hósdagur 29. november 2018síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 30. NOVEMBER 2018
SOSIALURIN 139
6
VERKFALL
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
PATURE@SOSIALURIN.FO
M
ánadagin 26. nov
ember skrivaðu Ljós
møðrafelag Føroya
og
Fíggjarmála
ráðið undir avtalu, sum førdi við
sær, at drúgva verkfallið hjá
ljósmøðrunum fekk sín enda.
Ljósmøðurnar fóru í verkfall 8.
november við tí fyri eyga at fáa
eina løn, sum samsvaraði við
stóru ábyrgdina, tær hava. Úrs
litið bleiv ein 3 ára lønarsáttmáli,
har endalønin hjá ljósmøðrunum
hækkar fyri hvørt ár, umframt
aðrar tillagingar.
Seinastu dagarnar av verkfall
inum tóku ljósmøðurnar øll und
antøk aftur, og sambært ser
kønum á økinum setti hetta lív
og heilsu í vanda hjá barnakonum
á føðideildini. Tað fekk Land
sjúkrahúsið at seta seg í samband
við eina danska vikarstovu, og
stutt aftaná komu tríggjar ljós
møður til Føroya fyri at fáa tam
arhald á rokaligu støðuni í føði
deildini.
Sosialurin fingið orðið á eina
av hesum ljósmøðrunum, sum
greiðir frá sínari uppliving av
støðuni, og hví hon valdi at koma
til Føroya at arbeiða undir verk
fallinum. Hon ynskir at vera dul
nevnd í hesari samrøðuni.
Kaotiskt í føðideildini
Danska ljósmóðirin arbeiðir sum
sjálvstøðug
vikarljósmóðir,
tí
hon heldur, at umstøðurnar hjá
ljósmøðrum í Danmark ikki eru
nøktandi. Arbeiðið í Føroyum var
fyri
hana
eitt
heilt
vanligt
vikararbeiði, sum hon takkaði ja
til, tá hon fekk møguleikan frá
sínari vikarstovu. Men hon visti
ikki, hvat bíðaði henni í Føroyum,
tá hon tók av tilboðnum.
- Alt gekk so skjótt, og
knappliga skuldi eg avstað til
Føroya. So eg náddi ikki at seta
meg so væl inn í tingini. Men eg
hevði ongantíð væntað, at støðan
var so ring, sum hon var, tá eg
kom. Eg visti væl, at har var
verkfall, men eg visti ikki, at tað
var hatta, eg kom upp til, sigur
hon, og leggur aftrat, at tað visti
vikarstovan heldur ikki.
Hon kom til arbeiðis um
kvøldið, og hon minnist aftur á
ruðuleikan á føðideildini.
- Tað var ein hart rakt føði
deild, eg kom inn í. Har var totalt
kaos, og tað var bara forferdiligt
at vera har, sigur ljósmóðirin,
sum ikki vil fara í smálutir um
ruðuleikarnar.
- Eg føldi stóra ábyrgd
Tá
Ljósmøðrafelagið
tók
øll
undantøk aftur, var tað ikki
ætlanin hjá teimum, at ljósmøður
uttanífrá skuldu blanda seg uppí
verkfallið. Men danska ljósmóð
irin valdi at gera tað kortini, tí
hon sum ljósmóðir føldi eina
ávísa ábyrgd.
- Eg havi ikki valt at arbeitt á
føðistovuni í Føroyum, tí eg eri
ímóti verkfallinum. Men tí eg
meini, at barnakonur og nýføð
ingar undir ongum umstøðum
eiga at kunna verða tikin sum
gíðslar í einum politiskum ella
økonomiskum stríði, sigur hon.
Danska
vikarljósmóðirin
ásannar, at hon var í einari tví
støðu.
- Tað var ein stór tvístøða, tí eg
føldi jú eina stóra ábyrgd. Men eg
føli bara ikki, mann kann svíkja
kvinnur og sleppa teimum uppá
fjall soleiðis. Tað er jú forferdiligt
og farligt fyri tær, sigur hon.
Avleiðingin kundi verið
eitt lív
Ann
Danielsen,
serlækni
í
kvinnusjúkum, staðfesti stutt
áðrenn semjuna, at støðan á føði
deildini var so álvarslig, at tað
stóð millum lív og deyð. Hesum
tekur dulnevnda ljósmóðirin und
ir við, og vísir á, at tað í verkfalls
døgunum veruliga hevur verið
brúk fyri henni og hinum báðum
vikarljósmøðrunum.
- Vit hava forðað fyri alvorlig
um og lívshættisligum støðum á
einari føðideild, sum hevur verið
undir sera stórum trýsti, sigur
hon.
Hon er ikki í iva um, hvør ring
asta avleiðingin av einum fram
haldandi verkfalli hevði verið.
- Tað ringasta, sum kundi
hent, er, um eitt barn ella ein
mamma hevði doyð. Tað er tað
ultimativa. Tað er jú ein risikofull
støða at føða eitt barn, tí tað snýr
seg jú um lív. Har má vera onkur
til staðar, og tá mann sum ljós
móðir stendur framman fyri ein
ari føðandi kvinnu, so kann
mann ikki bara fara avstað aftur,
sigur hon.
Má vera ein tilbúgving
Hon heldur, at tað eigur av verða
lóggivið soleiðis, at hendan søgan
ikki fer at endurtaka seg. Her
meinar hon, at ein neyðtilbúgving
skal vera til staðar, sum ger, at
onkur altíð er tøk/ur til at taka
sær av akuttu støðunum, sjálvt
um tað er verkfall.
- Har eigur til ein og hvørja tíð
at vera ein neyðtilbúgving, sum
kann traðka til og taka sær av
teimum mest neyðugu ljósmøðra
uppgávunum, soleiðis at ljós
møður í verkfalli hava ein møgu
leika at blíva hoyrdar, uttan tað
fær vanlukkuligar avleiðingar,
sigur hon.
- Eg haldi, ljósmøður skulu
hava loyvi til at fara í verkfall,
men tað kann ikki passa, at tað
skal vera uppá bekostning av
menniskjum uppá handan mát
an. Ein føðistova er jú ikki bara
ein fabrikk, har okkurt materielt
verður oyðilagt – hatta eru jú
menniskjur, tað snýr seg um, sig
ur danska ljósmóðirin.
- EG HEVÐI ONGANT
VÆNTAÐ AT STØÐA
VAR SO RING
- Tað var ein hart rakt føðideild, eg kom inn í. Har var
totalt kaos, og tað var forferdiligt at vera har, sigur ein
donsk ljósmóðir, sum kom til arbeiðis á føðideildini
í Landsjúkrahúsinum, tá Ljósmøðrafelagið í síðstu
viku tók øll undantøk í verkfallinum aftur
Danska ljósmóðirin undir trýsti: