týsdagur 27. november 2018síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 28. november 2018 · Nr. 138
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Takk
Hjartans takk fái tit, íð sýndu samkenslu,
tá kæra móðir okkara, vermóðir, omma og
langomma
Anna Berg
Skála
20. oktobur 1927 - 6. juni 2018
andaðist og varð jarðað.
Eina hjartans takk fái tit í heimarøktini og á røktar
og ellisheiminum fyri tykkara umsorgan.
Takkað verið Símuni Person presti, fyri góð
orð í kapellinum á heiminum og í Skála kirkju
við jarðarferðina. Takkað verið kirkjutænarum,
sangarum, gravara og øllum tykkum sum á ein
hvønn hátt hjálptu við ervinum. Takk fyri heilsanir,
blómur og kransar, og gávur til Ellisheimið.
Og øllum tykkum sum fylgdu henni til hennara
síðsta hvíldarstað hjartans takk.
Familjunnar vegna
Svenn, Bjarni og Guðrun.
Tøkk
Takk fyri sýnda samkenslu tá ið elskaði maður mín,
góði pápi, abbi og langabbi okkara
Arne Poulsen
Búsitandi í Høng í Danmark, ættaður av Eiði
f. 09.05.1933 d. 11.10.2018
bleiv tikin frá okkum eftir langa sjúkralegu
og varð jarðaður 20. oktober.
Familjunar vegna
Hildigarð Poulsen
Tøkk
Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá
elskaði pápi, verfaðir, abbi, langabbi, bróður
og svágur okkara
Christopher Ripley
f. 22.11.1946 – d. 08.12.2017
andaðist og varð jarðaður.
Takk til Sverra Steinhólm og Hera Joensen,
fyri góð og troystarrík orð.
Takk til kirkjutænarar, sangarar og gravarar.
Takk øll tit, sum bakaðu og hjálptu til við
ervinum. Takk fyri blómur, kransar og
minningargávur til Diabetesfelagið.
Takk til tykkum mongu, sum fylgdu honum
til hansara seinasta hvíldarstað.
Vegna tey avvarðandi
Hallur, Hans Jacob, Lis, Kristian, Sam og
Sára
TØKK
Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu tá okkara
elskaði maður, pápi, abbi og beiggi
Hákon Poulsen
f. 16.02.1947 – d. 05.08.2017
andaðist og varð jarðaður
Stóra takk til familju og vinfólk, sum vitjaðu og
vístu umsorgan undir sjúkraleguni.
Eisini ein tøkk til sjúkrarøktarfrøðingarnar á
Onkologiskari deild.
Tøkk fyri vakrar talur og vakran sang til
jarðarferðina og takk til tykkum, sum bakaðu og
hjálptu til á ymsan hátt.
Stóra tøkk til tykkum, sum lótu eina peningagávu
til Lindina og tykkum øll, sum fylgdu honum til
hansara seinasta hvíldarstað her á fold.
Familjunar vegna
Karolina, Elna, Hans David,
Bjørghild og Catharine
Tøkk
Øllum tykkum mongu sum á ymsan hátt gleddu meg
á mínum 90 ára føðingardegi takki eg hjartaliga.
Takk fyri heilsanir talir gávur sang og alla hjálp .
Harrin signi tykkum øll.
Helena Joensen.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum sum sýndu samkenslu tá
kæri madur,pápi abbi og verpápi okkara
John Petersen
f. 08.08.1948 d. 12.08.2018
so brádliga andadist.
Tøkk til øll sum vóru um okkum vid troyst
og sum hjálptu til á ymiskan hátt. Tøkk til tykkum
id komu inn á gólvi, ringdu og sendu okkum
heilsanir og tøkk til tykkum øll sum bakadu til ervi.
Takk til Atlantc Airways sum var so beinasamt
at fáa kistuna so skjótt heim.
Ein serstøk tøkk til Bergur D- Joensen, prest,
fyri troystarrík ord bædi vid heimkomu
og í kirkjuni til jardarferdina.
Takk til kirkjutænarar og sera gódan sang
til jardarferdina.
Takk til øll sum mintust John vid blómum
og kransum og á annan hátt.
Stóra takk til tykkum mongu sum fylgdu honum
til hansara seinasta hvíldarstad.
Vegna familjuna
Gugga
Stein Olvur. Sissal, Elisabeth
og Kari-Ann v/ familju
Hósdag 29. november:
Saltað svínakjøt · Hakkibúffur · Knettir
Fríggjadag 30. november:
Rivjasteik · Biksimatur · Lasanja
Leygardag 1. desember:
Fleskasteik
Mánadag 3. desember:
Fiskafrikadellur · Bollar í karry
Týsdag 4. desember:
Royktur medistari · Kókað neytakjøt
Mikudag 5. desember:
Stoktur fiskur · Kjøtfrikadellur
MATSKRÁIN HESA VIKUNA
Mán-frí: 9.00-16.30 & Ley: 9.00-14.00