Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-27, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. november 2018síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 28. november 2018 · Nr. 138 TÍÐINDI at træplanting hevði ikki tikið dik á seg, tí føroyingar vistu ov lítið um gróðrarumstøður og við­arsløg. Hann mælti til, at fólk kunnaðu seg um hesi við­ ur­skiftini í eini norskari bók, tí í Noregi vuksu trø í lendi, har annars var bara lyngur og grót. Nágreiniliga vísti hann til við­ ar­vøksturin við Sandnes, har veðurlagið var nøkulunda tað sama sum í Føroyum. Fýra ár eftir blaðkjakið tók Jóannes Patursson stigið, sum skuldi fáa ferð aftur á málið. Hann hevði frætt, at Det danske Hedeselskab síðan 1898 hevði hjálpt íslendingum at seta trø niður. Íslendingar vóru farnir at planta trø, tí fleiri hildu, at tí skógarleysa jøkla­landinum tørvaði skógir. Á ólavsøku í 1902 kom danski skógarfrøðingurin, Christi­an Emil Flensborg, til Før­oya úr Íslandi. Hann fór beint til Kirkjubøar at tosa við Jóannes Patursson, og dagin eftir var hann í Havn, har Djóni í Geil við eldhuga vísti hon­um runt í fleiri urta­gørð­ um. Viðarlund og gróðurstøð Christian Emil Flensborg gjørdi eina ætlan fyri, hvussu ein við­ arlund kundi verða plantað. Hann mælti til, at ein gróð­ur­ støð varð fingin á føtur við við­ arlundina, so træ­plant­ur ald­ar í føroyskum jørðildi kundu verða settar niður í fleiri við­ar­ lundir og latnar privat­fólki at planta. Jóannes Patursson legði ætl­an hansara fyri tingið 2. aug­ust í 1902. Málið fór í nevnd, har m.a. Jóannes sjálvur og Djóni í Geil sótu. Nevndin gjørdi av, at viðarlundin skuldi plantast á teirri gomlu Plant­ asju­trøðni í Gundadali, har fyrsta royndin hevði verið gjørd í 1885. Tingið samtykti málið einmælt, og Tórshavnar komm­una játtaði eisini pening. Fyrsti peningurin varð játt­ aður í 1903, tá Plantasjutrøðin varð inngird og veitt. Hetta sama árið varð Færøernes Plantn­ingsforening eisini stovnað. Í 1904 vórðu so fyrstu trøini sett niður í Gundadali. Í starv sum plantari hjá Hede­ sel­skapinum varð settur Sven Lützen, gartnari. Hann var í starv­inum í knøpp tvey ár. Fleiri traðir vórðu stutt eftir lagdar aftrat teirri upp­runa­ ligu trøðni at planta á, og í 1906 kom ætlanin um at gera gróð­ ur­støð við viðarlundina fyri í ting­inum. Tá var Tróndur Han­sen, gartnari, vorðin plant­ ari hjá Hedeselskapinum. Eis­ ini hesa ætlan gingu tingið, komm­unan og Hedeselskapið sam­an um at fremja. Grivið varð út og velt til gróð­urstøðina frá 1907 í tí, sum nú er slætta hornið í viðar­ lund­ini við Hvíld­ar­heims­gøt­ una og Hoydalsvegin. Ferð kom á at ala træplantur har frá 1910. Tá var 10-ára játtanin til viðarlundina frá 1903 um at vera uppi, og Christian Emil Flens­borg og Tróndur Hansen fóru at skunda undir politik­ar­ ar­nar at játta meira pening. Meiri peningur varð játt­að­ ur í 1912, og tá varð avrátt, at við­arlundir skuldu eisini plant­ast í Hoydølum, Kunoy og á Selatrað. Har varð sett nið­ur í 1914. Í 1912 varð Plant­ asju­nevndin, ið nógv seinni gjørdist Skógfriðingarnevndin, eisini sett niður. Í hana komu amtmaðurin, borgarstjórin í Havn og ein plantingarkønur í Havn. Planting sum fólkarørsla Gróðurstøð var heilt til 1936 í Gundadali, har eisini Hans Debes, gartnari, var virkin í fleiri ár. Christian Emil Flens­ borg skrivaði av og á frá­greið­ ing­ar í tíðarritinum hjá Hede­ selskapinum um, hvussu gekst við træplantingarmálinum í Før­oyum. Í 1923 nevndi hann m.a., at áhugin hjá privatfólki fyri gróðurseting var nógv økt­ ur, og at gróðurstøðin nú eisini sendi fólki á bygd træplantur. Hóast summi heilt síðan seinna helming av 19. øld høvdu víst urtagarðsrøkt og træ­planting stóran áhuga, skuldi almenningurin ikki fyrr enn mong ár seinni fara at vísa gróð­ursetingum veruligan ans. Eitt avgerandi átak var, at Havn­in varð vetrarfriðað í 1969. Tað skapti betri fortreytir fyri at gróðurseta við privatar bústaðir og í fríøkjum. Seinna helming av 1970’un­ um kom so gróðurstøðin í Mið­ hoy­dølum. Hon hevur við ráð­ geving og stórum útboði av træ­plantum og blómum havt alstóra ávirkan á áhugan hjá privatfólki. Eisini fekk tað stóran týdning fyri høvuðs­ staðin, at Tórshavnar komm­ una í 1982 setti fastan býar­ gartn­ara í starv, ið líka síðan hevur verið Tóri í Hoyvík. M.a. hevur átakið ”Plantið eitt træ” frá 1992 skundað undir, at høv­ uðs­staðurin er nógv grønk­að­ ur. Í Gundadali er landsins fyrsta viðarlund eitt vakurt og frið­sælt fríøki, sum mong hava gleði av. Hon er prógv um, hvat kann avrikast, tá eldsálir gera av at velta upp úr nýggjum og fáa øðrvísi ætlanir at næla. Merkis­vert er, at tá træ­plant­ ing­in gjørdist tjóðarmál, hendi tað í sátt og semju millum allar partar. Greinin byggir á tilfar úr bókini ”Gróður í Havn”, sum Tórs­havnar kommuna júst hev­ur givið út. NG RMÁL lá upprunaliga uttan fyri býin. Nú er hon ein inngrógvin partur av býnum, ið prýðir hann væl. Fyrstu trøini vórðu sett niður í 1904 eftir eina miseydnaða roynd í 1885 Mynd: Andreas Mouritsen Djóni í Geil, 1849-1912, var íðin og kønur undangongumaður á plantingarøkinum í Havn í ein mansaldur  Christian Emil Flensborg, 1873- 1966, kom sum skógarfrøðingur til Føroya í 1902 vegna Det danske Hedeselskab