týsdagur 27. november 2018síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. november 2018 · Nr. 138
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
NÝGGJUR VINNU- OG MENTANARSTJÓRI Í KLAKSVÍK
- Við til at styrkja Klaksvík
- Eg fari at brúka fyrstu
tíðina uppá at byggja
upp góð sambond við
sterka vinnulívið og ríka
mentanarlívið, sum er í
Klaksvíkar
Kommunu.
Men sjálvandi ímyndi
eg mær eisini at brúka
nógva orku uppá at seta
meg inn í viðurskiftini
og málini, sum hoyra til
starvið.
Tað sigur 30 ára gamli
Eirikur í Jákupsstovu,
sum 1. januar tekur við
starvinum sum Vinnu-
og
Mentanarstjóri
í
Klaksvíkar Kommunu.
- Onkursvegna upplivi
eg mentan og vinnu sum
tvær ymiskar rásir, sum
av og á hittast. Tað skal
ikki tvinnast saman, tá
tað ikki hóskar seg, men
skal sjálvandi tvinnast
saman,
tá
tað
gevur
meining. Tó haldi eg tað
vera
týdningarmikið
alla tíðina at virka eftir
tí vilja og ynskjum, sum
býráð, vinna og mentan
hava, sigur Eirikur, tá ið
hann verður spurdur um,
hvussu økini mentan og
vinna hóska saman.
Nú
er
ein
góður
mánaður til, at Eirikur í
Jákupsstovu tekur við
starvinum,
og
harvið
sigur farvæl til eitt starv
sum løgfrøðingur á Betri
Trygging.
- Eg vóni so at hjálpa
til við at fáa tingini rigga
so væl sum gjørligt. Eg
vóni at kunna vera við til
føra tær ætlanir út í lívið,
sum býráðið setur út í
kortið, á ein skynsaman
hátt, og soleiðis vera við
til at styrkja Klaksvíkar
Kommunu, so tað bæði
búskaparliga og andliga
framhaldandi
verður
millum
bestu
støð
í
heiminum at liva og
virka, sigur Eirikur í
Jákupsstovu við Sosialin
í dag.
Nú skulu Mikla-
garður og
Keyps sam tøkan
sleppa at hava
opið sunnudag
Nú skulu eisini allir stórir
handlar sum Miklagarður
og Keypsamtøkan, sleppa
at hava opið sunnudagar
frá klokkan 14 til 23. Tað
er endamálið við einum
uppskoti, Poul Michelsen,
landsstýrismaður
í
Vinnumálum,
fer
at
leggja
fyri
Løgtingið
í
næstum.
Hetta
er
kortini ikki galdandi fyri
Jólaaftan, tá ið hon fellur
á ein sunnudag.
Sum lógin er nú, eru
tað bara nakrir handlar,
sum bara, ella næstan
bara, selja gerandisvørur,
sum
kunnu
hava
opið
sunnudagar.
Treytin
er
nevniliga,
at teir eru minni 250
fermetrar
til
støddar,
og
landsstýrismaðurin
heldur, at tað avlagar
kappingina
ímillum
handlarnar.
Hann ásannar eisini,
at
keypsmynstrið
hjá
føroyingum
er
broytt
nógv hesi seinastu árini,
og greiðar ábendingar eru
um, at viðskiftafólk vilja
hava møguleika at keypa
gerandisvørur uttan fyri
vanliga arbeiðstíð.
Keypt
verður
seint
um
kvøldarnar
allar
vikudagar,
eisini
leygardag, og teir handlar,
sum
eru
minni
enn
250 fermetrar, og sum
sostatt kunnu hava opið
sunnudag, hava eisini fitt
av sølu hesar dagar.
Tí heldur hann, at tað
verður
ein
fyrimunur
fyri
brúkaran
at
kappingin um vørur og
prís, sum er galdandi
allar
gerandisdagar,
eisini verður galdandi
sunnudag. Endamálið við
uppskotinum er sostatt at
javnseta handlar, ið selja
gerandisvørur soleiðis, at
allir handlar, uttan mun
til stødd, kunnu hava
opið sunnudagar, sigur
landsstýrismaðurin.
Lagt til rættis Barbara Holm