mánadagur 26. november 2018síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 26. november 2018 · Nr. 137
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
STUTTSØGD
Pætur Albinus
BOKSING
Hálvføroyska Sarah Mahfoud
vann fríggjakvøldið sín dyst
á stóra boksitiltakinum, Dan
ish Fight Night, har hon í
vektbólkinum upp til 58 kilo
knógvaði fronsku mótstøðu
kvinnuni, Stephanie Ducastel.
Hon vann við atkvøðunum
frá dómarunum. Sarah, sum
gjørdist enn kendari í Dan
mark tá ið hon vann Vild med
Dans í 2016, hevur nú vunn
ið allar sínar sjey dystir sum
professionellur boksari. Hon
sigur í samrøðu við Ekstrablað
ið, at hon nú vónar at sleppa at
boksa ein HM-dyst. Tað metir
hon seg hava prógvað at hon
hevur støðið til eftir sigurin á
Ducastel.
Eisini lítlibeiggin hjá Saruh,
Allan, vann sín dyst á Danish
Fight Night. Hann boksaði
ímóti Guram Kurtanidz úr
Georgia. Eisini hesin dysturin
fór allan vegin, og dómarar
nir vóru samdir um, at hálv
føroyski Allan var greiður
vinnari av dystinum. Hetta var
annar sigurin út av tveimum
møguligum hjá Allani Mahfoud
sum professionellur boksari.
BORÐTENNIS
Triðja Grand Prix-umfar út
av seks varð spælt í høllini í
Trongisvági leygardagin. Eftir
at hava givið avboð til fyrstu
kappingina og verða blivin
nummar tvey í aðru kapping
ini, stóð veteranurin Peter H.
Niclasen aftur ovastur á sigurs
skamlinum hesaferð. Úrslitini
vóru:
Bólkur A: 1. Peter Niclasen
(Tór), 2. Pætur Albinus (Tór),
3. Sveinur Mortensen Nolsøe
(Tór), 4. Kai Roest (TBF), 5.
Vagnur
Kjærbech
Nolsøe
(TBF), 6. Helgi Ólavsson (TBF),
7. Elinborg Mortensen (TBF), 8.
Høgni Heinason (Tór).
Bólkur B: 1. Rói Hjaltason
(Tór), 2. Sólja Djurhuus (Tór),
3. Julian Frankieson Knudsen
(Tór), 4. Ári Fríðason Jensen
(Tór), 5. Aron Frankieson Knud
sen (Tór), 6. Hjalgrím Højgaard
(TBF), 7. Marin Elisabeth Poul
sen (TBF).
Bólkur C: 1. Anja Wongwai
(TBF), 2. Beinta Dalfoss Joensen
(TBF),
3.
Hanna
Højgaard
(TBF), 4. Bára Guttesen (TBF), 5.
Victoria Debes (TBF).
Bólkur D: 1. Jósva Fossdal
Højgaard (TBF), 2. John Thomas
Bærendsen (TBF), 3. Heini Her
mansen (TBF), 4. Gunnar Nicla
sen (Tór), 5. Reinar Garðshamar
(TBF), 6. Pætur Fredriksen
(Tór), 7. Olivur Aron Joensen
(TBF).
Bólkur E: 1. Elias Petersen
(Tór), 2. Rólant Hansen (TBF), 3.
Páll Hansen (TBF), 4. Baldrian
Ragnarson Nolsøe (TBF), 5. Lias
Arnason (TBF).
Bólkur F: 1. Hans Jákup
Gaard Petersen (TBF), 2. Niels
Juul Akraberg Poulsen (TBF),
3. Poul Knút Poulsen (TBF), 4.
Brandur Ragnarson (TBF), 5.
Jón Ragnarson (TBF).
FLOGBÓLTUR
Mjølnir heldur fram við at
prógva seg sum greitt sterkasta
liðið í meistaradeildini hjá
monnum í løtuni. Leygardagin
vann Mjølnir heima í Klaksvík
greiðan 3-0-sigur á SÍ við
settúrslitunum
25-19,
25-14,
25-15. Mjølnir økir harvið um
leiðsluna í deildini, har teir
hava 18 stig og eru heili 10 stig
frammanfyri nummar tvey,
sum er júst SÍ.
Eisini var ein dystur í
meistaradeildini hjá kvinnum
hetta vikuskiftið. Hann var í
Klaksvík ímillum Mjølnir og
TB. Eisini har fekk heimaliðið
úr Klaksvík fulla úrtøku, tí
Mjølnir vann nevniliga dystin
3-0 við settúrslitunum 25-23,
25-15, 25-16. Við sigrinum hevur
Mjølnir nú lagt seg undir liðina
á TB á fjórða plássi. Næstu
dystirnir í meistaradeildunum
hjá monnum og kvinnum vera
ikki fyrr enn í januar næsta ár,
tí nú í desember verður byrjað
upp á steypakappingina.
HONDBÓLTUR
Jóhan á Plógv Hansen spældi
aftur ein góðan dyst, tá ið
Bjerringbro-Silkeborg leygar
dagin vann 33-29-sigur á úti
vølli ímóti HC Metalurg úr
Makedonia.
Føroyski
høgri
vongurin skeyt hesaferð seks
av málunum og er triðfremstur
á
toppskjúttalistanum
í
Champions
League
við
61
málum, har tann ovasti, Nico
Ronnberg, hevur skotið 64
mál. Bjerringbro-Silkeborg er á
fremsta plássi í bólki C ájavnt
í stigum við Sporting CP. Ein
dystur er eftir, og tað verður
ein sonn bólkafinala ímóti
Sporting CP. Tann dysturin
verður spældur í Danmark 2.
desember.
JIU-JITSU
Hálvføroyska Rebekka Ziska
Dahl, hvørs pápi er føroyingur,
vann fríggjadagin HM-bronsu
í jiu-jitsu. Kappingin var í
svenska býnum, Malmø. Hon
luttók í vektbólkinum undir 55
kilo, og í bronsufinaluni vann
hon ímóti Anna Fuhrmann úr
Eysturríki. - Sjálvandi var tað
ikki bronsan, ið eg kom eftir,
men eg eri hóast alt nøgd við
úrslitið, sigur hon í samrøðu við
Jiu-Jitsu Danmark. Hetta var
fjórða árið á rað, at 23 ára gamla
Rebekka Ziska Dahl vann HM-
bronsu. Í hálvfinaluni tapti
hon tepurt við einum stigi fyri
hollendsku Chabeli Arenberg
Peeters.
SVIMJING
Føroyskir svimjarar hava um
vikuskiftið luttikið í Køge Open
í Danmark. Fríggjadagin vann
Kristina í Skála (HS) gull í 200
metrum rygg í aldursbólkinum
13-14 ár, og dagin eftir vann
hon eisini gull í 100 metrum
rygg í sama aldursbólki. Hend
an dagin vann eisini Elisabeth
Erlendsdóttir (HS) gull í 100
metrum blandað í aldurs
bólkinum 13-14 ár. Aftur á
triðja kappingardegnum, sum
var í gjár, var Kristina í Skála
eyðsýnd. Hon vann gull í 200
metrum blandað í aldurs
bólkinum 13-14 ár, og hon vann
eisini gull í 100 metrum firvald
í sama aldursbólki. Eitt gull
merki kom afturat, og tað var
Líggjas Joensen (Reysti), sum
vann tað í 25 metrum rygg í
aldursbólkinum 11 ár og yngri.
Umframt hesi gullmerkini, so
vóru eisini hópin av silvur og
bronsu. Nærri kann lesast um
tað á svimjing.com.
TALV
Úttøkukapping til NM fyri børn
og ung var í Gula skúla í Havn
leygardagin. Tey, sum eru út
tikin til NM í Íslandi í februar,
eru hesi: Bólkur A (f. 1999 til
2001): Janus Skaale og Eli W.
Finnson. Bólkur B (f. 2002 og
2003): Leif Reinert Fjallheim og
Flóvin Matras Tummasarson.
Bólkur C (f. 2004 og 2005):
Benjamin Reinert Fjallheim og
Jón Nielsen. Bólkur D (f. 2006
og 2007): Luitjen Akselsson
Apol og Elias Petersen. Bólkur
E (f. 2008 og seinni): Brestir
Samuelsen og Rókur Davidsen.
Hálvføroyska Sarah Mahfoud ger um seg sum professionellur boksari. Eisini ger ein hálvur føroyingur
um seg í jiu-jitsu, og her heima hava kappingar verið í eitt nú flogbólti og borðtennis
Sarah vann sjeynda
dystin á rað
Sarah Mahfoud (t.h.) í boksidysti fríggjakvøldið