
Tveir dystir vóru í Okkarakappingini um
vikuskiftið, og í báðum førum gjørdist
talan um greiðar útisigrar. Í Vestmanna
legði Peter Krogh nógv fyri, meðan 18 ára
gamal neistamaður setti StÍF upp á pláss
Okkara-deildin støðan
NR. LIÐ
DYSTIR
V.M.
T.M.
MUNUR
STIG
1
VÍF
9
243
218
25
13
2
Neistin
8
206
180
26
12
3
Kyndil
9
220
190
30
10
4
H71
8
190
174
16
10
5
StÍF
8
179
213
-34
6
6
KÍF
8
183
187
-4
5
7
Team Klaksvík
8
177
236
-59
2
SMS-deildin støðan
NR. LIÐ
DYSTIR
V.M.
T.M.
MUNUR
STIG
1
VÍF
7
196
153
43
11
2
Neistin
8
189
170
19
11
3
H71
7
188
168
20
10
4
Kyndil
7
155
179
-24
6
5
Stjørnan
7
161
165
-4
5
6
StÍF
8
149
203
-54
1
VÍF – H71 17-29 (10-12)
VÍF: Filip Jojic 11, Magnus Müller 2, Sjúrður Olsen 2, Johan í Garðastovu 1,
Jákup Andreas Joensen 1
H71: Peter Krogh 8, Niklas H. Hanusson 4, Ári E. Dam 3, Rúni V. Højgaard 3,
Bergur Ákason 2, Brandur Halgirsson 2, Boas Heinesen 2, Leivur Mortensen 1,
Andrias G. Fríðuson 1, Vilhelm Poulsen 1, Sigmundur H. Dahl 1, Poul Símun í
Garði 1,
StÍF – Neistin 26-34
StÍF: Jóannes Prestá 9, Djóni J. Petersen 5, Martin Danielsen 3, Rani A. Højgaard
3, Pætur Johansen 3, Teitur V. Nilssen 2, Pætur Ó. Barclay 1
Neistin: Dánjal Ragnarsson 12, Høgni Zachariassen 7, Pál Niclassen 3, Tróndur
Kragesteen 3, Jónsvein Dulavík 3, Rasmus Søby 2, Rune Olsen 2, Johannes
Bjørgvin 1, Nicholas Satchwell 1
Hagtøl Okkaradeildin