hósdagur 29. november 2018síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 30. NOVEMBER 2018
SOSIALURIN 139
10
SÓLVÁ LINDENSKOV RÓADÓTTIR
E
inki burturkast lívsstíl
urin vindur uppá seg
í Føroyum, serliga nú
tá tað almenna leggur
dent á umhvørvisvinarlig tiltøk,
burðardygga framleiðslu og
endurnýtslu - alt fyri at verja
vøkru náttúruna runt okkum.
Einki burturkast, ella Zero
Waste sum tað eisini eitur á
enskum, er ein lívsstílur alsamt
fleiri føroyingar hava tikið til
sín.
Elin Lindenskov er stovnari
av Rudda Føroyar. Fyri hana
hevur tað týdning at siga, at tað
nýtist ikki at vera ein kollvelting,
at tilpassa seg hendan lívsstílin.
Tað ber til, at gera tað við máta.
- Ein kann taka smærri fet
móti einum endurnýtslu-vinar
ligum lívsstíli, sigur Elin Linden
skov og vísir á nøkur heldur for
kunnug dømi. Eitt teirra er, at
tað í dag eru ungar, nýklæktar
mammur, ið royna seg fram við
at heldur nýta toyblæður enn
eingangs blæðurnar, sum man
fær til keyps í øllum handlum.
- Toyblæðurnar eru meira um
hvørvisvinarligar á tann hátt, at
tú kann nýta tær fleiri ferðir, og
so sparir tú eisini pening, greiðir
Elin Lindenskov frá.
Afturat tí ber eisini til at nýta
umhvørvisvinarliga sápu til
reingerð, soleiðis at øll tilgongdin
gerst “grøn” og burðardygg.
Eisini nevnir Elin eitt lætt dømi
– klassikarin, sum er at brúka
toy taksur til innkeyp, ístaðin
fyri at keypa plast posar. Alt ger
mun – eisini tey smáu stigini á
umhvørvisleið.
Føroyingar mangla vitan
innan endurnýtslu
Rudda Føroyar er ein
nýggjur felagsskapur,
sum bleiv stovnaður
í samband við Clean
Up World, ið er kendur
sum
altjóða
rudd
ingardagurin.
- Fyri at fáa Føroyar við
í hetta átakið var neyðugt
at stovna ein felagsskap, tískil
valdu eg og
Sigrun Mohr at gera eitt
samstarv og stovnaðu síðan
Rudda Føroyar, greiðir Elin
Lindenskov frá.
Báðar hava vit verið for
kvinnur í umhvørvisnevndini í
Havn, og hildu at Føroyar áttu
at verið við í einum átaki sum
Clean Up World, bæði fyri at fáa
Føroyar á heimskortið sum eitt
land ið ruddar, men eisini fyri
at upplýsa føroyingar um veru
leikan tá tað kemur til dálking
av náttúruni í Føroyum.
- Rudda Føroyar virkar so
leiðis, at vit hava ein dag har vit
ruddað, øll kunna tekna seg til
UMHVØRVIÐ
Byrja í smáum
- TAÐ BER
TIL AT LIVA
UMHVØRVIS
VINARLIGT
- Tú nýtist ikki at gera eina kollvelting fyri at liva
meira umhvørvisvinarligt. Tað ber til at byrja
í smáum, sigur Elin Lindenskov, stovnari av
felagsskapinum Rudda Føroyar. Hóast tað eru fleiri
føroyingar, sum hava tikið lívsstílin til sín, so eru
tey eisini fleiri, sum taka frástøðu frá rákinum
Fyriklæðið til
Føroysk Klæðir,
gjørt úr dúki
Barnasangbók Føroya í taskum úr endurnýtslutoyði
Gáva
innpakka
í pappíri
og toyði
Hondgjørd
Sápa