Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-27, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. november 2018síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 27. november 2018 · Nr. 138 TÍÐINDI somuleiðis má man taka atlit til rættindini hjá teim­um, sum bera brek, sigur Eyðgunn Samuel­ sen og slær fast, at hon ikki vil gera seg inn á rætt­in hjá fakfeløgunum at fara í verkfall. Sirið Stenberg, lands­ stýris­kvinna í heilsu­mál­ um, er av somu fatan sum starvsfelagið hennara í almannamálaráðnum. Tí eftir vekfallið hjá ljós­ møðrunum sigur Sirið Stenberg, at vit mugu sleppa undan, at koma í støðuna aftur, har lív og heilsa verður sett í vanda. Men enn hevur eingin eitt ítøkilig boð upp á, hvussu hetta skal loysast í verki. Eftir verkfallið hjá pedagogunum varð Edvard Heen settur á málið, og í Al­manna­ verki­num settu tey seg í samband við myndug­ leik­ar í Norra og í Dan­ mark til tess at fáa innlit í, hvussu tey har skipað viðurskifti rundan um verkfall. Edvard Heen greiðir frá, at í londum kring okkum hava tey eitt nú eina óhefta nevnd, sum skal taka støðu til, hvørji undantøk skulu loyvast í einum verkfallið og ikki. Og millum annað innlit í samansetingina av einari slíkari nevnd var á skránni hjá Al­ manna­verkinum, tá ið tey settu seg í samband við norskar og danskar myndug­leikar. Tað bleiv tó ikki til meir, tí sambært Edvardi Heen varð málið tikið úr hondun­um á Al­ man­na­verki­num aftur, tí Al­manna­mála­ráð­ið vildi sjálvt fara víðari við spurn­inginum um, hvus­ su man skal skipa verk­ fall betur. Tað hevur ráðið tó ikki gjørt, sambært lands­ stýris­kvinnuni. Fakfeløgini eru ósamd Nú verkfallið hjá ljós­ møðrunum er av sigur Annika Hoydal, forkvinna í fakfelagnum, at tær hava einki annað val enn at nýta tey amboð, sum tey hava lógartryggjaðan rætt til í sambandi við verkfall. Og júst fríi sam­ ráð­ingar­rætturin verður mangan umrødd­ur sum ein krumm­tapp­ur í arbeiðs­mark­naði­num, og ein um­ráðandi trygd hjá fak­bólkunum í landi­num. Ein rættur, sum polit­ ikar­ar og myndug­leik­ar annars skulu verða ógvu­ liga varnir við at nerta. Og til spurningin um, hvørt verkfall hjá ljós­ møðru­num setir lív og heilsu í vanda, sigur for­kvinn­an í felagnum, Annika Hoydal, at um so er, at ljósmøðrarnar hava lívs­neyðugan týdning fyri Landssjúkrahúsið, so áttu tær eisini at fingið løn og sømdir hareftir. Kortini avvísir for­ kvinn­an ikki at fáa skipað viður­skifti so, at “eingin borgari í landinum skal kenda seg bangnan”, sum hon málber seg. Bólturin liggur tó, sam­ bært Anniku Hoydal, ikki hjá fakfeløgunum. Skal ein breið semja gerast tvørt­ur um arbeiðs­mark­ nað­in, har endamálið er at tryggja tey allar veik­ astu í samfelagnum – eisi­ni í verkfallið – so má land­ið kalla inn og vera til reið­ar at rinda prísin fyri tað. Spurningurin er so, um meira fer at henda nú. Kristina Háfoss segði við Dagur&Viku mána­ kvøld­ið, at nú skuldi man hyggja nærri eftir, hvøji stig kunnu takast, til tess at tryggja at slíkt ikki hend­ur aftur. So verður áhugavert at vita, um tað kemur nakað ítøkiligt burturúr tí hesaferð. barbara@sosialurin.fow - Vit høvdu viljað, at man beinan vegin eftir verkfallið hjá Pedagogfelagnum tók stig til at fáa skipað viðurskifti rundan um verkfall, so man kann tryggja tey veikastu í landinum. Men enn er einki hent, og tað er ikki nóg gott, sigur Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum Barbara Holm Aftaná verkfallið hjá Peda­gog­felagnum varð av í byrjanini av 2018, varð heitt á Al­manna­ verki­num um at gera eitt upp­skot til eina tilgongd. Hetta upp­skotið skuldi vísa, hvussu Før­oyar sum samfelag kundi fara víðari í at menna viður­skiftini rundan um eitt verkfall, til tess at tryggja tey veikastu í sam­felagnum. Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum sig­ ur í dag, at tey lótu inn eitt upp­skot um eina til­ gongd, har man í fyrstu atløgu skuldu venda nøsini til Norra og Dan­ mark­ar og fáa gjølla kunn­ing frá myndug­ leik­un­um har um, hvussu tey skip­að síni viður­skifti. Hetta upp­ skot varð lat­ið til Al­man­ na­mála­ráð­ið, men síðani varð Al­man­na­verk­ið biðið um at slep­pa máli­ num, tí Al­manna­mála­ ráð­ið skuldi lofta bólti­ num og fara víðari við tí. - Síðani hava vit einki frætt, sigur Edvard Heen. Tá ið verkfallið hjá Peda­gog­unum stóð uppá hevði Edvard Heen eitt kontroversielt upp­skot frammi um, at ein nevnd skuldi setast at meta um, hvørji undantøk skuldu gevast og ikki í verk­fallinum. Hetta fekk ikki undir­ tøku tá, men Edvard Heen vísir í dag á, at júst ein slík nevnd er at finna í fleiri londum kring okk­ um, og uppskotið hjá Almannaverkinum við­ førdi millum annað, at man fekk innlit í, hvussu ein slík nevnd er saman­ sett. - Fyri okkum er tað ikki nóg gott, at einki er hent á hesum økinum. Tí er okkara uppskot fram­vegis, at man fer út og hyggur eftir, hvussu tey gera aðrastaðni fyri at tryggja tey veikastu í einum verkfallið. Vit mugu hava góð ráð til, hvussu man planleggur verk­fall betur í framtíðini, sigur Edvard Heen. Eyðgunn Samuelsen, lands­stýriskvinna í Al­manna­mál­um við­ gong­ur í dag, at hóast inten­tión­ir­nar tá vóru, at man skuldi fara í holtur við at fáa skipað viðurskifti rundan um verkfall beinan vegin, uttan at gera seg inn á verk­fallsrættin, so er ikki nógv hent á økinum. - Eg og Kristina Háfoss hava havt fund um hetta stutt eftir verkfallið hjá Peda­gogunum, og vit hava tosað við partanar í máli­num. Men vit hava ikki gjørt nakað meira enn tað, sigur Eyðgunn Samuel­sen, sum eisini vísir á, at hetta er eitt mál, sum viðkemur fleiri lands­stýrisfólkum. barbara@sosialurin.fo - Tað er ikki nóg gott EDVARD HEEN LJÓSMØÐURNAR 8. november 2018 fóru ljósmøðurnar í verkfall 26. november 2018 var semja millum partarnar. - Tá segði leiðslan á Landssjúkrahúsinum, at verkfallið setti brúkaran í vandamikla støðu. Ljósmøðurnar afturvístu hesum, og vístu til sín lógartryggjaða rætt til at herða verkfall.