Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-29, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. november 2018síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 30. NOVEMBER 2018 SOSIALURIN 139 17 fyrstu ferð frá 2008 til 2011, og nú hevur hann sitið síðan 2015. Hann vísir á, at avtalan, Føroyar nú hava við ES, ikki er optimal og kallar hana óbalan­ seraða. - Vit eru ikki nøgd við av­ taluna, vit hava við ES. Avtalan er óbalanserað. Vit kunnu innflyta næstan allar ES vørur til Føroya uttan at gjalda toll. Vit hava líka gjørt eina avmarking uppá lambakjøt og mjólkavørur. Men soleiðis er tað ikki hin­vegin. Næstan alt, sum eitur víðari­for­ edling av fiskavørum, har mugu vit aftur gjalda stóran toll, ella er ein kvota á, har vit kunnu útflyta til ES, og tá vit hava brúkt kvotuna, kemur stórur tollur á aftrat, sigur Áki Johan­ sen. - Tað hava vit viljað havt broytt fleiri ferðir, men ES hevur ikki viljað. Føroyar hava eisini gjørt vart við seg og fortalt bret­um um hesa ónøgdina, sigur hann. Føroyar høgt raðfestar Sendimaðurin sigur, at Bretland er nógv fríari sinnað í mun til handilsavtalurnar við Føroyar, enn ES er. - Politikararnir síggja fyri sær, at handilsavtalan, sum verð­ur rullað yvir at galda mill­ um Bretland og Føroyar, við tíðini verður gjørd fríari og meira balanserað. Ynskið er, at tað skal vera ein “fair deal”, so vit fáa somu rættindi í Bretlandi, sum Bretland hava í Føroyum í mun til vørur, forklárar Áki Johan­sen. Tað eru eini 60 lond, sum skulu ígjøgnum eina sokallaða “Roll­over” prosess við Bretland, har nýggjar handilssamráðingar skulu gerast. Tær avtalurnar skulu vera klárar einaferð í des­ em­ber í ár, fyri at tað kann koma ígjøgnum parlamentið einaferð í januar. Føroyar liggja ovarliga í raðfestingunum av londunum her, fortelur Áki Johansen. - Vit eru har, sum øll hini londini eru. Hvat nummar veit eg ikki, men vit liggja líka framma­liga sum m.a. Ísland og Norra. Hann væntar og vónar ikki, at eitt Brexit kann fáa keðiligar av­leiðingar fyri føroyskar fyri­ tøkur, sum útflyta rávørur – her verður serliga hugsað um fiski­ vinnuna. - Mann arbeiðir fyri, at tað í øllum førum ikki fær negativa ávirkan fyri føroyskar fyritøkur, at Bretland fer úr ES. Tí vit vilja gjarna halda fram við somu handilsavtalu ella einari enn betri avtalu, sigur Áki Johansen. Bretland sum nýggjur samstarvsfelagi Sum er nú, er ES strandaland fyri Bretland. Áki Johansen vísir á, at Bretland verður til eitt strandaland aftaná Brexit, og hesum sær hann ein stóran fyri­mun í. Tá Føroyar forhandla fyri at kunna fiska í ES sjógvi, er tað mest í bretskum sjógvi, sam­ráðingarnar taka støði í. Í framtíðini koma vit tí at for­ handla meira við Bretland, vænt­ar føroyski sendimaðurin. - Tað er nokk eyðsæð, at Bretland verður eitt stranda­ land aftaná Brexit. Ferðandi fiska­stovnar sum makrelur og svartkjaftur eru nógv inni í bretskum øki. So har fáa vit nokk ein nýggjan bæði sam­ starvs­felaga og ein partnara, sum vit eisini skulu samráðast og forhandla við. Tað er nýtt fyri bæði okkum og bretar, sigur hann. Føroyar koma tí nokk at hava meira samband við Bretland og minni samband við ES. - ES verður nokk ikki líka stórur samráðingarfelagi, eftir at Bretland er farið úr sam­ veldinum, um mann hugsar um makrel- og svart­kjafta­stovn­ar­ nar. Dynamikkurin fer at broyt­ ast, sigur Áki Johansen. PATURE@SOSIALURIN.FO Bretski forsætisráðharrin, Theresa May, hevur eina stóra uppgávu fyri framman