hósdagur 29. november 2018síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 30. NOVEMBER 2018
SOSIALURIN 139
13
halda
fram,
og tá avtornaði,
slapp eg at læna alt
konservatoriið. Tað vil siga, at
øll, sum gingu har, vóru við í
hesi verkætlanini. Alt kórið og
symfoniorkestrið. Skúlin álegði
teimum tað. Í roynd og veru var
mítt verk teirra skúlagongd,
sigur Hans Edward Andreasen.
- Til Aarhus Festuge í 2016
fekk eg eina áheitan. Vanliga
heita tey á onkran stóran úr
útlondum um at koma, fyri at
draga fólk til tiltakið. Men nú
vildu tey so fegin hava mína
rockoperu. Vit spældu konsertir,
og fingu sera góð ummæli, sigur
Hans Edward.
Symfoniorkestur
úr Makedonia
- Eg kom til ta niðurstøðu, at
verkið mátti dokumenterast.
Spælast inn. So eg søkti stuðul,
og fór í gongd. Tað er bólkurin
hjá mær í Danmark, sum spælir,
og so setti eg meg í samband við
symfoniorkestrið í Makedonia,
sigur Hans Edward, og minnir
á, at Lena og Niclas eisini hava
nýtt dugnaligu tónleikararnar í
Makedonia.
- Tað er fantastiskt, at tað ber
til, og so letur tað seg eisini gera
fyri rímuligan penga. Vit tosaðu
við orkesturleiðaran á Skype, og
fylgdu við, og hetta var ein ser
støk uppliving, sigur Hans Ed
ward Andreasen.
Taka verkið til sín
Í løtuni er Hans Edward Andrea
sen í Føroyum. Hann vil ikki
seta nýggja tónleikin í bás,
men nevnir, at kanska kann ein
nevna hetta violin-rockur, íblást
ur av til dømis ELO og Queen.
- Eg eri í Føroyum nú, men
mær vantar enn eitt hálvt ár á
konservatoriinum, sigur Hans
Edward Andreasen, sum fegnast
um, at eitt leikhús í Aalborg
hevur tikið verkið til sín, og
sett tað á pall, samstundis sum
onnur eisini vísa rockoperuni
áhuga.
DAGFINN@SOSIALURIN.FO
Øll, sum gingu har, vóru við í hesi verk
ætlanini. Alt kórið og symfoniorkestrið.
Skúlin álegði teimum tað. Í roynd og
veru var mítt verk teirra skúlagongd