hósdagur 29. november 2018síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 30. NOVEMBER 2018
SOSIALURIN 139
9
HALLUR AV RANA
V
øksturin í føroysku
ferðavinnuni hevur
nevniliga skapt ein
tørv á fleiri gisting
arplássum og roynir vinnan nú
sum best at metta tørvin.
Ein útbygging, ið hevur verið
leingi ávegis, er útbyggingin
av Hotel Tórshavn, ið liggur í
Vágsbotni. Tað hevur ikki verið
nógv at frætta um útbyggingina
seinastu tíðina, men okkurt
bendir tó á, at útbyggingin er
komin eitt stig nærri.
Tí millum tey verk, ið
vitjandi
kundu
sígg ja
á
Arkitekturdegnum 2018, var
eitt skitsuuppskot frá Ósbjørn
Jacobsen Arkitektar, ið vísti eina
útbygging og dagføring av Hotel
Tórshavn.
Í januar vann arkitektafelagið
nevniliga eina innbodna kapping
hjá Gist&Vist, ið hevði heitt á
fimm føroysk arkitektafeløg
at
gera
eitt
yvirskipað
skitsuuppskot til dagføring og
útbygging av verandi hotelli í
Tórsgøtu.
Sambært
uppskotinum
verður talan um ein bygning, ið
fer at broyta býarmyndina og
knýta Tórsgøtu og Vaglið nærri
hvørjum øðrum.
Í viðmerkingunum til skitsu
uppskotið skrivar Ósbjørn
Jacobsen Arkitektar fylgjandi
um nýggja Hotel Tórshavn.
- Eitt nýmótans hotell, sum
birtir lív aftur í siðvenjuni um
eina ‘Grand Foyer’, við einum
sterkum rúmligum samleika.
Einum samleika, sum er
altjóða, men sum samstundis
sprettir úr einum íblástri í
lokalu føroyskum náttúruni.
Tað er eyðsæð, at Hotel
Tórshavn, bæði áðrenn og
ikki minst eftir útbyggingina,
hevur eina sera sentrala
staðseting í miðbýnum. Ein
staðseting og funktión, sum
kann hava ómetaliga stórar
menningarmøguleikar við sær,
bæði fyri miðbýin og hotellið.
- Hesar menningarmøguleikar
ynskja vit sjálvandi at gagnnýta,
soleiðis at øll rúm á hotellinum,
sum liggja út til Tórsgøtu,
Ráðhústorgið og móti nýggju
sititrappuni, skula verða so
opin og gjøgnumskygd sum
gjørligt, so at sjónliga sambandi
millum býarrúmini er gott og
at hesar funktiónir at kalla
eru ein náttúrulig víðkan av
býarrúminum.
Somuleiðis
skula funktiónir í veghæddini,
hava eina beinleiðis ávirkan á
býarlívið, við sínum heita ljósi
um kvøldarnar, opnum hurðum
og uttandura borðreiðing um
sumrarnar.
- Hotellið er samansett av
tveimum høvuðspørtum, tí
meira almenna partinum, við
foyer, ráðstevnuhølum, kafe,
matstovu osfr. Men vit skula
ikki gloyma tann privata partin
við kømrunum. Her ynskja vit,
at ferðin frá foyer til kamar hjá
tí vitjandi, er eitt upplivilsi, at
tann vitjandi á síni ferð upplivir
stóra rúmið, men samstundis
hevur eina kenslu av, at hann
spakuliga ferðast frá tí meira
almenna rúminum í foyer ella
kafeini, til tað privata kamarið
í erva.
- Kamarið skal kennast fjálgt
og heimligt, samstundis sum
at tað er nútímans. Øll kømur
skula hava gott og frítt útsýni,
og við góðum møguleika fyri
avbyrging um kvøldarnar, um
gesturin ynskir tað. Kømrini
hava møguleika fyri lítlari
altan, sum skal kennast, sum
ein víðkan av kamarinum.
Fjálgi tónin úr kømrunum,
hevur eisini stóran týdning
fyri hvussu hotellið tekur seg
út á kvøldið. Vit ynskja so vítt
gjørligt, at hesin hitin og ljósi,
skal floyma út í býarumhvørvið
um kvøldið og á tann hátt verða
við til at skapa ein meira livandi
og fjálgan miðbý.
VINNANDI UPPSKOTIÐ TIL
NÝGGJA HOTEL TÓRSHAVN
At nógv virksemi er innan føroyska ferðavinnuna í hesum døgum sæst best
aftur í, at tvey nýggj gistingarhús standa í gerð í høvuðsstaðnum, meðan ætlanir
eisini eru um at útbyggja fleiri av teimum verandi gistingarhúsunum í býnum