týsdagur 27. november 2018síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 28. november 2018 · Nr. 138
MÓTTØKA
Í SAMBANDI VIÐ 50 ÁRA STARVSDAG
Í sambandi við, at Hannemia Hansen hevur starvast
á Ríkisumboðnum í 50 ár, verður boðið til almenna móttøku
á Ríkisumboðnum
fríggjadagin 30. november frá kl. 15 til 17
Øll eru hjartaliga vælkomin.
(inngongd gjøgnum havan)
Rigsombudsmanden på Færøerne
Amtmansbrekkan 6
FO-100 Tórshavn
Telefon: 201200
ro@fo.stm.dk
Rigsombudsmanden på Færøerne
Fiskimálaráðið
Fiskivinnuroyndir er játtan hjá Fiskimálaráðnum til tess at stuðla praktiskum,
vinnuligum og vísindaligum royndum og kanningum, ið menna og økja um
framleidnið í føroyskari fiski vinnu við atliti at lívfrøðiliga, búskaparliga og
samfelagsliga burðardyggari gagnnýtslu av havtilfeinginum.
Verkætlanir, sum stuðul kann søkjast
til, eru skipaðar í trý høvuðsøki:
• Burðardyggur fiskiskapur
• Royndarveiða og virðisøking av fiski
• Búskaparlig og samfelagslig
menning av fiskivinnuni og
førleikamenning í øllum liðum
Serligur dentur verður lagdur á, at:
• Vinnan tekur lut í verkætlanini
• Eginfígging, onnur fígging og
samfígging er skjalfest
• Samstarv er við samstarvsfelagar í
Føroyum (almennar og/ella privatar)
og/ella uttanlands.
• At verkætlanin er skipað við einum
stýrisbólki at fylgja við gongdini
Fyritøkur, almennir stovnar og einstaklingar
kunnu søkja um stuðul úr Fiskivinnuroyndum.
Fiskivinnuroyndir kann í hesum umfari útluta
7,2 mió. kr. komandi ár til nýggjar og verandi
verkætlanir.
Víst verður á, at møguleiki eisini er hjá
vinnuni at søkja um stuðul til setan av
vinnugranskara innanfyri omanfyrinevndu
økir við fígging upp til 50%. (max. 300.000
kr. um árið í 3 ár).
Um tørvur er á at orða hugskot til ítøkiligar
verkætlanir ber til at seta seg í samband við
samskiparan um hetta. Áhugaði eru eisini
vælkomin at venda sær til Jákup Mørkøre,
samskipara, við møguligum spurningum.
Tel. 35 30 30 / fartel. 55 32 48 ella til
jakupmo@fisk.fo
Umsóknarfreistin er mánadagin
3. desember 2018, kl. 12.00.
Umsóknir skulu sendast til:
Fiskimálaráðið
Samskiparin í fiskivinnugransking
P.O.Box 347
Yviri við Strond 15
FO-110 Tórshavn
Meira fæst at vita:
Programm, umsóknarbløð, vegleiðingar
og annað kunnandi tilfar fæst á heimasíðu
okkara www.fvg.fo
FISKIVINNUROYNDIR 2019
Fyrivarni verður tikið fyri játtan á løgtingsins fíggjarlóg fyri 2018.
Lýsing eftir umsóknum
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, ið vístu samkenslu og
hjálpsemi, tá okkara elskaði maður, pápi, verpápi,
abbi og langabbi
Hans Andreas Jacobsen
f.14-07-1934 d.12-09-2018
andaðist og varð jarðaður.
Ein serstøk tøkk til starvsfólk á sambýlinum við
Bøgøtu, ið vóru um hann, tíðina hann búði har.
Takk fyri tykkara umsorgan og nærveru.
Takk til Óla Poulsen fyri góðan sang í kirkjuni.
Ein stór tøkk til tykkum øll, sum á ymiskan hátt
hjálptu til við jarðarferðini og ervið.
Takk fyri blómur, kransar og peningagávur.
Takk til Hans á Gørðum prest og Símun Hans
fyri góð og troystarrík orð úti á kapellinum og í
Cristianskirkjuni.
Hjartans tøkk til tykkum øll ið fylgdu honum til
hansara seinasta hvíldarstað á fold.
Harrin signi tykkum øll.
Kristina, Ingeborg, Poulina, Petur Juul og Niels
Jákup v/familjum.
Tøkk
Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá ið okkara kæru foreldur,
verforeldur, omma, abbi, langomma og langabbi andaðust og fóru
til gravar. Vit takka starvsfólkunum á Tjarnargarði fyri góða røkt
og umsorgan. Takk Ann Dahl prestur fyri góð og troystarrík orð.
Tykkum, ið hjálptu til við jarðarferðirnar takka við hjartaliga. Takk
fyri blómur, heilsanir og minnisgávur til Tjarnargarð og takk fyri øll
tit, sum fylgdu teimum til teirra seinasta hvíldarstað.
Familjunar vegna
Nora, Elin Berghild og Egil
Jens Kristian Jacobsen
f. 8. juli 1921 d. 12. oktober 2018
Solveig Jacobsen
f. 15. juni 1924 d. 14. august 2018
DREYMASTARVIÐ
FINNUR TÚ Á