týsdagur 27. november 2018síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 28. november 2018 · Nr. 138
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
RENDU SEG Í
TORVU Á 50.000-
100.000 TONS
Tá Høgaberg kom á fiskileið á Nólsoyarbanka sunnukvøldið, rendu teir seg í eina velduga stóra makreltorvu
Vilmund Jacobsen
Sum greitt er frá aðrastaðni í
blaðnum í dag, er tað óvanliga
hent, at stórar makreltorvur í
løtuni eru í føroyskum sjógvi,
og tað er serliga á Nólsoyar
banka, at stórar makreltorvur
eru staðfestar á ekkoloddinum.
Rendu seg í torvu
Tá
Høgaberg,
sum
hevur
fiskað á leiðini í eina tíð, kom
út á nýggjan túr sunnukvøldið,
rendu teir seg í velduga stóru
torvuna, sum sæst á viðheftu
mynd.
- Eg veit, at tað er ikki lætt
hjá ókunnugum at síggja á
myndini, men hetta er ein
makreltorva,
sum
er
ein
fjórðing í tvørmát, og hon er
eftir øllum at døma millum 50
og 100 metrar djúp. Eg meti
eina slíka torvu at vera millum
50.000 og 100.000 tons, sigur
skiparin á Høgabergi, Høgni
Hansen, við Sosialin.
Hann vísir á, at makrelurin,
teir hava fingið á leiðini, er
góður. Góðskan er fyrstafloks
og makrelurin, sum verður
fiskaður við nót, verður seldur
til Japans.
Triði túrur við nót
Sosialurin kann leggja aftrat,
at Høgaberg kom á Fuglafjørð
tíðliga týsmorgunin við 1000
tonsum av makreli, sum teir
hava fiskað við nót, og fiskurin
verður landaður til Pelagos í
Fuglafirði.
- Hetta er triði túrur við nót
í november, skrivar ein av
manningini, Rúni í Hjøllum, á
sínari Facebook-síðu í gjár.
- Her sæst munurin, tá fiskað verður við troli og nót.
Fiskurin, sum er fiskaður við nót, liggur á ljósa undirlagnum
og fiskurin, veiddur við troli, liggur á tí grøna
- Eg meti eina slíka torvu at vera millum
50.000 og 100.000 tons, sigur skiparin
á Høgabergi, Høgni Hansen