Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-27, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. november 2018síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 27. november 2018 · Nr. 138 TÍÐINDI Vóna at kunna byrja í Vestmanna næsta summar Gongst sum ætlað, verður farið undir eina nýggja ferða vinnu útbúgving í Vest man na næsta summ ar. Tað vísir Rig- mor Dam, lands stýris- kvin na í menta mál um, fíggj ar nevnd ini hjá Løg - tingi num á, nú fíggjar- lóg in fyri næsta ár er til við ger ar. Hon sigur, at ein tørvs met ing er gjørd av eini slíkari útbúgvving og úrslitið av tí er, at ú t bú gvingin verður á akademistøði, og í hesum sambandi verður eisini tryggjað, at út búgv ingin verður góð kend í Dan- mark, so at far ast kann undir víðari út búgv ing har. Ein akademiútbúgving er ein styttri útbúgving fyri fólk, sum ætla undir víðari útbúgving. Ofta er tað fyri fólk, sum hava arbeiði, men sum vilja før leika menna seg á ein- um øki. Annars er eingin slík ú t bú gving í Danmark, og tí er útbúgvingin í Vest manna skipað eftir íslendskari fyrimynd. Sam stundis verður arbeitt við at útvega út - búgv ingini danska viður - kenn ing. Tað ber ikki til at siga, hvussu skjó tt ein loysn er funn in, men l a n d s s t ý r i s kv i n n a n vónar, at fyrstu næm- ingar nar kunnu byrja næsta summar. Í sambandi við mið- nám s kúlan í Vest manna, er tað ein trupulleiki, at eingir næmingabústaðir eru til taks, men Rigmor Dam sigur, at tað eru ongar í tøkiligar ætlan- ir um at útvega næm- inga bú staðir í Vest- manna. Er tørvur á n æ m i n gab ú s t ø ð u m , kundi verðið tosað við Bú staðir um má lið, heldur hon. Annars leggur hon afturat, at Miðná m í Vest manna hevur ví st á , at bussambandið til og frá skú lanum er ikki nøkt andi, og tískil hevur skú lin borið upp á mál, at lagt verður upp fyri, at nó gvir næmingar brú ka buss in dagliga. – Mentamá lará ðið hevur samskift við Strand ferðsluna um bus- sam bandið og arbeitt verður við at bøta um bus sam bandið til og frá Vest manna í sambandi við skú lagongdina har, sigur Rigmor Dam. Tali av fostur- tøkum í Føroyum er metlágt Í 2017 vóru 19 fosturtøkur framdar í Føroyum, ongantíð áður hevur tali av fosturtøkum verið so lágt, hetta vísa tøl frá Hagstovu Føroya tann 7 november í ár. Hóast hetta er eitt metlágt tal, er talið ógvuliga svingandi frá ári til ár, tað kann merkja at hóast talið er metlágt í ár kann tað vaksa aftur í næsta ár, sigur Hagstova Føroya í tíðindaskrivi á heimasíðu teirra. Síðan 1980 er talið av fosturtøkum í Før oy- um støðugt minkað, og hóast talið av burðar- førum kvinnum eisini er minkað sæst enn, at talið av fosturtøkum minkar tá tað verður samanborið við føðitølini fyri hvørt áratíggju. Samanborið við onnur norðanlond, eru fleiri ferðirnar færri fosturtøkur framdar í Føroyum enn í til dømis Danmark, Svøríki og Grøn land. Í Grønlandi sigst at fyri hvørt 1000 livandi føtt barn, verða 1030 fosturtøkur framdar, also er tað meira enn helvtin av grønlendskum kvinnum, sum fremja fosturtøku. Samstundis sum Før- oyar hava lægstu tøl fyri fosturtøku, er føði títt- leikin í Føroyum eisini vaksandi í mun til onnur norðanlond. NASA Mars Insight lendur á Mars Eftir at hava ferðast í eitt hálvt ár, er Mars Insight endeliga lent á Mars. Mars Insight er ein borimaskina, sum NASA sendi av Jørðini fyri umleið seks mánaðum síðani og ætlnanin er at borða niður í jørðina á mars fyri at kannað hitalagið á Mars. Á Youtube ber til at fylgja við beinleiðis meðan alt fer fram á NASA høvuðssætinum. Alt sum vit síggja hendur 8 minuttir seinni, av tí at Mars er so langt burtur tekur tað longri tíð hjá okkum at síggja beinleiðis, so í veruleikanum er Mars Insight longu lendur á Mars hóast vit júst hava sæð tað. - Alt vit læra um mars beint nú, er relevant fyri framtíðina hjá okkum, vit eru rættuliga sikkur í at tað er vatn á mars, uml 10km undir jørini har, sigur ein av starvsfólkunum á NASA. Nú fara vit at kannað menning av tøkni á mánanum, fyri síðan at kannað um sama tøknin kann brúkast á Mars. Soleiðis kunna vit uppá eitt tíðspunkt møguliga senda eitt menniskja út á Mars.