týsdagur 27. november 2018síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. november 2018 · Nr. 138
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Barbara Holm
Tá sjúkrarøktarfrøðing
arnir vóru í verkfalli í
november í fjør, segði
lønardeildin hjá Fíggjar
málaráðnum, at felagið
setti lív í vanda, um tey
tóku øll undantøk aftur.
Tá ið Pedagogfelagið
var í verkfallið í desem
ber og januar mánaði í
fjør, vóru eisini atfinn
ingarsaman røddir fram
mi um, at verkfallið setti
borgarar í landinum í
vanda.
Í
kjalavørrinum
av
verkfallinum hjá sjúkra
røktarfrøðingunum
og
serliga hjá Pedagogfelag
num varð ført fram eitt
nú av politikarum og
stjóranum í Almanna
verkinum, Edvardi Heen,
at nú átti man at hyggja
eftir, hvussu man kundi
fáa
skipað
viðurskifti
rundan um tey undantøk,
sum í verkfallið verða
latin – ella ikki latin – til
tess at veita borgarum
í landinum eina mini
mumstrygd, eisini í verk
falli.
Tað er júst í málinum
um undantøk, at skógv
urin seinastu trý verk
fallini hevur trýst. Tí
spurningurin um, hvørji
undantøk skulu latast í
einum verkfallið, skilur
partarnar. Í verkfallinum
hjá pedagogunum fyri
áleið einum ári síðani,
segði eitt nú Edvard
Heen, stjóri í Almanna
verkinum, at undantøk
máttu latast fyri at ikki
seta lív og heilsu hjá borg
arum í Almannaverki
num í vanda. Sambært
Almannaverkinum vóru
tá ikki nøktandi undan
tøk givin til at møta
hesum ynski, og tí metti
Almannaverki, at vandi
var á ferð hjá veikastu
brúkarunum.
Og í dag greiðir Edvard
Heen frá, at hetta mill
um annað viðførdi, at
borgarar máttu á skaða
stovuna orsaka av vant
andi røkt.
- Vit hava borgarar,
sum hava tørv á hjálp
hvønn tíma av døgninum.
Tá tey ikki fáa tað, so
hevur tað ávirkan á teirra
heilsu. Og vit høvdu eisini
brúkarar í verkfallinum
seinast, sum duttu og
meiðslaðu seg og máttu
á skaðastovuna, greiðir
Edvard Heen í dag frá.
Tí mælti stjórin í Al
mannaverkinum tá til –
og ger tað enn í dag – at
myndugleikarnir í Før
oyum hyggja út um land
oddarnar og leita sær
íblástur frá londunum
kring okkum, til tess at
síggja, hvussu skipaði
viðurskifti rundan um
verkfall kunnu gerast í
verki. Og honum á baki
vóru fleiri politikarar,
sum søgdu, at her mátti
eftirmetast og skipast
betur framyvir.
Enn er tó einki gjørt
við málið. Og seinastu
dagarnar
hava
vit
upplivað tað sama, um
enn á einum øðrum øki.
Ljósmøðurnar tóku øll
undantøk aftur seinastu
dagarnar av verkfalli
num, og sambært øðrum
pørtum í málinum – eitt
nú Ann Danielsen, ser
lækna í kvinnusjúkum –
setti hetta lív og heilsu í
vanda hjá brúkaranum á
føðideildini.
Søgan endurtekur seg
Og aftur hesaferð síggja
vit, at politikarar lova bót
og bata. Meðan Eyðgunn
Samuelsen, landsstýris
kvinna í almannamálum
segði eftir verkfallið hjá
pedagogunum í fjør, at nú
skuldi verkfallið endur
skoðast og man skuldi fáa
skipað viðurskifti rund
an um undantøk, so við
gongur hon í dag, at ikki
nógv er komið av skaftið.
- Eg og Kristina Há
foss høvdu ein fund eftir
verkfallið hjá pedagogun
um, og somuleiðis hava
vit tosað við partarnar í
tí málinum. Men meira
enn tað er ikki hent, sigur
Eyðgunn Samuelsen.
Hon heldur, at tað er
torført at loysa hendan
knútin, tí Pedagogfelag
ið sambært landsstýris
kvinnuni
heldur,
at
skipanin við undantøk
um í dag er í lagi, meðan
Megd og Almannaverkið
ikki eru av somu fatan.
- Vit skulu bæði taka
atlit til streykurættin og
- TRÍGGJAR FERÐIR
ERU LÍV OG HEILSA
SETT Í VANDA
Tríggjar ferðir seinasta árið hava myndugleikar í
landinum sagt, at verkfall hava sett lív og heilsu
hjá føroyingum í vanda. Síðani hava politikarar fleiri
ferðir lovað at gera skipað viðurskifti, so hetta ikki
hendir aftur, men enn er einki hent. - Tað er ikki nóg
gott, heldur Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum
LOVAÐU BETRINGAR
SJÚKRARØKTARFRØÐINGAR
27. oktober 2017 boðaði felagið Sjúkrarøktarfrøðingar frá arbeiðssteðgi.
20. november 2017 var semja millum partarnar.
- Tá segði lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum, at Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar
setti lív og heilsu upp á spæl við at vilja herða verkfallið. Felagið vísti hinvegin á, at
Fíggjarmálaráðið skilti ikki ruðuleikan á sjúkrahúsunum, sum ávirkaði sjúklingar, meðan
verkfallið stóð uppá. Tí segði felagið, at fyri at tryggja eina loysn á verkfallinum áðrenn lív
komu í vanda, valdið felagið at trýsta Fíggjarmálaráðið við at herða verkfallið til at fevna
um allar sjúkrarøktarfrøðingar á øllum trimum sjúkrahúsum. Loysn varð tó funnin áðrenn.
PEDAGOGFELAGIÐ
12. desember 2017 boðaði felagið frá verkfallið
14. januar 2018 var semja millum partarnar
- Tá segði lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum
og Almannaverkið, at felagið setti lív og
heilsu hjá brúkarum í vanda við at herða
verkfallið. Pedagogfelagið afturvísti
hesum og segði tað vóru arbeiðsgevararnir,
ið høvdu ábyrgdina av støðuni.