Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-27, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. november 2018síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. november 2018 · Nr. 138 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HEILSA Vilmund Jacobsen - Alt ov mong eru fjøtr­aði í jagstranini eftir materi­ ell­um marglæti. Ar­beiðs­ trýst, vánalig fíggjar­ støða og øvund er ein stør­ri hóttan móti fólka­ heilsu­ni enn bæði feitt, suk­ur og dálking. Tað sigur kendi danski lækn­in, Peter Qvortrup Geis­ling. Hann eftirlýsir eina lands­strategi fyri men­ talan trivnað, samstundis sum hann vísir á eina mót­søgn: - Ongantíð áður hava vit verið so bergtikin av rørslu og heilsu, og kort­ ini hava vit ongantíð áður verið so eydnuleys, strongd, óttafull, tung­lynt – ja, mentalt send til niður­ teljingar, sum Peter Qvor­ trup Geisling tekur til. Hann vísir á, at danir ganga høgt upp í sína lika­m­ligu heilsu – ja, so høgt, at hetta er við at fáa vald­ið á dønum. - Eg vil siga tað soleiðis, at um tú kanst lata vera við at roykja, ansar eitt sindur eftir drekkarínum, íðkar eitt vet av motión og etir eitt sindur minni feitt – ja, so er restin í stóran mun hysterí. Rest­ ina av tíðini kunnu fólk so brúka til at liva lívið og samstundis vera árvakin um sína mentalu heilsu. ”Hav tað gott” er heitið einari av teimum DR- send­ingum, sum hava gjørt Peter Qvortrup Geis­ling til ein av kend­ astu læknum í Danmark. Sum sjónvarps-lækni hevur hann heft seg við, at tað mentala spælir ein høvuðsleiklut, tá vit skulu svara spurn­ingi­ num: Hvussu hevur tú tað í veru­leika­num? - At hava tað gott snýr seg í fyrsta lagi um at vera glað/-ur og í mentalari javn­vág. Tí haldi eg tað eisini vera eitt sindur undar­ligt, at almenna heilsu­miðlingin í størstan mun hevur fokus á likam­ ligu viðurskiftini, heldur lækn­in. Seinnu árini hava átøkini – eitt fyri og ann­ að eftir – snúð seg um kost, royking, alkohol og mo­tión – ella KRAM, sum hesi heiti eisini verða rópt undir einum. - Tað er nógv fokus á fyri­byrging móti likam­ lig­um sjúkum, eitt nú beinbroyskni, kolesterol og ov høgt blóðtrýst. Men, okkum tørvar av álvara eisini eina landsstrategi fyri mentalari heilsu. Tí, serstakliga strongd er við at mennast til eina veru­ liga fólkasjúku, sigur Peter Qvortrup Geisling. Læknin vísir á, at hann byrjaði at leggja hetta til merkis fyri umleið 10 árum síðan. - Alt fleiri fólk fingu stað­fest langdrignað strongd. Hetta gekk út yvir minnið og hug­ savn­ing­ina, eins og fólk fingu svøvntrupulleikar. Knapp­liga sigur heilin stopp, og hetta kann henda eftir ongari løtu. Tú koyrir bil, og knapp­ liga situr tú í vegjagara­ num og fellur í grát – uttan at tú veitst hví. Í gomlum døgum varð hetta rópt nervafall, men tað hendi lutfalsliga sjáld­an. Í dag rakar hetta eitt stórt tal av fólki, sigur Peter Qvortrup Geisling. Hann sigur, at ein kanning, sum Det Natio­ nale Forskn­ings­cent­er for Arbejdsmiljø ný­liga hevur gjørt, vísir, at 15 prosent av dønum alla tíðina – ella ofta – kenna seg strongdar. Í 2001 var hetta tal seks pro­sent. - Strongd er ikki bara ein kenslulig støða, men er eisini ein beinleiðis or­søk til eina røð av mental­um og likamligum fylgi­sjúkum. Tað er greið­ ur samanhangur mill­ um strongd og sjúkur sum eitt nú angist og tung­lyndi. Haraftrat er mental heilsa ein týð­ andi fyritreyt fyri, at tú kanst fáa tað betri likam­liga. Hevur tú tað ringt mentalt, ert tú ikki í námindi av at kunna broyta tínar kost-og rørslu­vanar. Kendi læknin sigur, at beint í løtuni eru eisini met nógvir danir í við­ gerð við heilivági fyri tung­lyndi. Jagstranin eftir tí fullkomna Peter Qvortrup Geisling vísir á fleiri orsøkir til, at danir í tíðum sum hes­ um gerast strongdir. Tað fyrsta er ferðin í sam­ felag­num, sum alla tíðina økist. Læknin sigur, at á fleiri arbeiðsplássum verð­ur snakkað um tvey pro­ sent effektivisering um árið, og tá vit síggja hetta yvir 35 ár, verður talan um eina tvífalding av ferð­ini. So, um tú byrjaði at arbeiða í 1977, krevst hvønn einasta arbeiðsdag tví­falt so nógv av tínum heila í dag sum í 1977, sam­stundis sum tú ert vorðin 35 ár eldri. - Vit klára einfalt ikki at fylgja við, leggur kendi sjónvarpslæknin aftrat. Hann vísir á, at sam­ stundis, sum hetta er støð­an, brúka fólk ein stór­an part av tíðini, tey eru vakin, at fáa ráð til alt tað, tey ynskja sær – og tey gerast vónbrotin, tá hetta ikki eydnast. - Okkara væntanir til marglæti eru eksplo­der­ aðar, og tað er ein ógvus­ lig jagstran eftir tí full­ komna lívinum. Eg haldi, tað var Johannes Mølle­ have, sum einaferð segði, at tað eru ikki so mong fátøk fólk í Danmark. Mest útbreidda slag av fá­tækradømi er øvund yvir materiell ting, sum grann­in hevur. Peter Qvortrup Geis­ ling vísir á, at um børn í dag vitja ommur og abbar, og tey gomlu ikki hava flatskíggja, er líka við, at tey mugu fáa kreppu­hjálp aftaná. - Alt tað materiella hevur tikið yvirhond, og vit gerast ikki glað av hes­ um. Vit liva í einari tíð, har mong føla, at tey eru lopin upp á eina karrusel, sum tey ikki ordi­liga sleppa av aftur. Alt snýr seg um frívirði, lága íbúðarrentu, ferðir og bilar. Sambært Peter Qvor­ trup Geisling hava fólk trupult við at finna inn til sín sjálvs aftur, men tað er júst hetta, sum skal til. Læknin heldur, at neyðugt er við eini ”innari ferð”, sum hann tekur til, og hann heldur, tað er henda leið, mong noyðast at fara, um tey skulu loysa seg úr einum lívi við ævig­ari strongd. - Hetta er ein ferð, har vit skrúva niður fyri okkara væntanum til lív­ið – ikki minst fyri tí materiella sirkus, sum er við at draga mong út av egg­ini. Leita inn til dreymin Peter Qvortrup Geisling mælir til, at byrjað verður ein leygardag fyrra­part, har tú setir teg at lurta eftir friðarligum tón­ leiki, meðan tú hugsar: Hvussu havi eg tað í veru­leikanum, og eri eg skipari á míni egnu skútu? - Svevur tú væl um nátt­ina? Svøvnloysi er eitt av vanligastu sjúku­eyð­kennum upp á langliga strongd. Mong hava trupult við at sleppa angistini, sum er í gerandisdegnum og vakna á hálvari nátt við tonk­um, sum tysja runt í høvdi­num. Læknin heldur, at tað, sum er avgerandi, er, at fólk aftur byrja at droyma – væl at merkja ikki um sjónvarpsskíggjar, sum eru størri enn tann hjá grannanum – men um meira tíð saman við sínum børnum ella ommu-og abbabørnum. - Tað kann vera ein dreymur um eina ferð – ella bara ein dreymur um meira tíð til sín sjálvs. Tað er so skjótt at gloyma í gerandisdegnum. Tú ar­ beiðir, betalir rokningar og sløkkir eldar, og tú svevur ikki væl. Soleiðis má gerandisdagurin bara ikki vera. Eg haldi, at tað eru dreymar, sum gera menniskju vøkur – og utt­ an dreymar, liva vit ikki. Tað er avgerandi at finna okkurt, sum dregur teg úr arbeiðnum og sum gevur tær eina aðra uppliving og meining. Tað er týdn­ ingar­mikið, at lívið ikki verður ein maskina, sum bara koyrir avstað, sigur Peter Qvortrup Geisling. Kelda: www.psykiatri­fonden.dk LÍVIÐ EIGUR IKKI AT VERA EIN MASKINA - Fólk arbeiða, betala rokningar og sløkkja eldar. Men, soleiðis má gerandisdagurin ikki vera. Tað eru dreymar, sum gera menniskju vøkur – og uttan dreymar, liva vit ikki. Lívið eigur ikki at vera ein maskina, sum bara koyrir avstað, sigur kendi læknin, Peter Qvortrup Geisling - Arbeiðstrýst, vánalig fíggjarstøða og øvund er ein størri hóttan móti fólkaheilsuni enn bæði feitt, sukur og dálking, sigur læknin, Peter Qvortrup Geisling