hósdagur 29. november 2018síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 30. NOVEMBER 2018
SOSIALURIN 139
11
og vera við til at rudda,
ruddingardagurin er
um heysti og høvdu vit
hann fyri fyrstu ferð í
ár. Gjøgnum restina av
árinum royna vit bara
at verða virkin, soleiðis
at vit skapa áhuga og
kunna upplýsa fólk um
Rudda Føroyar, sigur Elin
Lindenskov.
Hon vísir á, at vit hoyra
nógv um plast dálking, hvussu
tað hevur keðilig árin fyri um
hvørvið hjá okkum, á sjógvin
og
fiskivinnuna.
Helst
hevur nógv verið tosað um
mikroplast og hvussu vit
ávirkast av tí sum menniskju,
serliga tá talan er um mat.
- Tað er ótrúliga umráðandi
at føroyingar verða meira
upplýstir um hetta, helst
nú tá talan er so nógv um
plastikk dálking, hetta gongur
hart út yvir okkum sum eina
tjóð har høvuðsinntøkan er í
fiskivinnuni, sigur Elin Linden
skov. Okkara ætlan er at gera
meira fyri at upplýsa fólk um
hetta, sum er í ferð við at gerast
ein trupulleiki. Vit vilja leggja
dent á, hvussu plast endar á
sjónum, hvat hendur tá sjógv
urin verður dálkaður, og hvussu
vit enda við at fáa tað í okkum.
Vit sakna eitt kjak um eina loysn
til hetta, greiðir Elin Lindenskov
frá.
SOLVA@SOSIALURIN.FO
SÓLVÁ LINDENSKOV RÓADÓTTIR
Y
virnýtsla av klæðum
er eitt øki, sum
føroyingar eru ov
lítið tilvitaðir um.
Tað heldur Elin Lindenskov,
sum hevur drúgvar royndir
á hesum økinum - bæði hjá
Tórshavnar Kommunu og nú
hjá Dugna.
- Eg havi fyri stuttum
gjørt eina kanning um
klæðir, sum fara inn til
hjálparfelagsskapir
og
klæðir, sum verða send út
til Rumenien og aðrastaðni
fyri at hjálpa fólki, ið hava
tørv. Hetta vísti eina stóra
yvirnýtslu Hetta tí, at tað eru
sera nógv klæðir, sum verða
latin til hjálparfelagsskapir
og líknandi. Og tað eru at
kalla nýggj klæðir, sigur Elin
Lindenskov.
Og aftur tá ið umræður
yvirnýtslu av klæðum, er
plast ein stórur trupulleiki.
- Tað er yvirframleiðsla av
klæðum í dag, og langt tey
flestu klæðini eru framleidd
úr plastikki, so tá hesi klæðini
verða vaskaði kemur meira
mikroplast út í havið. Hetta
ávirkar okkum á tann hátt,
at vit fáa mikroplasti í
okkum gjøgnum mat, so
sum fisk og annað. Til
vitanin um kvalitetin av
klæðum manglar hjá okkum,
tað er neyðugt at vit vita
hvørjir aðrir valmøguleikar
eru heldur enn at vit bara
keypa og vraka, soleiðis sum
tey flestu av okkum gera nú,
sigur Elin Lindenskov.
Tilvitanin er ov lítil tí at
klæðini seljast orsaka av
merkinum sum stendur í
teimum og ikki orsaka av til
farinum, tað er framleitt úr.
- So er tað tá man byrjar
at endurvinna burturúr
klæðunum, og sigur at
tað er burðardygt, tí tað
er endurnýtsla. Men í
veruleikanum er tað ikki
tað, jú framleiðslan er
burðardygg, men klæðini
eru framvegis framleidd
úr plast og sama keðiliga
materialinum sum dálkar
náttúruna hjá okkum, greiðir
Elin Lindenskov frá.
Black Friday og
endurnýtsla
Black Friday var í síðstu
viku, og til hetta sigur Elin
Lindenskov, at tað bert eggjar
til enn meira yvirnýtslu
og brákeyp, sum elvir til
óneyðugt burturkast.
- Vit vilja ikki hava
peikifingur eftir nøkrum,
men vit hava tosað um
møguliga at hava onkran
annan valmøguleika til Black
Friday, til dømis hetta tey
kallað Green Friday, sigur
Elin Lindenskov. Green Friday
gjørdist virkið í Danmark í ár,
eitt nú høvdu nakrir handlar
ikki opið, men valdu heldur at
fara út at rudda meðan tað var
Black Friday. Júst sovornar
dagar er tað upplagt at fara
út
og
finna
møguleikar
til okkurt
annað
sum ikki elvir til yvirnýtslu
og vøkstur av burturkasti,
sigur Elin Lindenskov.
- Vit í Rudda Føroyar
hava ætlanir um at hava
ruddingar dag hvørt ár, í ár
var sjálvandi fyrstu fer, og
ætlanin er at skapa meira
upplýsing um átaki til næsta
ár, sigur Elin Lindenskov.
Endamáli hjá okkum er at
skapa ein ruskleysan heim,
hetta sum tey kallað Zero
Waste, vit vilja fegin broyta
hugburðin hjá fólki. Vit hava
eina Facebook síðu har vit
upplýsa fólk við tilfarði og
ymiskum uppskotum. Tað er
nógv at arbeiða fram ímóti,
vit hava nógvar ætlanir og
vit møtast javnan at tosa um
hvat vit kunna gera, so hetta
er ein spennandi framtíð
fyri framman, sigur Elin
Lindenskov.
SOLVA@SOSIALURIN.FO
- Vit hava yvir
nýtslu av klæðum
- Tað, sum eg síggji sum ein stóran trupulleika
nú, er klæðnanýtslan. Tað haldi eg er ein minst
líka stórur trupulleiki her, sum nakra aðrastaðni
í heiminum. Kanska klæðnanýtslan enntá er
ein størri trupulleiki her, sigur Elin Lindenskov
Elin Lindenskov
Hárlastikk gjørt úr tjaldi
frá G! festival 2016
Endurnýtsly
toyblæður
Vaskiklútar úr
endurnýtslutoyðið