Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-29, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. november 2018síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 30. NOVEMBER 2018 SOSIALURIN 139 8 VERKFALL nakrar ljósmøður til Føroya, tí tey ikki vildu blanda seg uppí eitt lovligt stríð, sigur hon. Men Lisbeth Sejer Laureen, sum eigur PowerCare, helt, at tað var etiskt óforsvarligt bara at hyggja at ruðuleikunum í Før­ oyum, og tí blandaði vikarstovan seg. - Vit taka ikki part við nøkrum í stríðnum í Føroyum, men fok­ us­era sum altíð uppá at dekka akuttar vaktir í einhvørjari neyð­ støðu hjá okkara kvinnum. Tá eing­in lóggeving er í Føroyum, sum tryggjar tær føðandi, eru tað tær, ið koma í klemmu. Vit meina, at tað einasta etisk for­ svarliga er at tryggja hesum kvinn­unum hjálp, segði Power­ Care eigarin í tíðindaskrivi, beint áðrenn verkfallið endaði. Tær vóru ein forðing Men hendan ábyrgdin, sum Pow­ er Care føldi fyri føroysku kvinn­ unum, vísti seg at standa í vegin fyri verkfallinum hjá føroysku ljós­møðrunum, sum beint tá stríddust fyri at finna eina semju við Fíggjarmálaráðið. - Tær komu og forðaðu fyri, at har kom ein loysn, kann mann siga. Tær gjørdu bara, at tað dróg óneyðuga langt út, sigur Annika Hoydal, forkvinna í Ljós­møðra­ fel­agnum, og samanlíknar lut­ fals­ligu arbeiðsmegina hjá teim­ um trimum donsku ljós­møðr­- un­um í Føroyum við somu ar­ beiðsmegi í Danmark. - Í lutfalli svarar hatta til, at 2-300 føroyskar ljósmøður fóru til Danmarkar at arbeiða, um donsku ljósmøðurnar vóru í verk­falli. Um vit komu 300 ljósmøður niður til Danmarkar og brutu teirra verkfall, so gangi eg út frá, at vit høvdu hoyrt fyri tað. Eg skilji ikki, at mann fer inn og arbeiðir, meðan tað er verkfall, sigur Annika Hoydal, sum kortini væntar, at høga vikarlønin man hava lokkað. - Tað er øgiliga ringt at finna sáttmálar, um onnur fólk koma inn og blanda seg uppí, sigur hon. Ikki nóg væl kunnaðar Forkvinnan í Jordemoder­for­en­ ing­en væntar ikki, at donsku ljós­ møðurnar vóru nóg væl kunn­að­ ar um støðuna á føðideildini í Land­sjúkrahúsinum, áðrenn tær komu. Hon heldur, at tað er týdningarmikið at mann sum vikarstova tekur ábyrgd fyri, hvar mann sendir sínar vikarar. - Ljósmøðurnar uppdagaðu jú, at tær vóru komnar upp til eitt stórt stríð í Føroyum. Tær høvdu allarhelst ikki fingið nóg góða kunning um støðuna, áðrenn tær fóru avstað. Tær hildu nærmast, at tað var tørvur á teimum, men uppdagaðu so, at tær vóru har ímóti ynskinum og viljanum hjá føroysku ljósmøðrunum, sigur Lillian Bondo. Sosialurin hevur hitt ta einu donsku ljósmóðrina, sum sigur, at hvørki hon ella vikarstovan vóru vitandi um hættisligu støð­ una á Landsjúkrahúsinum, tá tær komu, hóast tey vistu, at tal­ an var um verkfall. - Eg haldi ikki, donsku ljós­ møð­urnar ynsktu at leggja seg ímillum eitt stríð, sum undir­ strik­aði, at ljósmøðrafakið hevur stóran týdning, og at mann sum ljósmóðir skal fáa eina løn, sum er í samsvar við stóru ábyrgdina, sigur Lillian Bondo, forkvinna í Jordemoderforeningen. Rætta loysnin Annika Hoydal frá Ljósmøðra­ felagnum heldur ikki, at felagið hevði kunnað fingið somu av­tal­ una við Fíggjármálaráðið, um ljós­møður við undantaki enn høvdu verið til arbeiðis. Hetta var ein spurningur um tíð, tí har vóru barnakonur, sum gingu utt­ an at blíva kannaðar í viðtalu, og hendan støðan kundi ikki halda fram. - Tað kann ganga í eina viku, men tá tað ganga meira enn 14 dagar, kann tað blíva álvarsligt. Tað var okkara trupulleiki við at halda fram við verkfallinum við undantøkum, sigur Annika Hoy­ dal. Tí var neyðugt at taka øll undantøk aftur fyri at fáa okkurt at henda. - Vit upplivdu, at ongar ser­ ligar samráðingar vóru, meðan vit góvu undantøk. Sjálvt um sjúkrahúsleiðslan gjørdi alt, hvat tey kundu fyri at siga, at tað var álvarsligt, so hendi ikki so nógv í samráðingunum. Onkuntíð má mann tíverri noyðast til for­ handl­ingsborðið, sigur Annika Hoy­dal, sum vildi ynskt, at avtal­ an varð gjørd beinanvegin. Skilir ikki kjakið um ábyrgd Tað hevur verið nógv kjak, um mann sum fakfelag kann loyva sær at fara í verkfall. - Eg skilji ikki ordiliga kjakið um okkara ábyrgd, og um hvussu vit kunnu loyva okkum at fara í verk­fall. Arbeiðsmegi er jú ein vøra, sum skal keypast uppá onkr­an máta. Tá ein arbeiðs­gev­ ari ikki vil gera eina avtalu við ein fakbólk, so vil hann jú ikki gjalda tað, sum tað kostar, og so fær mann onga avtalu. Tá mann ikki vil keypa, so kann mann held­ur ikki fáa vøruna, sigur Annika Hoydal. Hon vísir á, at hóast ljósmøður ikki vóru til arbeiðis, so kundu læknar saktans tryggjað tað mest akutta í verkfallinum, tí teir standa longu frammanundan við ábyrgdini av akuttu støðunum. - Tá vit tóku undantøkini aft­ ur, hevði Landsjúkrahúsið møgu­ leikan at seta læknar inn, soleiðis at læknar kundu gera arbeiðið hjá ljósmøðrunum, tí læknar kunnu væl kompensera fyri ljós­ møður. Tá okkurt heilt akutt hendir, skulu vit sjálvandi vera har, og vit eru ein stórur partur av at hjálpa til, men tað er altso ein læknaábyrgd tá saman við ljós­møðrunum, sigur Annika Hoydal. Ynskja ein nútímans sáttmála Ljósmøðrafelag Føroya undrast á mátan, mann samráðist uppá í Føroyum. - Tað er løgið, at vit skulu út í Fíggjarmálaráðið at samráðast, tá vit arbeiða á Landsjúkra­hús­ inum, sigur Annika Hoydal, sum held­ur ynskir at samráðast við fólk, sum hava okkurt við sjálva arbeiðsplássið at gera. Hon heldur, at ein samskipari manglar, sum kann leggja ætl­ anir fyri, hvat mann ætlar sær at gjalda, og á hvønn hátt løn verð­ ur givin. Samstundis vísir hon á, at núverandi sáttmálin er stirvin og ómodernaður. Tey hava í nýggju avtaluni gjørt eitt proto­ kollat, har tær siga, at tær eru við uppá at gera sáttmálan einfaldari og lætt lesiligari, so limirnir kunnu lesa og brúka hann. - Vit kundu gott hugsað okk­ um, at mann fór at tosa um at fáa eitt meira nútímans tilboð. Hjá okkum snýr sáttmálin seg øgiliga nógv um løn og yvirtíð, í staðin fyri at mann fór inn og heldur fann eina passandi løn, har upp­ gáv­urnar lógu í, og so skipaði mann seg sjálvan. Har eru nógvir møgu­leikar, sum vit eru við uppá, sigur Annika Hoydal.