týsdagur 27. november 2018síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 28. november 2018 · Nr. 138
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Í 1885 varð ein roynd gjørd at planta eina viðarlund í Gundadali,
men hon miseydnaðist. Í 1902 kom ferð aftur á málið, tí
Jóannes Patursson, fólkatingsmaður, sendi boð eftir Det Danske
Hedeselskab at kanna møguleikarnar fyri at planta viðarlundir í
Føroyum. Tá Hedeselskapið legði sína ætlan fram, bóru Jóannes
Patursson, Djóni í Geil og aðrir ætlanina ígjøgnum tingið. Frá 1904
gjørdist viðarlundin í Gundadali veruleiki
Uni Arge
Mong vóru málini, sum fólk
virkaðu fyri at fremja í Føroy
um um aldarmótið 1900. Fiski
vinnan tók dik á seg, og fram
gongd var í búskapinum. Tjóð-
skaparrørslan hevði blást í
lúður á jólafundinum í 1888, og
Føringafelag var stovnað árið
eftir. Í 1901 varð Jóannes Pat
ursson valdur til fólkatings
mann, og tvey ár seinni varð
Føroya Framburðsfelag stovnað
at fremja hansara sjálvstýris
politikk. Í 1906 varð Sambands
flokkurin so stovnaður.
Mangt og hvat er skrivað
um hesi viðurskifti, men eitt
mál hesi árini, sum ikki hevur
fingið stórvegis umrøðu, er
træplantingarmálið.
Málið varð nevnt træplantn
ingssagen á tingi og í bløðun
um, og tað snúði seg um, hvørt
møguligt var at fáa trø at
vaksa í stórum stíli kring oyggj
arnar. Seyður hevði síðan land
námið gjørt sítt til, at Føroyar
vóru at kalla viðarleysar, og
tann einasta skipaða plant
ingin, ið sást um aldarskiftið,
vóru urtagarðarnir hjá keyp
monnum og embætismonnum
í Havn og nakrir heilt fáir urta
garðar uttan fyri Havnina.
Í 1879 helt amtmaðurin,
Hannes Finsen, at fólk í Havn
brúktu ov nógva tíð uppá at
skera torv og spurdi kommun
una, um hon var sinnað at
planta
eina
viðarlund,
so
brenni kundi fáast til vega á
tann hátt eisini.
Kommunan játtaði og keypti
eina trøð í Gundadali til enda
málið. Hon varð síðan nevnd
Plantasjutrøðin. Løgtingið kom
upp í málið við peningi, og í
1885 varð gróðursett. Á odda at
gróðurseta viðarlundina gekk
tann ídni urtagarðsmaðurin
og løgtingsmaðurin, Djóni í
Geil. Men niðursetingin mis
eydnaðist, tí seyður slapp at
bíta alt niður.
Vildi klæða fjøllini
Eftir hetta lá træplantingar
málið stilt í fleiri ár, men í 1898
skrivaði Sverri Patursson eina
grein í Fuglaframa, sum hann
nevndi ”Klæð fjallið”. Í henni
segði hann, at Føroyar vóru
vakrar, men at í oyggjunum
saknaðist tað, sum gjørdi eitt
land tvífalt vakurt – her sakn
aðust trø. Hann mælti til, at
plantað vórðu trø í fjøllum, so
Føroyar kundu gerast vakrari
m.a. fyri at hugtaka ferðafólk.
Á Føringatíðindum las Ras
mus Effersøe greinina og var
ikki hugtikin. Onki skuldu før
oyingar fara at planta trø fyri
at hugtaka útlendingar, helt
hann.
Blaðkjakið helt fram í tveir
mánaðir, og tað endaði við, at
Sverri Patursson gjørdi greitt,
TÁ TRÆPLANTIN
GJØRDIST TJÓÐAR
Viðarlundin í Gundadali
Jóannes Patursson, 1866-1946,
sendi í 1902 boð eftir Det danske
Hedeselskab og bað felagið
kanna møguleikarnar fyri at
gróðurseta viðarlundir í Føroyum
Mynd: Sunva Eysturoy