Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-29, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. november 2018síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 30. NOVEMBER 2018 SOSIALURIN 139 16 PÆTUR HJALMAR EVENSSON E ftir 45 ár sum ES-lima­ land er Stóra­bret­land nú av álvara á veg út av evropeiska felags­ skapi­num. Hetta er fyrstu ferð í søguni, at eitt land fer út av samstarvinum og felags­skapi­ num uppá hendan mátan. Sunnudagin 25. november gjørdist greitt, at ES lima­ londini hava góðkent ta skilnaðaravtaluna við Stóra­ bret­land, sum skal seta karmar­ nar fyri skilnaðin millum ES og Bretland 29. mars í næsta ár. Fundurin, sum var í Brússel, var stuttur, og teir 27 ríkis- og stjórnarsleiðararnir góð­kendu ein­mælt Brexit skil­naðar­av­ taluna eftir góðan hálvan tíma. Avtalan ásetur m.a. hvørji rættindi ES borgarar skulu hava í Stórabretlandi, og hvørji rætt­indi bretskir borgarar skulu hava í ES, tá bretar eru farnir úr ES. Men allar súðir eru ikki syftar enn. Tí hóast ES hevur sagt ja til avtaluna, er tað ikki sikkurt, at Brexit verður veru­ leiki bara av tí. Kravið er, at av­talan eisini skal góðkennast í bretska parlamentinum. Tað kann blíva ein avbjóðing hjá bretska forstærisráðharranum, Theresa May, tí sum nú er, er tað stór mótstøða í bretska parla­ mentinum um avtaluna - bæði hjá andstøðuni og í hennara egna flokki. Hennara avbjóðing verður tí at sannføra sínar floks­ felagar úr konservativa flokki­ num um at atkvøða ja fyri av­taluni fyri at fáa neyðuga fleir­talið. Brexit málið hevur nevniliga deilt konservativa flokkin í tvíningar, tí fleiri halda ikki, at hetta er ein góð avtala í mun til ta avtaluna, tey høvdu væntað og vónað, tá bretar fóru til fólkaatkvøðu um Brexit 23. juni 2016. Tí hótta fleiri konservativir floks­limir um at atkvøða ímóti avtaluni fyri at vraka hana. 4. desember byrjar avgerandi kjakið í Undirhúsinum um av­ talu­na, og fimm dagar seinni og eftir tveir frídagar skuldi mann verið til reiðar til eina enda­liga atkvøðugreiðslu um skil­naðar­ avtaluna – altso 11. desember. Um tað skal eydnast Theresa May at fáa skilnaðaravtaluna ígjøgnum má hon sum sagt sann­føra øll síni mótstøðufólk so væl sum ósamdar floksfelagar um, at núverandi avtalan er tann besta loysnin. Ein av grund­gevingunum hjá bretska for­sætisráðharranum er, at hóast avtalan ikki er, sum fleiri kundu ynskt sær, so er einki betri alternativ, tí eingin veit, hvat fer at henda, um avtalan ikki verður til veruleika. Stórbretland meldaði seg inn í ES í 1972 og bleiv limur í 1973. Síðan tá hava bretar havt nógvar av­bjóðingar og trupulleikar av sam­bandinum til ES. Nógvar kenslur eru uppá spæl, og mann arbeiðir uppá at fáa eina skila­góða skilnaðaravtalu í lag, áðrenn 29. mars, tá bretar eftir ætlan fara úr samveldinum, soleiðis at samráðingarnar um fram­tíðarsambandið millum part­arnar kunnu byrja undir skip­aðum umstøðum. - Brexit fyllir nógv Seinastu dagarnar hevur Brexit skapt nógvar yvirskriftir, og fjølmiðlar frá øllum heiminum hava vent eyguni eftir Stóra­ bret­landi. Brexit-tosið er sjálv­ sagt eisini í hæddini í Bretlandi í hesum døgum – hetta upplivir føroyski sendimaðurin í London, Áki Johansen, í øllum førum. - Tvey tey síðstu árini hevur Brexit fylt øgiliga nógv, og tá hetta uppskotið til avtalu kom fram, hevur stórur áhugi verið aftur, sigur Áki Johansen og vísir á, at fleiri bretar nú eru troytt­ir av at blíva við at bíða í óvissuni. - Mann hoyrir allatíð um Brex­it, og fólk eru við at blíva troytt av tí. Nú vil mann bara hava okkurt at henda, sigur hann. Um Brexit verður til veru­ leika ella ikki, er ringt hjá hon­ um at siga nakað ítøkiligt um í núverandi løtu, tí har eru so nógv ting, sum spæla inn, og har kemur allatíð okkurt nýtt fram í spurn­inginum um Brexit. - Tað svingar so nógv, at tað loysir seg næstan ikki at spekulera, hvussu skilnaðurin verður, og um tað verður til nakað yvirhøvur. Mann veit ikki, hvørjum mann skal trúgva. Mann má næstan bara geva tol og bíða til einaferð í januar ella des­ember, sigur Áki Johansen. Kunnu vænta somu avtalu Handilssambondini millum Føroyar og Bretland hava stóran týdning fyri føroyska vinnu­lívið, og í fjør var útflutningurin til Bretlands umleið 770 millión­ir. Føroyar hava nú handils­av­talu við ES, men tá og um Bret­land fer úr ES, mugu Føroyar hava nýggjan sáttmála við Bretland fyri at varðveita handils­sam­ bondini millum londini. Føroyski sendimaðurin í Lon­ don heldur ikki, at eitt møguligt Brexit fer at fáa tær stóru avleiðingarnar fyri Føroyar, tí bretar eru glaðir fyri núverandi handilsavtaluna við Føroyar, og hesa ynskja teir ikki at broyta. - Bretar vilja øgiliga gjarna halda fram við somu avtalu, sum er nú. Tá bretar kunnu for­ handla sjálvir, seta vit okkum saman og hava eina felags nevnd. Har samráðast vit um av­taluna, um vit t.d. vilja hava broyt­ingar, sigur Áki Johansen, sum hevur verið sendimaður í Lon­don í tveimum umførum - Brexit: 11. desember verður lagnudagurin, tá bretska parlamentið skal atkvøða um skilnaðaravtaluna við ES, sum sunnudagin varð góðkend av øllum ES limalondunum. Føroyski sendimaðurin, Áki Johansen, væntar ikki, at eitt møguligt Brexit fer at fáa keðiligar avleiðingar fyri Føroyar - NÚ VIL MANN HAVA OKKURT AT HENDA Áki Johansen er føroyskur sendimaður í London í Englandi